8/11/2022 Heðin Kambsdal í Gamla SeglhúsinumSunnudagin 13. november 2022 letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður sunnudagin kl. 16:00 og kemur Hanna Jensen at halda setanarrøðu. Eisini verður lættari ábit og syrgja Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen – sum vit kenna frá bólkinum Hjarnar – fyri tónleikinum. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 3. desember 2022. Framsýningin kann síggjast mánadagar til fríggjadagar frá kl. 16:00-18:00 og sunnudagar frá kl. 14:00 til 18:00. Um tað ikki er møguligt at vitja hesar tíðir, er møguligt at ringja 217055, fyri at finna eina hóskandi tíð. Øll eru hjartaliga vælkomin ! --- Heðin Kambsdal er føddur í Fuglafirði 1951. Frá barnsbeini av var Heðin áhugaður í list. Morbróðir Heðin, Símun Johannesen, sum málaði í síni frítíð, var fyrsti íblástur hansara í list. Sum 16 ára gamal var Heðin til eina listaframsýning av Jóannis Kristiansen. Spælið í millum ljósið og myrkrið frá myndunum, sum eyðkennir málningarnar hjá Heðin í dag, er sprottin úr hesi framsýning. Fyrstu myndirnar hjá Heðin vóru blýantstekningar ella evnaðar til við oljukriti. Í 1965 fekk Heðin sína fyrstu oljumálningaútgerð og byrjaði at gera oljumálningar. Útbúgving og arbeiði: Heðin fór í byrjanini av 70’unum til Danmarkar á læraraseminarium umframt at nema sær serkunnleika innan list. Eftir lokna útbúgving arbeiddi Heðin eitt skifti sum lærari í Fuglarfjarða skúla, til leiðin aftur gekk til Danmarkar á musikkonservatorium. Eftir lokna útbygving sum organistur í byrjanini av 90’unum, arbeiddi hann nøkur ár í Danmark sum organistur og kórleiðari. Hesi árini í Danmark helt Heðin áfram við at mála. Hann arbeiddi út frá egnum skitsum og myndum, hann hevði tikið úr Føroyum. Hann sendi málningar til Føroyar millum annað til Ólavsøku-framsýningar og hevði somuleiðis fleiri framsýningar í Danmark. Í 1997 kom Heðin aftur til Føroyar og hevur síðani starvast sum klaverlærari og organistur. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
November 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072