LISTAFRAMSÝNING & KONSERT 7., 8. og 9. august Gamla Seglhúsið verður karmur um myndlist og tónleikaframførðslu hjá Stewart brøðrunum, Graham og Neil í døgunum 7. til 9. august 2025. Listaframsýning kl. 14-19Graham og Neil sýna fram egin verk, sum eru í ymsum miðlum. Neil hevur sýnt fram sína list mangar ferðir, men hetta verður fyrsta framsýningin hjá Graham Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, verður opin dagliga frá 14:00 til 19:00. Konsert kl. 19.00atgongumerki.fo/3398037/stewart-broedurnir-mynd-tonlistamennStewart Brothers Guitar Duo fara eisini at framføra akustiskar gittarkonsertir hvønn dag 7., 8. og 9. august. Atgongumerki til konsertirnar eru avmarkaði, og kunnu bíleggjast á netinum umvegis atgongumerki.fo. Guitarduoin “Stewart Brothers Guitar Duo”, sum Graham og Neil Stewart hava stovnað – beiggjar, sum hava føroyska mammu og skotskan pápa – hevur sínar røtur í einum lívslangum bandi, sum byrjaði í barnaárunum. Nú hevur duoin heimstað í Skotlandi og framførir ævintýrkendar spanskar guitartulkingar av samtíðarsangum hjá listafólkum sum Queen, Foo Fighters, Norah Jones, umframt sangir úr Meksiko og Kuba millum nógv onnur. Debutalbum hjá teimum, Songs Without Words, sum Óli Poulsen hevur framleitt, er sett at koma út í juli 2025. Beiggjarnir eru virknir í føroyska og bretska tónleika- og myndlistapallinum. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
November 2025
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072
RSS Feed