28/2/2014 Fólkaflokkurin fundast í KlaksvíkNorðlýsið: John William Joensen Nú seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni nærkast er ting- og landstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum á fundi í Klaksvík í Gamla Seglhúsinum. Lagið var gott og huglagið jaligt eftir at formaðurin í Fólkaflokkinum í gjár vegna allar flokkar á tingið legði uppsskot fram um at stovna felag sum skal byggja og reka Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin. Fólkaflokkurin segði seg arbeiða við nógvum spennandi málum men hvat var á skránni til fundin í seglhúsinum var loyniligt varð sagt. 22/2/2014 Hummarasølan vælvitjaðÍ samband við Torradagarnar, høvdu vit opið hús í Gamla Seglhúsinum. Jákup og Hergerð Ziskason, sum eru eitt satt gastronomiskt toymi, syrgdu fyri leskiligari hummarasúpan, og høvdu fólk annars eisini møguleika til at hyggja seg nærri kring um í Gamla Seglhúsinum. Kristan Eliasen sýndi fram sítt sera snotuliga modelskip, sum er av gomlu “Norðborg”, og varð somuleiðis ein myndafrágreiðing um arbeiðsgongdina av hesum sera snotuliga handverki. Niðanfyri, á torginum, høvdu vit sett tvey kør upp, sum vit fingu til vega frá Sjómannadegnum. Hesi kør skuldu nýtast til høvuðstiltaki, nevnliga søla og framsýninga av livandi Jákupskeljum, jomfrúhummara, svørtum hummara og krabbum. Steintór Debes og frúan, sum hava hummarafiskiskap á Funningsfirði komu við rávørum og seldu til nógvar svangar gómar, sum ynsktu at royna hesa leskiligu rávøru í køkinum ella á grilluni. Jú sigast má, at hetta tiltak eydaðist avbera væl og eru vit takksom fyri góða undirtøku og nógvar vitjanir. Somuleiðis skal Dávur Winther fáa stórt rós fyri Torradagarnar. Myndatøka: Dávur Winther
Leygardagin 22. februar verður stór hummarasøla á torginum niðanfyri Gamla Seglhúsið. Byrjað verður kl. 11, har møguligt verður at keypa livandi jomfrúhummarar, taskukrabbar ella jákupsskeljar frá Steintór. Stóru hummararnir Klípus og Klippus verða eisini at síggja uttanfyri Gamla Seglhúsið leygardagin. Grafia bjóðar í hesum sambandi til Opið Hús frá kl. 11 7/2/2014 Jógvan Skorheim vitjar læraralesandiBorgarstjórin, Jógvan Skorheim vitjaði í morgun læraralesandi, sum eru til undirvísing í Gamla Seglhúsinum.
Undirvísingin fer fram umvegis fjarlestur í samráð við Fróðskaparsetur Føroya. Talan er í fyrstu syftu um eina royndarverkætlan, har næmingar í Sandoy, í Runavík og Klaksvík, fáa undirvísing úr høvuðssætinum í Tórshavn. Bæði undirvísarar og næmingar eru sera væl nøgdir við hesa loysnina, sum styttir munandi um tíð til at ferðast aftur og fram. Tíðindaskriv Mikudagin 5. februar skulu tey, sum ganga fyrsta árið á læraraútbúgvingini, sum vanligt møta til undirvísing. Tey flestu møta á Frælsinum í Havn – men hendan dagin fer eisini at bera til at møta til undirvísing í Runavík, í Skálavík, í Klaksvík og í Vági. Tá byrjar ein fýra mánaða long royndartíð, har Setrið samstarvar við lokalar partnarar um at royndarkoyra videoútgerð, sum er serliga vælegnað til at samskifta við um netið. Til dømis at undirvísa ígjøgnum.
Videofundir Tað er fyritøkan Sp/f Videofundir, sum hevur boðið útvaldum stovnum og fyritøkum at royna útgerðina í eitt tíðarskeið, og síðani at leiga ella keypa hana. Útgerðin er løtt at nýta, og so strembar hon eftir at vera eitt tól til tvívegis samskifti. Fyri tey læraralesandi vil tað siga, at tey kunnu ikki bara fylgja undirvísingini – tey kunnu vera ein partur av flokkinum og viðmerkja og spyrja, eins og sótu tey í auluni í Havn. Bæði mynd og ljóð eru sera góð. Útgerðin er í stuttum ein skíggi, ein fjarstýring, og so ein mikrofon og eitt myndatól, ella fleiri, um tørvur er á tí. Onnur sleppa eisini undan ferðing Fjarlestur er ein táttur, sum fer at verða royndur hesar komandi fýra mánaðirnar, men luttakandi partarnir ætla at royna so nógv virksemi sum gjørligt - til dømis bjóða privatum at halda fundir umvegis videoútgerðina og vita, um tað ber til at avgreiða ørindi hjá almennum stovnum á hendan hátt, heldur enn at antin starvsfólk ella borgarar skulu út at ferðast. Tey luttakandi eru:
Miðlarnir eru vælkomnir at vera við fyrsta tíman mikudagin 5. februar, tá royndarkoyringin byrjar. Undirvísingin byrjar klokkan 09.00. Miðlarnir velja sjálvir, hvar í landinum fylgt verður við! Eisini eru miðlarnir vælkomir at venda aftur til hesa royndarkoyringina seinni, at vita, hvussu gongur. Tey lesandi fara í praktikk hálvan februar, so tá er hóskandi at gera fyrstu eftirmetingina. Fróðskaparsetur Føroya |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
December 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072