19/4/2021 Fernisering - Zacharias HeinesenÍ góðveðrinum sunnudagin, lat upp listaframsýning við verkum hjá einum av okkara mætu listafólkum, Zacharias Heinesen. Hetta kann somuleiðis roknast sum ein serstøk framsýning, tí 19. mai 2021 verður Zacharias 85 ár. Hóðast komin eitt sindur upp í árini, sveiggjar hann enn meistarliga við penslinum. Fitt av gestum hevði leita sær til ferniseringina klokkan 16:00 og syrgdi Rani Nolsøe fyri tónleikinum. Hilmar Høgenni, setti framsýningina og røðan er endurgivin her: Fyrst av øllum, takk fyri álitið, tað er ein heiður at vera biðin at siga nøkur orð nú Zacharias Heinesen letur framsýning upp her í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Tá vit hyggja at myndunum, sum hanga her í dag er tað ikki tað fyrsta, sum fellur tær til hugs, at listamaðurin verður 85 ár um ein mánað, tí her eru myndir, sum vísa ein listamann, sum er í fullum blóma granskandi og leitandi víðari og djúpari á síni listaleið. Fyri 15 árum síðani, tá tú fylti 70, var ein framsýning í Listahøllini á skipasmiðjuni í Havn, við heitin “ZH 06”.,. Í sambandi við ta framsýningina varð ein bóklingur givin út og millum onnur skrivaði Gunnar Hoydal, eina minnislýsing undir heitinum “Baggi”. Hann hugleiddi um, tá dreingirnir undir Varða og dreingirnir á Hálsi hittust á tennisplenuni í Gundadali at sparka. Hann skrivar: “Har var hann eisini. Men hann rann ikki, og hann sparkaði ikki. Hann var á súkklu og stýrdi inn ímillum teir tuskandi dreingirnar, sum hevði hann veingir undir sær, lættur sum ein fuglur. Hann var klænur og spískur. Hann segði ongantíð nakað ..... Hann fór at læra til snikkara hjá einum, sum hoyrdi tónar innan í sær sjálvum. Tað var Verlant Johansen... Tí undraði tað okkum at hesin klæni hjá Williami næstan einki ljóð læt frá sær. Men tey søgdu hann var farin at mála í staðin. So sóu við hann ikki aftur. Tey søgdu hann var farin til Íslands. Heini, tann eldri beiggin segði, at súklan stóð eftir í fjósinum, Hann skuldi ikki súkkla, hann skuldi mála.” Gunnar andaðist hósdagin og rithøvundurin og skyldmaður hansara, Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði á Facebook soleiðis: “Onkur helt einaferð fyri, at Gunnar Hoydal dugdi at tiga á øllum málum. Hóast tað, so hevði Gunnar orðið í síni makt. Hann segði onki, sum ikki var væl og virðiliga hugsað ígjøgnum. Tá ið hann hevði smakkað orðini í eina góða løtu, vóru tey búgvin, og hann segði tað, sum hann skuldi siga. Ikki meir.” Ta kvøldið, listaframsýningin í 2006 læt upp, helt tú rundan føðingardag, og vit vóru boðin til borðs í framsýningin. Gunnar var eisini við og ein av dreingjunum undir Varða, Heri Mørkøre fyrrverandi landsapotekari, helt fyri í røðu síni: “At tú einaferð hevði sagt, at tær dámdi so væl at vera í veitslulag saman við Gunnari Hoydal, tí tá føldi tú teg so framligan”. Vit eru grannar, Zacharias er altíð blíður og fyrikomandi, ein heilsan ella eitt lítið prát, tá vit hittast . Zacharias er friðarligur maður, tað er við penslinum, at hann sigur tað, sum sigast skal. Tað er pensilin, sum er hansara rødd. Listafrøðingurin Inger Smærup Sørensen sigur í formælinum í bólkinginum frá 2006: “Á ótrúligan hátt hevur tað eydnast Zacharias Heinesen at samantvinna dygdir úr altjóða modernismuni við føroysku siðvenjuna og tað hevur eydnast honum at gera tær til ein natúrligan part av tí, sum vit í dag nevna tað føroysku myndina. Hansara innliman av hesum- at síggja til fremmandu pørtum, tvingar okkum at víðka og kanska endurnýggja okkara áskoðan um ta føroysku myndina.” Tá eg í seinastu viku spurdi teg, hvønn týdning myndevnið hevur, segði tú, at tað líka sum liggur í hondini, tey eru afturvendandi, men ikki altavgerandi, tey hava ikki størri týdning enn litirnir, flatirnar og samansetingin í sjálvum sær. Tað byrjar við eini skitsu, eini skitsu av einum landslagi, tað kann vera Hattarvík ella Mykines ella útsýninum oman yvir Havnina. Tað er henda skitsan , sum verður til eina mynd í arbeiðsstovuni. Arbeiðsstovan, sum liggur í friði niðaneftir í ovara endanum í húsinum hjá tær, har takið líðandi tekur seg upp í ljósið yvir býin og fjørðin . Tað er í hesi arbeiðsstovu, at tú arbeiðir við samansetingini. Tú sigur, at tað er ringt at siga nær komið er á mál, tí hjálpir tað at leggja eina mynd frá tær, og bíða nakrar dagar, áðrenn tú hyggur aftur eftir henni. Tá sæst betri um komið er á mál. Tá eg nevndi fyri tær, at listasøgufrøðingurin Mikael Wiel, í bók síni SEKEL sigur, at tað kanska ikki er so nógv Cézanne, men heldur russiski-franski málarin Nicolas de Stäel, sum tú hevur mála uppímóti, nikkaði tú. De Stäel verður oftast lýstur sum ein franskur málari av russiskum uppruna. Hansara yrkitíð sum listamálari, var stutt, hon vardi uml. 15 ár. Hann leitaði eftir tí, , sum lá í millum tað figurativa landslagið og tað abstrakta. Hann byrjaði altíð við tí figurativa landsslaginum, sum ongantíð hvarv heilt úr myndini, hann strembaði eftir at finna veruleikan aftur í abstraktiónini. Líka sum myndirnar hjá de Stäel, kunnu myndirnar hjá tær við hvørt tykjast abstraktar við fyrsta eygnabrá, men tá tú hyggur nærri, fløðir myndevni fram úr litum flatum og strikum, hús, hav og himmal, tað tykist sum rúmið letur seg upp inneftir og ljósið brennur ígjøgnum. Eg hugsi at hetta kanska kann lýsa listarligu strembanina hjá Zacharisi. Á ólavsøku í ár verða 70 ár síðani Zacharias luttók fyri fyrstu ferð á Ólavsøkuframsýningini. Síðani hesa framsýning í 1951 til í dag 2021 hevur Zacharias við íblástri úr stóru verð ríkað okkum við sínum listagávum, hann hevur latið fremmand listarák í sín listaham og givið okkum list, sum eyðsýnt er hansara og bara hansara, men av tí at talan er um stóra góða list eru vit farin at fata ella skilja hetta, sum ein av ímyndunum av føroyskari list. Takk fyri Zacharias. - Framsýningin hongur uppi fram til 30. mai og kann vitjast yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 19:00. Hjartaliga vælkomin! Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072