|
Listaframsýning Hjørdis Haack & Hans Pauli Olsen Millum likam og kaffe speglingar Fernisering Leygardagin 14. mars kl. 16.00 Hjördis vísir framm 15 oljumálningar av kaffikoppum, har dentur verur lagdur á kaffi speglingina. Hans Pauli vísur framm modell tekningar og landslags tekningar. Leygardagin 14. mars 2026 kl. 16.00 letur upp framsýning við oljumálningum hjá Hjördis Haack og við tekningum hjá Hans Paula Olsen. Dávur Winther heldur røðu og okkurt leskandi verður aftaná. Hjördis Haack sigur um sínar málningar: Eg vísi eina røð av smærri oljumálningum, har evnini eru speglingar í kaffiyvirflatuni. Ofta hava vit eitt serligt samband við kaffikoppin – ein yndiskopp, sum er serliga góður at drekka úr, ommukoppurin, yndiskoppurin, koppurin tú fann í skrellispannini, ella koppurin tú kanska tók tær heimvið í flogfarinum. Allir koppar hava sína søgu. Í mínum listarliga arbeiði havi eg fleiri ferðir vent aftur til evnið speglingar. Speglingar í silvurtallerkum, speglingar í hyljum og speglingar í uppvaskifatinum. Kaffiyvirflatan virkar sum ein spegil, ið avspeglar rúmið og fangar gluggar, ljós og skuggar. Ein góður koppur av kaffi tíðligani á morgni. Fráveran av litum – teir svart-hvítu kopparnir – kveikir stundum hugasambond til gamlar ljósmyndir. Eg velji at lata umhvørvið vera ómálað. Koppurin stendur meira reint eftir sum ein einkultur lutur – ella sum eitt emblem. Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina: Tekningarnar eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering. Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum er tá ið eg tekni ein nakka, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avrita tann partin yvir á ta skjótu tekningina. Myndevni er landsløg og modelltekningar. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.” Hjördis Haack: Uppvaksin í Gøteborg, mamman var føringur og pápin dani. Útbúgving Kungliga konstakademien Stockholm. Limur í kunstnersamfundet dk kunstnersammenslutningen Grønningen. Kunstnersammenslutningen Vraa. Hans Pauli Olsen: Útbúgving Det kongelige danske kunstakademi kbh. Limur í Kunstnersamfundet dk. Limur í Bkf. Limur í kunstnersamnen skutningen Grønningen. Limur í kunstnersammenslutningen Vraa. Hjartaliga Vælkomin! Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
April 2026
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072
RSS Feed