18/9/2015 "Bárður er eitt multitalent"Í Gamla Seglhúsi er listaframsýning við Bárði Jákupssyni um dagarnar. Í dag var fernisering, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu. Bárður Jákupsson er ein av Føroya fremstu listafólkum, og um dagarnar hanga 25 málningar hjá honum til søluframsýning í Gamla Seglhúsi. Framsýningin er uttan heiti, og allir málningarnir eru oljumálningar.
Í dag var fernisering, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu. Bárður Jákupsson var eisini sjálvur til ferniseringina og fleiri vitjandi nýttu høvið at heilsa uppá listamannin, sum sjálvur sigur, at málningarnir í framsýningini kunnu býtast í tríggjar ymiskar bólkar eftir stíli. Niðanfyri er røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra endurgivin: "Góðan dag øll somul og takk fyri, at eg varð boðin at halda røðu til hesa ferniseringina. Eg trúgvi, at í einum samfelag sum tí føroyska er tað altavgerandi, at vit hava borgarar, sum eru aktivir á fleiri ymsum økjum. Fólk, sum hava nógvar gávur og brúka tær væl. Bárður Jákupsson er eitt av hesum fólkum, sum eg hugsi um. Tí umframt at vera listamaður, hevur Bárður eisini aðrar dygdir, sum koma samfelagnum til góðar. Eg havi lisið eitt sindur uppá, og eg kann fortelja, at: Hann er føddur á Tollaksmessu í 1943 og er sostatt 71 ára gamal. Hann er giftur Hervør Lützen og tey eiga tríggjar synir. Hann er sjálvur sonur ein av okkara fremstu rithøvundum. Nemliga Hans Jacob Jacobsen, sum vit kenna betri sum Heðin Brú. Bárður hevur sanniliga lyft arvin eftir pápa sín, sum ein av føroya fremstu mentanarberarum. Eftir lokna læraraútbúgving tók hann tvey ár á listaháskúlanum í Keypmannahavn, áðrenn hann kom aftur til Føroya í 1972. Tá tók hann við sum lærari á Fólkaháskúlanum. Her var hann lærari í seks ár – til 1978, tá hann gjørdist leiðari á Listaskálanum. 11 ár seinni fór hann í starv sum stjóri í Listasavn Føroya. Hetta var í 1989, og her var hann stjóri fram til 2003. Vit kenna eisini Bárð í fleiri øðrum leiklutum. Vit kenna hann fyri tey mongu frímerkini, hann hevur myndprýtt fyri Postverkið. Vit kenna hann sum ritstjóra á tíðarritinum Mondul. Og vit kenna fleiri góðar bøkur um list og listafólk, sum Bárður hevur skrivað. Eg skal ikki gera meg alt ov klókan uppá list. Men sum gemenur, áhugaður áskoðari dugi eg at síggja hugflogið og fjølbroytni í málningunum hjá Bárði. Framsýningin her rúmar trimum ymsum stílum, og tað avspeglar hvussu fjølbroyttur Bárður er í sini list. Líkasum hann eisini er tað í sínum virki. Litspælið í málningunum er ikki at taka feil av, og teir kunnu tulkast ymsar vegir, alt eftir eygunum, sum síggja. Tað ber eisini til at standa longri við sama málning. Tá koma nýggjar myndir í myndini til sjóndar. Bergtakandi teknikkur. Og sum sagt: eg eri ongin listaserfrøðingur, men míni eygu síggja, at: Bárður Jákupsson er listafólk av Guds náði Hann er royndur savnsleiðari Hann er kendur frímerkjaprýðari Hann er væl lisin rithøvundur Og eg kundi hildið áfram við núverandi og fyrrverandi titlum. Tí eg havi verri enn so verið inni á øllum, sum Bárður hevur fingist við. Niðurstøðan er greið: Bárður Jákupsson er eitt multitalent. Ein meining við list er at vekja tankar. Eitt dugnaligt listafólk megnar at fáa áskoðaran at reflektera. Tað kann sjálvandi bæði vera inneftir, úteftir, uppeftir og niðureftir. Avmarkingar taka seg ikki væl út í list. Og tá ið vit tosa um listina í hesi framsýning, so liggur tað eisini nærri at hugsa um møguleikar heldur enn avmarkingar. Við málningunum hjá Bárði skapast ein nýggjur heimur. Ein heimur, sum ikki var til, áðrenn listamaðurin tók pensil í hond. Ein heimur, sum stendur opin fyri tulking og úrtøku. Ein heimur, har vit áskoðarar kunnu sveima frítt. Og tað fara vit jú at kunna í nakrar vikur, ímeðan málningarnir hjá Bárði prýða veggirnar her í Gamla Seglhúsi. At enda vil eg takka Bárði fyri at koma til Klaksvíkar við hesum 25 verkunum. Og eg vil takka tykkum í Gamla Seglhúsi fyri at skipa fyri. Takk fyri tykkara megnar arbeiði, sum blesur lív í mentanarlívið í Klaksvík."
5/6/2015 Listaframsýning - Amariel NorðoyRættuliga fitt av fólki vitjaði í Gamla Seglhúsinum í dag, hóast veðrið ikki varð av tí allarbesta, tá ið sera áhugaverd og litrík listaframsýning lat upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Listaframsýningin, hongur uppi allan juni mánaða og er ókeypis at vitja.
Væl av fólki stukku inn á gólvið, har boðið var kaffi og okkurt aftur við. Eisini var tónleikur á skránni, har sera góði vinmaður listamansins, Holgar Jacobsen framførdi nakrar sangir. Framsýningin er soleiðis opin á Norðoyastevnu: Leygardagin 6. juni frá kl. 17:00 til 20:00 Sunnudagin 7. juni frá kl. 14:00 til 20:00 Røða, sum Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag helt, tá ið listaframsýning hjá Amariel Norðoy lat upp í Gamla Seglhúsinum í dag: Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt nógv fram her heima, víða um og víða um í Europa, USA og enntá í Japan. - Kanska kann man nevna hann undir heitum, sum kolloristur ella ekspressionistur. Men alt byrjaði á Stongunum, har hann gekk og gjørdi seg vátan og undraðist yvir vakra skapið í teimum mongu bátunum, ið har komu og serliga, tá ið teir stóðu uppi á bedingini og mongu menninir gingu runt og bøttu um, broyttu og málaðu. Hetta hugtók teg og sjálvandi bleivst tú útbúgvin skipasmiðjur. Kanska hevur mammubeiggi tín, Ellendur, sum var skipasmiður, hálað í teg? Blýanturin og pensilin hekk tó við, og tað endaði so við, at tú fórst 32 ára gamal á Kongeliga Danska Kunstakademiið í Keypmannahavn, har tú gekk 1977-83. Eisini tókst tú grafiskt skeið í Finnlandi í 1984. Tú hevur m.a. prýtt Føroya Sparikassa, skúlan í Porkeri, Lágargarð í Tórshavn, Samuels kirkjuna í Keypmannahavn, men er hetta listaverkið síðani flutt í Kingokirkjuna, nú Samuels kirkjan er niðurløgd sum kirkja - Kanska hevur ein annar “Stanga-drongur”, Bergur havt ein fingur við í spælinum her? Tú hevur prýtt ymisk tíðarrit og bøkur,men eg haldi, at sigast kann, at tú ert listamaður um ein háls og at tú hevur størsta alskin til løriftið. Afturvendandi temu hjá Amarial Norðoy eru skiftandi ljósið, báturin, fuglar, blómur og útróðrarbørn. Ofta er ein partur av heitinum á málningum tínum “sálmar lívsins”, sum helst er vegna kærleika tín til sang, tí tú dugur væl at syngja. Men serliga er tað Norðan við tí spenstiga stevninum og spenti bogin frammi á bógnum – Svínaryggurin. Hetta kæra handverkið sum Amariel dugir, sum skipstimburmaður, og sum hann flytur yvir í málningar sínar, og sum er við til at skapa spenningar í myndunum. - Kent er m.a. frá Mikines, at hann skapar henda sama spenningin í málningum sínum við hvalinum. Norðan hevur alla tína tíð verið ogn tykkara – Eftir at pápi tín, Jóan David hevði siglt úti og legðist heima, róði hann út við Norðan í nógv ár og gekst tú og tøtlaði uppií. At hava ímyndir, íblástur ella inspiratón í myndum sínum er sjálvsagt og kann gerast ein partur av identitetinum ella málningaidentiteitnum. Her kann sigast, at flestu ímyndirnar eru frá uppvøkstrinum á Stongunum, har eisini Pállurin, Mikladalur og Kalsoyarfjørður hava sín sjálvsagda leiklut. Og so ikki at forgloyma Norðan, sum tú ert so góður við. Eisini dámar mær so væl teir bláu litirnar, sum fríska so væl upp. Jú, sigast kann, tú ert ein føddur listamaður við góðum gávum og mest av øllum, tú hevur eyguni við tær og leggur til merkis. Ein lítil søga er um teg, tá ið tú saman við hinum smádreingjunum á Stongunum, Gørðum og har um vegir vart farin niðan á Myrkjanoyri. Tit gingu í kørgum gráum lendi, men brádliga sært tú eina blómu og leggur teg á knæ at hyggja nærri – hinir dreingirnir gáaðu als ikki blómuna – Tá letur í tær: “Hví letur Guð blómur vaksa, har eingin sær tær”? Góði Amariel! Eg møtti tær so seint sum fyri 14 døgum síðani í Kastrup – eg ávegis til Finnlands og tú heim. “Hey góði, hvar fert tú”? Var tað fyrsta, sum datt úr munni tínum. Og tað ger tað alla staðni, har vit hittast, um tað so er inni í SMS ella aðrastaðni til framsýningar og annað – “Nú góði, hvussu hevur tú tað”? Og altíð er konan, Marianna beint aftanfyri teg - tit eru eitt so sera gott toymi. Hon skipar fyri og leggur til rættis og heldur tær til eldin – Ja, eg síggi teg fyri mær, har tú gongur runt við eini teggju av penslum og málar og Marianna situr við telduna og sendir út fráboðanir um listaframsýningar í Focus og aðrastaðni við. Tú ert altíð so hjartaligur, vísir umsorgan og gevur tær stundir at práta – Vil hava samskifti, vil hava samband og altíð dettur prátið á Klaksvík: Hvussu gongur har norðuri? Tú ert ongantíð fluttur til Tórshavnar – hjartað liggur eftir á Stongunum – her, sum hugur tín reikar, her, sum tú finnur íblástur til málningar tínar – her, sum kanska besta tíð í lívi tínum liggur, OG sum sæst aftur í málningum tínum; sum boðar frá eini góðari og bjartari tíð. Tí er so ómetaliga heppið og skilagott av tær og Símun Gullaksen at skipa so fyri, at tú í sambandi við sjeyti ára dag tín seinni í heyst letur upp framsýning júst her í Klaksvík. Júst her í gamla Seglhúsinum – Hesum húsi, sum andar av tí ungdómi, tú vaks upp í: Bátum og skipum og øllum, sum hartil hoyrir. Ja, sigast kann, at tú ert komin heim – heimaftur til røturnar her, sum tú hevði tað gott og sum tú hevur so nógv góð minnir frá. Til stuttleika kann eg nevna, at í býráðshøllini hongur aftanfyri har, sum borgarstjórin situr til býráðsfundirnar ein stórur vakur og litríkur málningur hjá tær og sjálvandi er Norðan og hópin av bátum við í myndini. Fyri nógvum árum síðan var tað ein stórur málningur hjá Mikines – ein av “jarðarferðum” hansara, sum hekk har. Hetta vakti kanska virðing og tign. Men so einaferð var tað ein býráðslimur, sum langaði nevan í borðið og segði, eg ætli mær ikki at viðgera komandi fíggjarætlan undir hesum tunga málningi. Eg vil hava eina frískari og glaðari mynd her. Tá kom tín málingur at hanga har og man hann vera avmyndaður tær fyrstu 1000 ferðirnar við skiftandi borgarstjórum og hópin av býráðslimum. So sigast kann, at tú ert komin til heiður og æru her norðuri – eisini í býráðshøpi. Góð, fitti Amariel! - Hjartaliga til lukku við runda føðingardegi tínum, tá ið hann kemur. - Hjartaliga til lukku við hesi vøkru og litríku framsýning tíni. - Góða Norðoyastevnu! Dávur Winther 25/4/2015 Listaframsýning við Finleif MortensenTann 1. mai letur Finleif Mortensen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48. Fernisering verður fríggjadagin 1. mai kl. 14. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan. Umframt lættari ábit, kemur Rani Nolsøe at siga nøkur orð og spæla nøkur løg. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 28. mai. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00. Øll eru hjartaliga vælkomin ! Nærri upplýsingar um lívsrensl hjá Finleif, kann fáast við at vitja www.finleifmortensen.dk 6/4/2015 Listaframsýning - Pól SkarðenniTalan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi allan apríl mánaða. Ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin. Listaframsýningin er opin allar gerandisdagar kl. 14.00 - 17.00 og sunnudag kl. 14.00 - 17.00 Grein frá nordlysid.fo Skrivað hevur Oliver Joensen Tað segði Torbjørn Olsen, listamaður, tá vit hittu hann við ferniseringina í Gamla Seglhúsi í Víkunum ídag. Tað eru tey bæði, Jastrid og Símun Gullaksen, ið reka Gamla Seglhúsið og sum hava haft og fáa listafólk til regluligar framsýningar á Gamla Seglhusinum. Saman við Torbirni, var eisini bróðurin Marius Olsen við í Klaksvík ídag, hóast hesin seinni ikki hevði framsýning her hesaferð. Teir báðir eiga nógva familju her. Torbjørn segði mær, at teir vóru ikki nógv her sum smádreingir. Ein orsøk hevur helst verið, at Mikkjal Olsen, pápi Kristian Fríðrik Olsen, var tann seinasti av eldra ættarliðnum, ið flutti av Húsum, har brøðurnir eru ættaðir, og tí stóðu húsini tóm stóran part av okkara dreingjatíð og tí var ikki so nógv hjá okkum at koma til Húsar til tá. Men seinni keypti pápi Húsuni á Húsum fyri eina krónu frá restini av familjuni, og vit beiggjarnir hjálptu so honum at seta tey í stand. Eg minnist at eg og Olivur við Neyst brúktu tey nógv eitt skiftið. Vit eiga framvegis húsini og tey eru í góðum standi. Vit eiga eisini eitt systkinabarn, sum pápi okkara nevndi fyri lítlasystir, tað er Marita Matras, kona Thorleif Matras í Klaksvík, so her eiga vit nógva familju. --- Sum sagt, so var Torbjørn sera ovfarin av søluni. Tað mundi ikki ganga meira enn góður hálvur tími frá tí at ferniseringin hevði verið og til stóri parturin av málningunum vóru seldir. Torbjørn hevði 17 málninga á framsýningini og um trýtíðina vóru einans fýra smáir eftir, ið ikki vóru seldir. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
April 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072