|
18/9/2026 Bárður Dal Christian í Gamla SeglhúsinumBárður Dal Christiansen Fáfongd og feigd Leygardagin kl. 16.00 letur ein forvitnislig og forkunnug framsýning við Bárði Dal Christiansen upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Framsýningin ber heitið Fáfongd og feigd og snýr seg eitt sindur um lívið, tilveruna, Kingo og tað, ið bíðar næst. Við sær hevur Bárður eisini tann miðaldrandi spíran Bartal Hermansen, sum luttekur við einari myndarøð – fyri fyrstu, men ikki seinastu ferð. Vónin er, at vit gerast betri til at pakka okkara fáfongd burtur og geva hvørjum øðrum fleiri herðakløpp. So má tíðin vísa, hvussu langt vit koma við at eggja heldur enn at køva. Til ferniseringina spæla komandi heimsstjørnurnar í Nettup, Baldur Holm og Lasar Ilic. Talan er um elektrotungan hiphopp, ið hóskar sera væl til hátíðiligar løtur. Boðið verður upp á vátt og turt til góman – og gleði og gleym. Hjartaliga vælkomin Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2026
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072
RSS Feed