Fundarstjóri er Kári Thorsteinsson 10:00 Skráseting 10:30 Karl Johansen, borgarstjóri setur ráðstevnuna 10:40 Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum 11:10 Búnaðarstovan Tróndur G. Leivsson, stjóri Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi 12:00 Miðmálið 13:00 IRF – Tað sum eftir er IRF hevur tikið stig til eina nýggja og spennandi verkætlan, sum skal kveikja áhugan fyri avroðum – ein rávøra, sum hevur stórt virði bæði fyri heilsu og burðardygd. Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu. Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað. 13:20 Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Ridliskriðið - status 13:50 MBM – ein sentralur framleiðari av mjólkaúrdráttum. - Mjólkavinnan í dag - Ís og ostframleiðsla 14:10 Tann Grøna Matveitingin Tann Grøna Matveitingin fer undir eina verkætlan at keypa, hagreiða og selja tilsamans fimm tons av rótum úr Stóru Dímun. Verkætlanin hevur fingið játtað 258.000 krónir í stuðli frá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Verkætlanin er ein roynd at virðisøkja og leingja haldførið á føroyskum grønmeti og at tryggja grundarlagið undir framleiðsluni. Talan er um samstarv millum Ta Grønu Matveitingina, Dímunargarð, Mat- og tilfeingishúsið og Búnaðarstovuna. Verkætlanin kann verða ein liður í at styrkja føroyska mat- og grønmetisframleiðslu, sigur Joan Sørensen, sum eigur og rekur Ta Grønu Matveitingina. 14:30 Sigurður Torfi Sigurðsson, Ráðgevi á RML (IS) Búnaðarsamstarv - Burðardygg Jarðarraøkt Tvørtur um Norðanlond 14:50 Hagstovan 15:10 Kallsgarður 15:30 Føroyska Rossið í landbúnaðinum. Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna vegna Felagið Føroysk Ross og Jóna Adelaide Ólavsdóttir, røktari á Búnaðarstovuni, vegna Búnaðarstovuna 15:50 Framløgur liðnar – kaffi vm. 16:15 Kjakfundur "Er landbúnaðurin á einum vegamóti, fleiri spurningar eru, heldur enn svar, m.a." - Jarðarviðurskiftir hjá Festarum eru ikki nøktandi og mugu endurskoðast. - Hvat vil man við menning av føroyskum landbúnaði, tá ið man eitt nú frítekur útlendskt framleiddar landbúnaðarvørur fyri mvg. - Hvussu ætlar man politiskt at syrgja fyri at fortreytirnar fyri at reka føroyskan landbúnað verða gjørdar nøktandi og attraktivar frameftir. - Føroyskur landbúnaður og matvørutrygd í einum alt meiri ótryggum heimið. Kjakfundurin verður stroymdur í samráð við Norðlýsið. Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari. Allir politiskir flokkar verða umboðaðir. 18:00 Liðugt Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
February 2026
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072
RSS Feed