|
Listaframsýning Hjørdis Haack & Hans Pauli Olsen Millum likam og kaffe speglingar Fernisering Leygardagin 14. mars kl. 16.00 Hjördis vísir framm 15 oljumálningar av kaffikoppum, har dentur verur lagdur á kaffi speglingina. Hans Pauli vísur framm modell tekningar og landslags tekningar. Leygardagin 14. mars 2026 kl. 16.00 letur upp framsýning við oljumálningum hjá Hjördis Haack og við tekningum hjá Hans Paula Olsen. Dávur Winther heldur røðu og okkurt leskandi verður aftaná. Hjördis Haack sigur um sínar málningar: Eg vísi eina røð av smærri oljumálningum, har evnini eru speglingar í kaffiyvirflatuni. Ofta hava vit eitt serligt samband við kaffikoppin – ein yndiskopp, sum er serliga góður at drekka úr, ommukoppurin, yndiskoppurin, koppurin tú fann í skrellispannini, ella koppurin tú kanska tók tær heimvið í flogfarinum. Allir koppar hava sína søgu. Í mínum listarliga arbeiði havi eg fleiri ferðir vent aftur til evnið speglingar. Speglingar í silvurtallerkum, speglingar í hyljum og speglingar í uppvaskifatinum. Kaffiyvirflatan virkar sum ein spegil, ið avspeglar rúmið og fangar gluggar, ljós og skuggar. Ein góður koppur av kaffi tíðligani á morgni. Fráveran av litum – teir svart-hvítu kopparnir – kveikir stundum hugasambond til gamlar ljósmyndir. Eg velji at lata umhvørvið vera ómálað. Koppurin stendur meira reint eftir sum ein einkultur lutur – ella sum eitt emblem. Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina: Tekningarnar eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering. Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum er tá ið eg tekni ein nakka, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avrita tann partin yvir á ta skjótu tekningina. Myndevni er landsløg og modelltekningar. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.” Hjördis Haack: Uppvaksin í Gøteborg, mamman var føringur og pápin dani. Útbúgving Kungliga konstakademien Stockholm. Limur í kunstnersamfundet dk kunstnersammenslutningen Grønningen. Kunstnersammenslutningen Vraa. Hans Pauli Olsen: Útbúgving Det kongelige danske kunstakademi kbh. Limur í Kunstnersamfundet dk. Limur í Bkf. Limur í kunstnersamnen skutningen Grønningen. Limur í kunstnersammenslutningen Vraa. Hjartaliga Vælkomin! Fundarstjóri er Kári Thorsteinsson 10:00 Skráseting 10:30 Karl Johansen, borgarstjóri setur ráðstevnuna 10:40 Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum 11:10 Búnaðarstovan Tróndur G. Leivsson, stjóri Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi 12:00 Miðmálið 13:00 IRF – Tað sum eftir er IRF hevur tikið stig til eina nýggja og spennandi verkætlan, sum skal kveikja áhugan fyri avroðum – ein rávøra, sum hevur stórt virði bæði fyri heilsu og burðardygd. Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu. Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað. 13:20 Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Ridliskriðið - status 13:50 MBM – ein sentralur framleiðari av mjólkaúrdráttum. - Mjólkavinnan í dag - Ís og ostframleiðsla 14:10 Tann Grøna Matveitingin Tann Grøna Matveitingin fer undir eina verkætlan at keypa, hagreiða og selja tilsamans fimm tons av rótum úr Stóru Dímun. Verkætlanin hevur fingið játtað 258.000 krónir í stuðli frá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Verkætlanin er ein roynd at virðisøkja og leingja haldførið á føroyskum grønmeti og at tryggja grundarlagið undir framleiðsluni. Talan er um samstarv millum Ta Grønu Matveitingina, Dímunargarð, Mat- og tilfeingishúsið og Búnaðarstovuna. Verkætlanin kann verða ein liður í at styrkja føroyska mat- og grønmetisframleiðslu, sigur Joan Sørensen, sum eigur og rekur Ta Grønu Matveitingina. 14:30 Sigurður Torfi Sigurðsson, Ráðgevi á RML (IS) Búnaðarsamstarv - Burðardygg Jarðarraøkt Tvørtur um Norðanlond 14:50 Hagstovan 15:10 Kallsgarður 15:30 Føroyska Rossið í landbúnaðinum. Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna vegna Felagið Føroysk Ross og Jóna Adelaide Ólavsdóttir, røktari á Búnaðarstovuni, vegna Búnaðarstovuna 15:50 Framløgur liðnar – kaffi vm. 16:15 Kjakfundur "Er landbúnaðurin á einum vegamóti, fleiri spurningar eru, heldur enn svar, m.a." - Jarðarviðurskiftir hjá Festarum eru ikki nøktandi og mugu endurskoðast. - Hvat vil man við menning av føroyskum landbúnaði, tá ið man eitt nú frítekur útlendskt framleiddar landbúnaðarvørur fyri mvg. - Hvussu ætlar man politiskt at syrgja fyri at fortreytirnar fyri at reka føroyskan landbúnað verða gjørdar nøktandi og attraktivar frameftir. - Føroyskur landbúnaður og matvørutrygd í einum alt meiri ótryggum heimið. Kjakfundurin verður stroymdur í samráð við Norðlýsið. Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari. Allir politiskir flokkar verða umboðaðir. 18:00 Liðugt 5/2/2026 Búnaðarstevna í Varpinum 14. februar
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
March 2026
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072
RSS Feed