25/2/2018 Arnold Vegghamar í Gamla SeglhúsinumSunnudagin 4. mars letur listaframsýningin við Arnold Vegghamar upp. Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Helgi Fossádal at flyta fram røðu. Eisini verður tónleikur, lættari ábit og okkurt leskandi, umframt at møguleiki er at heilsa uppá listamannin. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, umfatar 35 oljumálningar og hongur uppi allan mars mánaða. Opið er: Mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00 Sunnudag 14:00 til 18:00 Øll eru hjartaliga vælkomin :) Á Gamla seglhúsinum er Bárður Jákupson frammi við málningum fyri aðru ferð og niðanfyri ber til at lesa røðuna, sum borgarstjórin, Jógvan Skorheim helt við ferniseringina ídag: Góði Bárður og góðu tit øll Tað kennist ómetaliga væl at vera aftur her í Gamla Seglhúsi til fernisering. Og hesaferð enntá eyka stuttligt, tí fyri hálvum triðja ári síðan stóðu vit júst sama stað til júst sama høvi, so eg hevði ikki væntað at fáa víst sama heiður at siga nøkur orðhesaferð. So tað takki eg hjartaliga fyri. *** Mín egni kunnleiki til list er snøgt sagt avmarkaður. Eri ongin serfrøðingur, so fyri at finna nøkur gávaði orð at lýsa listina hjá Bárði við, leitaði eg mær til serfrøðina. Í bókini “Livandi list” lýsir IngerSmærup Sørensen 49 av okkara fremstu nútíðar listafólkum, og har ert tú, Bárður sjálvandi við. *** “Okkurt í verkunum hjá Bárði Jákupssyni ger tey torgreidd at tulka. Kanska er tað tí, at listamaðurin arbeiðir bæði við naturalismuni og við abstraktiónini og skiftir millum hesi bæði fyribrigdi, so tað ongantíð er heilt greitt, hvat er veruleiki og hvat ikki er“. Um tað er samanrenningin av naturalismu og abstraktión, sum er avgerandi, fari eg ikki at gera meg klókan uppá, men eg dugi avgjørt at síggja, hvat Inge meinar við. Við penslastrokum megnar tú at skapa fleiri veruleikar í eini og somu mynd. Tú bjóðar sinninum og hugfloginum av, við tí úrsliti, at ein nýggjur heimur letur seg upp fyri okkum, meðan vit skoða tíni verk. *** Vit liva í einum heimi, sum hvønn dag broytist. Nógvar av broytingunum eru góðar og mennandi, men so eru eisini nakrar, sum tykjast ørkymlandi og ræðandi. Tað fantastiska við listini er, at hon kann dyrka tað góða í veruleikanum, og so kann hon broyta tað minni góða til tað betra við frælsi og hugflogi. Sjálvur fyllir tú 75 ár í ár, Bárður. So tú man í uppaftur størri mun enn eg, kenna aftur hetta við, hvussu heimurin er broyttur. Kanska er tað júst tí, at tú hevur dirvið og dygdina til at skapa hesar.. lata okkum kalla tað ‘alternativu veruleikarnar’ fyri at brúka eitt nógv umrøtt hugtak. Eg eri sjálvandi ikki vísur í, at hendan tulkingin hjá mær er røtt, tí vit hava jú fingið staðfest, at tíni verk eru torgreidd at tulka. Men um eg havi skilt tína list rætt, so havi eg næstan hug at uppsummera hana við orðunum hjá Steintóri Rasmussen, sum jú ofta megnar at seta orð á tað, sum annars er ringt at siga: Bárður, “Tú vakurleika málar, har náttúran dálkað er”. Tú skapar nýggjar møguleikar, nýggjar veruleikar og nýggjar vakurleikar. Heilt einfalt, tú gert heimin til eitt betri stað. Takk fyri tað. Allarbestu eydnu við framsýningini og enn einaferð hjartans takk fyri, at eg fekk møguleikan at bjóða tær vælkomnan til Klaksvíkar. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
April 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072