L I S T A F R A M S Ý N I N G
HANSINA IVERSEN
Leygardagin 29. august, letur upp listaframsýning
við listakvinnuni Hansinu Iversen
Framsýningin hevur heiti Impromptu.
Fernisering verður klokkan 16:00
og kemur Hilmar Høgenni at røða,
umframt Guðrið Hansdóttir,
sum syrgir fyri tónleikinum.
Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit.
Hansina málar litríkar málningar, hon arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta. Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi.
Hansina kemur frá einari listariligari familju. Abbi hennara var William Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági Ruth Smith.
Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi.
Framsýningin hongur uppi fram til 15. september 2026
og kann vitjast fylgandi dagar og tíðir:
Sunnudagar 15:00 til 19:00
Mánadag til fríggjadagur 16:30 til 18:00
Um tað ikki er møguligt at vitja ásettu tíðir, kann ein hóskandi tíð finnast
við at seta seg í samband við telefon 217055, fyri at finna eina hóskandi tíð.
Hjartaliga vælkomin !

|
Hanni Bjartalíð
Uttan heiti, 15/2019 44,5x47,5 cm Nr. 22
Bárður Jákupsson Vatnlitamynd, innrammað Stødd: 60x60 cm |
Verkini eru at síggja í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48, 700 Klaksvík
Fyrilit verður tikið fyri litmuni á málningum á heimasíðuni og í veruleikanum!
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072