|
18/9/2026 Bárður Dal Christian í Gamla SeglhúsinumBárður Dal Christiansen Fáfongd og feigd Leygardagin kl. 16.00 letur ein forvitnislig og forkunnug framsýning við Bárði Dal Christiansen upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Framsýningin ber heitið Fáfongd og feigd og snýr seg eitt sindur um lívið, tilveruna, Kingo og tað, ið bíðar næst. Við sær hevur Bárður eisini tann miðaldrandi spíran Bartal Hermansen, sum luttekur við einari myndarøð – fyri fyrstu, men ikki seinastu ferð. Vónin er, at vit gerast betri til at pakka okkara fáfongd burtur og geva hvørjum øðrum fleiri herðakløpp. So má tíðin vísa, hvussu langt vit koma við at eggja heldur enn at køva. Til ferniseringina spæla komandi heimsstjørnurnar í Nettup, Baldur Holm og Lasar Ilic. Talan er um elektrotungan hiphopp, ið hóskar sera væl til hátíðiligar løtur. Boðið verður upp á vátt og turt til góman – og gleði og gleym. Hjartaliga vælkomin 22/8/2026 Hansina Iversen í Gamla SeglhúsinumLeygardagin 29. august, letur upp listaframsýning við listakvinnuni Hansinu Iversen í Gamla Seglhúsinum. Framsýningin hevur heiti Impromptu. Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða, umframt Guðrið Hansdóttir, sum syrgir fyri tónleikinum. Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit. Hansina málar litríkar málningar, hon arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta. Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi. Hansina kemur frá einari listariligari familju. Abbi hennara var William Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági Ruth Smith. Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi. Framsýningin hongur uppi fram til 15. september 2026 og kann vitjast fylgandi dagar og tíðir: Sunnudagar 15:00 til 19:00 Mánadag til fríggjadagur 16:30 til 18:00 Um tað ikki er møguligt at vitja ásettu tíðir, kann ein hóskandi tíð finnast við at seta seg í samband við telefon 217055, fyri at finna eina hóskandi tíð. Hjartaliga vælkomin ! 15/3/2026 Dávur Winther helt røðu til fernisering: Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla SeglhúsinumNakað av fólki møtti upp til fernisering í gjár seinnapartin, har høvið eisini var til eitt gott prát við listafólkini, sum vóru til staðar Dávur Winther helt røðu, sum verður endurgivin niðanfyri: Góðu Hjørdis og Hans Pauli! Vælkomin í hesa serligu búð – Gamla Seglhúsið í Víkunum Vit hava kenst væl og havt eitt drúgvt á áhuagvert samstarv í nógv ár, ja, heilt síðani fyri 2000, tá ið arbeiðið uppá standmyndina av Kjølbro fór av bakkastokki – Tað tók tíð at fáa hana upp at standa. Tann 26. mai 2002 er hátíðardagur, sum fer at eydnast til fulnar, skrivar Klaksvíkar býráð í tíðindaskrivi. Hátíðarhaldið verður kl. 16 sunnudagin á Biskupsstøð, á økinum uttanfyri Bókasavnið, har standmyndin skal standa. Vit gjørdu eisini eina stóra kanning og frágreiðing saman í hesum sambandi um torg og strætir – og serliga um steinsetingar, har standmyndir stóðu og standa. – Hetta fyri ikki bert at seta Kjølbro á asfalt. Men peningur ella mangul uppá sama, hevur tíverri ofta nógv at siga í slíkum førum. Fípar Fagra kom upp at standa í august 2008, tá ið kommunan fyllti 100 ár. Eisini var samstarv um Kópakonuna, sum varð avdúkað tann 1. august í 2014. Og ikki minst standmyndin av Elinborg Lützen, sum varð avdúkað, týsdagin 24. september 2019 - Fyrsta standmynd av einari navnnevndari kvinnu í Føroyum, sum tá varð avdúkað úti í Klaksvík. Veit at høvdið á Elingborg er nr. 14 ella 15 - Ikki fyrr enn tá vart tú nøgdur! Stuttligt – og tað fortelur nógv um teg, at tú í 10. flokki bankaði uppá hjá Janusi Kamban, og spurdi um tú kundi koma í praktikk - starvsvenjing hjá honum? Aðrir fóru at egna ella til skips. Janus og hansara serliga og mynduga høvd, rakað, sum kanska ikki var so vanligt tá, var hugtakandi – og sum tú eisini moduleraði. Havi verið inni í atellierum hjá tykkum báðum fleiri ferðir. Har er altíð áhugavert at hoyra tykkum práta um verk tykkara – og ikki minst, tá ið tit meta um og viðmerkja listaverkini hjá hvørjum øðrum. Frits plagdi at kalla málningar sínar fyri hansara “Penslabørn” – Veit ikki hvat tú ella tit kalla tykkara mong “børn” og høvd, sum standa eitt ótal av á atelierinum. Takk fyri mongu góðu kopparnar av kaffi inni har – apropos framsýningina í dag... Tit duga at tekna, sum er grundhandverkið fyri so mangt – fyri at kunna mála ikki minst, at kunna úttrykkja seg, siga tað, tit ynskja. Men ikki minst, tá ið ein standmynd skal evnast til, tá er umráðandi at duga grundhándverkið: At tekna! Myndirnar, sum hanga her í dag, siga, at tit duga hetta kynstrið. Uttan at fara í smálutir við ættargransking, kann eg stutt nevna, at Hans Pauli er ættaður av Húsum, barnvaksin í Havn. Hjørdis er ættað av Skarði, ommudóttir Sannu av Skarði, sum hon minnist. Hon er barnvaksin bæði í Svøríki og Føroyum, seinni búsett í Danmark. Takk fyri og vælkomin til Klaksvíkar – grannabýin hjá Húsum, her tit hava fleiri fjølskyldur. Um málningarnar hjá Hjördis Haack Hon vísir eina røð av smærri oljumálningum, har evnini eru speglingar í kaffiyvirflatuni. Ofta hava vit eitt serligt samband við kaffikoppin – Ein yndiskopp, sum er serliga góður at drekka úr, ommukoppurin, yndiskoppurin, koppurin, tú fann í skrellispannini ella koppurin, tú kanska tók við tær heim úr flogfarinum. Allir koppar hava sína søgu. Í hennara listarliga arbeiði hevur hon fleiri ferðir vent aftur til evnið speglingar. Speglingar í silvurtallerkum, speglingar í hyljum ella speglingar í uppvaskifatinum. Kaffiyvirflatan virkar sum ein spegil, ið avspeglar rúmið og fangar gluggar, ljós og skuggar. Ein góður koppur av kaffi tíðligani á morgni. Fráveran av litum – teir svart-hvítu kopparnir, kann stundum kveikja hugasambond til gamlar ljósmyndir. Sum sæst, hevur hon valt at lata umhvørvið kring koppin vera ómálað. Koppurin stendur nakin og meira reinur eftir, sum ein einkultur lutur – ella sum eitt emblem. Oljumálningar eru oftast hennara listaobjekt. Stundum forstørrar ella veksur hon gerandislutir ella evni upp til mega- ella risa-støddir fyri at kanna skapningin; medferðina, verumátan ella lyndiseyðkenni á lutinum. Hjørdis hevur gjørt fleiri størri prýðisuppgávur, m.a. ein 12 meter langan málning, har sólin er ímyndin í verkinum. Hesin hongur í gongusalin á August Krogh stovninum. Um framsýningina hjá Hans Pauli Olsen Tekningarnar, sum her hanga, eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum - modellinum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell um somu leið í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering. Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Myndevnið er landsløg og modelltekningar - kroppar. Kroppar sum í førum gerast til standmyndir. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum m.a. Skarðið yvir Skarðs-bygd, tekniaðar í teirra deiliga húsi á Húsum, sum tey eru góð við og umtala ofta og títt. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn. Mannakroppurin hugtekur altíð og hevur verið myndevni í túsundir av árum – m.a. varðveittar frá holu-tekningum. Ikki minst vóru rómverjar og grikkar eisini hugtiknir av mannakroppinum og gjørdu nógvar standmyndir. Mannakroppurin hevur verið eitt av elstu myndevnum, og sum Hans Pauli hevur endurskapt so hegnisliga í sínum “myndahøggi” ella serstaka stroki í mongu standmyndunum sínum. Hans Pauli skapar sínar serligu mannaverður, sum tú blæsir lív í við sínum hegniga kynstri og stroki. Sama ger Hjørdis við sínum oljumálninum við so nógvum ymiskum sniðum og speglingum, sum tó at tær eru tveydimensionellar, gerast trýdimensionellar ella rúmligar av speglingunum. Framsýningin hongur uppi fram til páskir Opið man-sunnudag kl 15-18 Tó stongt leygardagin Listaframsýning Hjørdis Haack & Hans Pauli Olsen Millum likam og kaffe speglingar Fernisering Leygardagin 14. mars kl. 16.00 Hjördis vísir framm 15 oljumálningar av kaffikoppum, har dentur verur lagdur á kaffi speglingina. Hans Pauli vísur framm modell tekningar og landslags tekningar. Leygardagin 14. mars 2026 kl. 16.00 letur upp framsýning við oljumálningum hjá Hjördis Haack og við tekningum hjá Hans Paula Olsen. Dávur Winther heldur røðu og okkurt leskandi verður aftaná. Hjördis Haack sigur um sínar málningar: Eg vísi eina røð av smærri oljumálningum, har evnini eru speglingar í kaffiyvirflatuni. Ofta hava vit eitt serligt samband við kaffikoppin – ein yndiskopp, sum er serliga góður at drekka úr, ommukoppurin, yndiskoppurin, koppurin tú fann í skrellispannini, ella koppurin tú kanska tók tær heimvið í flogfarinum. Allir koppar hava sína søgu. Í mínum listarliga arbeiði havi eg fleiri ferðir vent aftur til evnið speglingar. Speglingar í silvurtallerkum, speglingar í hyljum og speglingar í uppvaskifatinum. Kaffiyvirflatan virkar sum ein spegil, ið avspeglar rúmið og fangar gluggar, ljós og skuggar. Ein góður koppur av kaffi tíðligani á morgni. Fráveran av litum – teir svart-hvítu kopparnir – kveikir stundum hugasambond til gamlar ljósmyndir. Eg velji at lata umhvørvið vera ómálað. Koppurin stendur meira reint eftir sum ein einkultur lutur – ella sum eitt emblem. Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina: Tekningarnar eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering. Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum er tá ið eg tekni ein nakka, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avrita tann partin yvir á ta skjótu tekningina. Myndevni er landsløg og modelltekningar. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.” Hjördis Haack: Uppvaksin í Gøteborg, mamman var føringur og pápin dani. Útbúgving Kungliga konstakademien Stockholm. Limur í kunstnersamfundet dk kunstnersammenslutningen Grønningen. Kunstnersammenslutningen Vraa. Hans Pauli Olsen: Útbúgving Det kongelige danske kunstakademi kbh. Limur í Kunstnersamfundet dk. Limur í Bkf. Limur í kunstnersamnen skutningen Grønningen. Limur í kunstnersammenslutningen Vraa. Hjartaliga Vælkomin! Fundarstjóri er Kári Thorsteinsson 10:00 Skráseting 10:30 Karl Johansen, borgarstjóri setur ráðstevnuna 10:40 Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum 11:10 Búnaðarstovan Tróndur G. Leivsson, stjóri Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi 12:00 Miðmálið 13:00 IRF – Tað sum eftir er IRF hevur tikið stig til eina nýggja og spennandi verkætlan, sum skal kveikja áhugan fyri avroðum – ein rávøra, sum hevur stórt virði bæði fyri heilsu og burðardygd. Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu. Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað. 13:20 Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Ridliskriðið - status 13:50 MBM – ein sentralur framleiðari av mjólkaúrdráttum. - Mjólkavinnan í dag - Ís og ostframleiðsla 14:10 Tann Grøna Matveitingin Tann Grøna Matveitingin fer undir eina verkætlan at keypa, hagreiða og selja tilsamans fimm tons av rótum úr Stóru Dímun. Verkætlanin hevur fingið játtað 258.000 krónir í stuðli frá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Verkætlanin er ein roynd at virðisøkja og leingja haldførið á føroyskum grønmeti og at tryggja grundarlagið undir framleiðsluni. Talan er um samstarv millum Ta Grønu Matveitingina, Dímunargarð, Mat- og tilfeingishúsið og Búnaðarstovuna. Verkætlanin kann verða ein liður í at styrkja føroyska mat- og grønmetisframleiðslu, sigur Joan Sørensen, sum eigur og rekur Ta Grønu Matveitingina. 14:30 Sigurður Torfi Sigurðsson, Ráðgevi á RML (IS) Búnaðarsamstarv - Burðardygg Jarðarraøkt Tvørtur um Norðanlond 14:50 Hagstovan 15:10 Kallsgarður 15:30 Føroyska Rossið í landbúnaðinum. Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna vegna Felagið Føroysk Ross og Jóna Adelaide Ólavsdóttir, røktari á Búnaðarstovuni, vegna Búnaðarstovuna 15:50 Framløgur liðnar – kaffi vm. 16:15 Kjakfundur "Er landbúnaðurin á einum vegamóti, fleiri spurningar eru, heldur enn svar, m.a." - Jarðarviðurskiftir hjá Festarum eru ikki nøktandi og mugu endurskoðast. - Hvat vil man við menning av føroyskum landbúnaði, tá ið man eitt nú frítekur útlendskt framleiddar landbúnaðarvørur fyri mvg. - Hvussu ætlar man politiskt at syrgja fyri at fortreytirnar fyri at reka føroyskan landbúnað verða gjørdar nøktandi og attraktivar frameftir. - Føroyskur landbúnaður og matvørutrygd í einum alt meiri ótryggum heimið. Kjakfundurin verður stroymdur í samráð við Norðlýsið. Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari. Allir politiskir flokkar verða umboðaðir. 18:00 Liðugt 5/2/2026 Búnaðarstevna í Varpinum 14. februar
LISTAFRAMSÝNING & KONSERT 7., 8. og 9. august Gamla Seglhúsið verður karmur um myndlist og tónleikaframførðslu hjá Stewart brøðrunum, Graham og Neil í døgunum 7. til 9. august 2025. Listaframsýning kl. 14-19Graham og Neil sýna fram egin verk, sum eru í ymsum miðlum. Neil hevur sýnt fram sína list mangar ferðir, men hetta verður fyrsta framsýningin hjá Graham Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, verður opin dagliga frá 14:00 til 19:00. Konsert kl. 19.00atgongumerki.fo/3398037/stewart-broedurnir-mynd-tonlistamennStewart Brothers Guitar Duo fara eisini at framføra akustiskar gittarkonsertir hvønn dag 7., 8. og 9. august. Atgongumerki til konsertirnar eru avmarkaði, og kunnu bíleggjast á netinum umvegis atgongumerki.fo. Guitarduoin “Stewart Brothers Guitar Duo”, sum Graham og Neil Stewart hava stovnað – beiggjar, sum hava føroyska mammu og skotskan pápa – hevur sínar røtur í einum lívslangum bandi, sum byrjaði í barnaárunum. Nú hevur duoin heimstað í Skotlandi og framførir ævintýrkendar spanskar guitartulkingar av samtíðarsangum hjá listafólkum sum Queen, Foo Fighters, Norah Jones, umframt sangir úr Meksiko og Kuba millum nógv onnur. Debutalbum hjá teimum, Songs Without Words, sum Óli Poulsen hevur framleitt, er sett at koma út í juli 2025. Beiggjarnir eru virknir í føroyska og bretska tónleika- og myndlistapallinum. 23/2/2025 Torbjørn Olsen í Gamla SeglhúsinumFríggjadagin 7. mars kl. 18.00 letur upp listaframsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Hjartaliga vælkomin! |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2026
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072

































RSS Feed