6/6/2016 Torbjørn væl móttikinSunnudagin 5. juni lat upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Til ferniseringina vóru møtt rættuliga fitt av gestum og umframt tónleik frá Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, setti formaðurin í Listafelag Føroya, Hilmar Høgenni, framsýningina. Røða: Tá Símun tíðliga í vár ringdi og spurdi, um eg kundi siga nøkur orð tá henda framsýningin hjá Torbjørni skuldi lata upp, ivaðist eg og bað hann ringja aftur seinni. Seinni játtaði eg, tí standi eg so her, í Gamla Seglhúsinum, sum er karmur um partar av fjøltáttaða virkseminum hjá Jastrid og Símuni. At skipa fyri skiftandi listaframsýningum í hesum kørmum er innlýsandi, tá tit hava sett tað í verk. Men at gera hetta hugskot til veruleika kemur ikki av sær sjálvum. Símun er ágrýtin og ikki minst ótolin, so hetta hava tit fingið at rigga sera væl. Hyggja vit eftir hvørji listafólk longu hava sýnt fram her og hvørji standa á skrá, er talan um nógv av okkara fremstu listafólkum í Føroyum. Tað sum drívur verkið hjá tykkum á hesum øki er ein brennandi áhugi fyri list. Hetta er sama inngongd til listina sum mín egna, góð list sum ikki bara er fragd fyri eyga, men eisini er avbjóðandi, har listafólkið hevur lagt eitt petti av sál síni í. Hetta er aðru ferð at Torbjørn sýnir fram her. Alt tað eg kann minnast, havi eg vita hvør tú vart Torbjørn, sjálvt um tú kanska ikki hevur borið kenslu við meg. Eg fari at hugsa um eina ferð í vetur, tá Jastrid og Símun høvdu boði teimum listafólkum, sum høvdu sýnt fram í farna ári, saman við øðrum, til døgurða við Gutta sum kokki, her í húsinum. Tað var fitt av kava, so bussurin, sum kom eftir okkum, fekk ikki koyrt inn í Eiriksgøtu eftir tær, men stóð og bíðaði úti á Svalbardsvegnum. Tá eg kom ímóti tær, spurdi tú um eg var busssjaførurin sum Símun hevði sent eftir tær. Torbjørn er føddur í 1956 og voksin upp úti í Grønlandi, men sum flestu Havnarfólk eru røtur tínar aðrastaðni. Pápi tín av Húsum og mamma tín úr Vík. Sjálvur eri eg eitt sindur yngri enn tú, eitt ár eldri enn beiggi tín Marius, eg eri føddur meðan vit búðu á Húsum, men eri uppvaksin í Vík, sum granni hjá abba tínum Hans Paula á Bø. Tey stóru flottu hvítu húsini við teimum risa stóru trøunum sum vit klatraðu í og stikkulsberarunnum sunnanfyri sum vit ótu av. Húsini við fleiri úthúsum, stórum rundum kvistum og handli í kjallaranum, har mostir tín Hildubjørg ofta stóð innanfyri skivuna, áðrenn hon giftist til Hvalvíkar. Og abbi tín, sum kundi finna uppá at bjóða bomm, tá eg og hini børnini stóðu uttanfyri tað gráu skivuna at keyp slikk og bomm í leysari vekt við eini krónu ella um illa stóð til, bara einum 25-oyra. Tá bar eisini til at keypa eina skipskeks í senn. Eg minnist eisini Jóhannus á Bø, mammubeiggja tín, sum veitti tær íblástur at gerast listamaður. Minnist eisini jólakortini sum, minnist meg rætt, tú og beiggjarnir teknaðu. Tey vóru eisini til keyps í handlinum hjá Niels á Bakka, sum tú seinni keypti og hevur nýtta at mála í. Eg seti meg ikki føran fyri at greina listina hjá Ttr út frá einum listfrøðiligum sjónarhorni, men eg kann royna at seta orð á tað sum hugtekur meg í list tíni. Við kvikum rørslum gandar tú fram litríkar tulkingar av myndevnum tínum, veri tað seg Havnin, landsløg, naknar kvinnur, portrettir, bíbilskar hendingar ella sjálvsmyndir. Hóast litirnir eru nógvir og ógvusligir, missir tú ongantíð stýringina. Nakrar strikur og tú sært Nólsoyggina, tangarnar á Viðanesi, brúnna um Streymin ella naknu kvinnuna. Og so er tað ljósið, sum er undir, yvir og aftanfyri. Hesi seinnu árini hevur ljósi verið ljóst, (tað sær út sum um tað sum oftast er sól og summar), so kanst tú spyrja um tað er ein lýsing av tí sum er fyri framman, tá tú lítur at myndaevninum ella tað er ein lýsing av tí, sum tú í huganum sært fyri tær. Fara vit aftur í 90-ini var litavalið ella ljósið eitt heilt annað. Tá tóktist ofta sum tað var seint á degi, skýming ella kvøld. So eru tað portrettini har tú við fáum strokum myndar eygu og brá, og samstundis fult og heilt hevur lýst persónin og hansara lindi fyri okkum. Fyri trimum árum síðani hevði tú eina stóra mynd við á heysfrasýningini, sum bar heiti "brotsverk, model og sjálvsportrett". Tá var ein ummælari sum setti spurningin, um tú í roynd og veru tók lívið av hesum myndevni hjá tær, men so var ikki. Sum vit síggja her í dag, hevur tú ikki slept kvinnuni sum myndevni. Kvinnumyndirnar eru áhugaverdar og serliga har tú sjálvur er við, smæðin,ofta hálvt burturvendur, og tó í eygum tínum síggja vit inn í innaru rúm tíni. Eitt petti av sál tíni er avmynda í sjálvsmynd tíni. Við hesum orðum er framsýningin opin. ----------- Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar og steinprent. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juli. Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! Myndir frá ferniseringini: 1/6/2016 TORBJØRN OLSEN Í GAMLA SEGLHÚSINUMSunnudagin 5. juni letur upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Hilmar Høgenni, formaður í Listafelag Føroya at røða. Umframt ábit og okkurt leskandi afturvið, koma Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe at framføra eitt sindur av tónleiki. Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar og steinprent. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juli. Hetta er aðru ferð, at Torbjørn Olsen vitjar í Gamla Seglhúsinum og henda sermerkta dag, er eisini Grundlógardagur, Norðoyastevna og pápadagur :-) Framsýningin er opin soleiðis: Sunnudagin 5. juni kl. 14 - 20 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072