Starvsfólkaútferð ella bólkaútferð í Hattarvík í Fugloy
Vit bjóða okkum til at fyriskipa tykkara starvsfólkaútferð ella bólkaútferð í Hattarvík á Fugloynni.
Skrá:
Kostnaður:
Kostnaður pr. persón, íroknað morgunmatur, matpakki, súpan, drekkivørur tilsamans kr. 450,- umframt kr. 1.875,- pr. ferðaleiðara pr. dag. (Meirvirðisgjald er íroknað kostnaðinum).
Bólkar skulu ikki telja minni enn 10 fólk. Tá talan eru um 15 fólk ella fleiri, er neyðugt við tveimum ferðaleiðarum ella fleiri. Er talan um størri bólkar, verður mett um hóskandi tørv á ferðaleiðarum og hjálparfólkum.
Í sambandi við bílegging, kunnu vit syrgja fyri bólkabílegging við "Rituni". Ferðaseðlakostnaðurin er kr. 40,- pr. persón, galdandi báðar vegir.
Neyðugt er at taka hædd fyri veðurlíkindum. Um serlig ynskir eru uttan fyri skrá og tilboð okkara, kunnu vit eisini tosa nærri um hetta og finna eina hóskandi loysn til júst tygara tørv.
Áhugaði kunnu seta seg í samband við:
Símun Gullaksen, telefon +298 217055
ella við at senda ein t-post til: [email protected]
Skrá:
- Farið verður úr Hvannasundi kl. 08:45 við "Rituni" til Fugloyar, Hattarvík. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir.
- Byrjað verður við morgunmati.
- Eftir hetta, verður skipað fyri einum gongutúri niðan á Eystfelli við staðkendum ferðaleiðara, sum somuleiðis vísir á og greiðir frá um støð, søgur og sagnir. Øll fáa ein góðan føroyskan matpakka við. Túrurin tekur uml. 2 tímar og er rímuliga lættur at ganga.
- Komin oman úr haga, verður borðreitt við súpan, te og kaffi.
- Síðani verður ein frásøgutúrur í bygdini og vitjað verður áhugaverd støð vm.
- Fráferð við Rituni til Hvannasund uml. kl. 16:00 og koma til Hvannasunds uml. kl. 17:30.
Kostnaður:
Kostnaður pr. persón, íroknað morgunmatur, matpakki, súpan, drekkivørur tilsamans kr. 450,- umframt kr. 1.875,- pr. ferðaleiðara pr. dag. (Meirvirðisgjald er íroknað kostnaðinum).
Bólkar skulu ikki telja minni enn 10 fólk. Tá talan eru um 15 fólk ella fleiri, er neyðugt við tveimum ferðaleiðarum ella fleiri. Er talan um størri bólkar, verður mett um hóskandi tørv á ferðaleiðarum og hjálparfólkum.
Í sambandi við bílegging, kunnu vit syrgja fyri bólkabílegging við "Rituni". Ferðaseðlakostnaðurin er kr. 40,- pr. persón, galdandi báðar vegir.
Neyðugt er at taka hædd fyri veðurlíkindum. Um serlig ynskir eru uttan fyri skrá og tilboð okkara, kunnu vit eisini tosa nærri um hetta og finna eina hóskandi loysn til júst tygara tørv.
Áhugaði kunnu seta seg í samband við:
Símun Gullaksen, telefon +298 217055
ella við at senda ein t-post til: [email protected]
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072