Heiðrik á Heygum sýnir fram listaverk síni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík frá fríggjadegnum 4. oktober til 25. oktober 2024. Listaframsýningin hevur heitið, “hvøreriegnú?”. Framsýningin fevnir um 12 akvarellmálningar, sum hvør í sínum lagi lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum. Framsýningin snýr seg um evnið umskapan, har Heiðrikur hugleiðir um ferðina frá onkrum gomlum til nakað nýtt. Í listaverkum sínum á framsýningini, hugleiðir Heiðrikur um endurskapan, endurføðing, samleika og grøðing. - Fyri at byrja av nýggjum, má ein bróta sundur. Fernisering verður fríggjadagin 4. oktober frá kl 16.00 til 19.00. Framsýningin kann vitjast gerandisdagar frá 14.00 til 17.00 og sunnudagar frá 15.00 til 18.00. Hjartaliga vælkomin. Leygardagin 20. apríl 2024, letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal. Fernisering verður leygardagin 20. apríl klokkan 16:00 og kemur Dávur Winther formaður í Norðoya Listafelag at røða. Sangbólkurin SUÐ syrgir fyri tónleikinum og verður umframt okkurt leskandi til góman. Hjartaliga vælkomin Rættuliga fitt av gestum høvdu leita sær til ferniseringina hjá Hans Paula Olsen listamanni, sum sýnir fram í Gamla Seglhúsinum nú um daganar og fram til 23. mars. Teir tríggir Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen, bergtóku eisini gestinar við sínum tónleikaframførðslu og lættari ábit við skerpikjøti og røstum kjøti úr Eystfellinum fingu gestirnir eisini undur góman. Hilmar Høgenni, sum so mangan, setti framsýningina við frálíkari røðu til listamannin, og verður hon endurgivin her: Hans Pauli Olsen í Gamla Seglhúsinum “Tá Símun ringdi og spurdi, um eg kundi siga nøkur orð í dag, nú henda framsýningin hjá Hans Paula letur upp, ivaðist eg fyrst, men lovaði at ringja aftur. Men eg ivaðist ikki leingi og tí standi eg her. Hans Pauli er føddur í 1957 og voksin upp úti í Grønlandi. Sum flestu havnarfólk eru røtur hansara aðrastaðni. Pápin var av Húsum og mamman var úr Vík. Eg havi altíð vita hvør tú var, Hans Pauli . Sjálvur eri eg eitt sindur yngri enn tú og bara eitt ár eldri enn yngsti beiggi tín Marius. Eg eri føddur á Húsum, men eri uppvaksin í Vík, sum granni hjá abba tínum Hans Paula á Bø, sum tú er uppkallaður eftir. Tey stóru flottu hvítu húsini við teimum risa stóru trøunum, sum vit klatraðu í og við stikkulsberjarunnum í garðinum sunnanfyri, sum vit ótu av. Húsini við fleiri úthúsum, stórum rundum kvistum og handli í kjallaranum, har mostir tín Hildibjørg ofta stóð innanfyri skivuna, áðrenn hon giftist til Hvalvíkar. Og abbi tín, sum kundi finna uppá at bjóða bomm, tá vit børn stóðu uttanfyri tað gráu skivuna fyri at keyp slikk og bomm í leysari vekt fyri eina krónu ella, um illa stóð til, bara einum 25-oyra. Tá bar eisini til at keypa eina skipskeks í senn. Eg minnist eisini jólakortini, sum, eg haldi, tú og beiggjarnir teknaðu. Tey vóru eisini til keyps í handlinum hjá Niels á Bakka, sum beiggi tín Torbjørn seinni keypti og nýtti at mála í. Eg seti meg ikki føran fyri at gera nakra djúptøkna greining av listini hjá tær, men sum ein glaður amatørur kann eg royna at lýsa, hvat hugtekur meg og hvat eg síggi og upplivi í tínari list. Hans Pauli tú er myndaskapari. Vit nýta ofta orðið myndahøggari, men Hans Pauli er fyrst og fremst myndaskapari. Hann høggur ikki myndirnar, men evnar standmyndir sínar til úr leiri við hondum sínum. Eg haldi at Hans Pauli sjálvur hevur lýst hetta - og seg sjálvan - sera væl í standmyndini “maðurin við leirinum” frá 1989 Har listamaðurin, sum hann hevur mynda seg sjálvan, stendur við hondunum fullum av leiri klárur, at byrja, at herja á, at evna til. Tá tú stendur frammanfyri hesi standmyndini, kanst tú fáa ta fatan at tú sjálvur ert standmyndin, sum listamaðurin er í ferð við at forma. Sjálvt skapi á standmyndini fær meg at hugsa um, at hendan standmyndin kann bera brá av eini standmynd hjá Janusi Kamban, sum Janus gav heitinum: “Maður við fiskateggjum” frá 1967. At eg nevni Janus Kamban er ikki uttan grund, tí tað var kanska har, tá Hans Paula var í starvsvenjing í 10. flokki hjá honum, at listaleiðin sum myndaskapari var løgd. 19 ára gamal fór Hans Pauli til Danmarkar. Fyrst á tekniskúla á Glyptotekinum og síðani á Kunstakademiið í Keypmannahavn. Seinni hevur hann eisini verið gestalærari bæði á akademinum í Keypmannahavn og á akademinum í Oslo. Hans Pauli evnar til við hondunum, tað sæst eisini týðiliga í standmyndum hansara. Tú kanst siga, at tær eru leysliga tilevnaðar. Men við neyvum varrum, eygnabrúm og hári, er verkið ikki leysligt ella hálvliðugt, sum tað stendur, men fullfíggja og lýtaleyst. Ein sannur meistari í so máta. Hann megnar sum fáur í dag tað klassiska myndlistakynstri. Hann dugur at spæla við okkara fatan av, hvat vendur upp og hvat vendur niður. Ella hvat er yvir ella undir. Kropparnir ella fólkini kunnu liggja á liðini ella standa á beinunum ella á høvdinum í sama skapi. Tey kunnu eisini vera í pørtum ella sum skuggar av sær sjálvum. Ella tá tað, sum er tikið burtur sum ein siluett, gerst partur at tí fysiska verkinum. Ella endurtøkan ella dupultmyndin, sum hann skapar við spegling. Í hesi framsýningini eru ongar standmyndir, men tekningar - modeltekningar og náttúrutekningar. Ørkini, sum hann hevur tekna á, hava øll somu stødd. Myndevnini eru ikki abstrakt og meira náttúrtrúgv enn standmyndirnar. Við einfaldu uppheingingini, verða tær einstøku tekningarnar settar saman til eina størri heild. Eitt myndateppi, sum hongur saman sum ein stórur myndaheimur av brotamyndum, sum aftur kunnu pettast sundur í sjálvstøðugar stakmyndir. Summi av myndevnunum rúmast ikki á einum blaði, men breiða seg yvir fleiri bløð, meðan onnur myndevni mugu deilast um einstøku bløðini. Soleiðis spælir hann eisini við, hvat hoyrir saman beinleiðis og hvat hoyrir saman óbeinleiðis. Hóast samanhangandi heildin millum hesi nógvu myndevni, sum kunnu tykjast at vera hugsað ella teknað sum samansett heild, haldi eg meg kenna onkrar av einstøku myndunum aftur frá øðrum samanhangum. Eg havi sæð tær fyrr, hanga saman við øðrum myndum í aðrari heild, í einum øðrvísi myndaheimi, settur saman til eitt annað høvi. Og sum tá sýntist eins sannførandi og tað vit síggja her. Náttúrumyndarnar eru flestar av Húsum og Kallsoyggini ella útsýninum haðani. Húsa kirkja, ljóssteyrin á keiini ella fjøllini á Kunoynni, hugnaligt og fjálgt, stórsligið og veðurbart. Hetta eru alt myndevnir sum beiggjar tínir Torbjørn og Marius eisini hava nýtt. Eg haldi at tað er ótrúligt sum Hans Pauli hevur gott stýr á sínum handverki. Og tað er líka mikið um tað er Húsa kirkja, ljósmasturin ella fjøllini. Tað sama er galdandi fyri tær naknu kvinnur og menn, sum hava siti fyri hjá honum - saman ella hvør sær. Við at klæða tey úr, ger hann tey leys av tíð og stað. Meðan hann við tekningini kannar myndevnið hann hevur frammanfyri sær. Hetta er helst eisini ein óloysiligur partur av skapanartilgongdini hjá Hans Paula, ymiskar tulkingar og tó afturkenniligar. Nýti høvi at kanna og njóti verkini hjá og saman við Hans Paula her í Gamla Seglhúsinum. Til lukku við framsýningini Hans Pauli og takk fyri Jastrid og Símun.” Framsýningin kann vitjast allar yrkadagar frá 14:00 til 17:00. Um tað ikki liggur fyri at vitja júst hesar tíðir, eru tit vælkomin at ringja 217055 (Símun) fyri at avtala eina tíð sum hóskar. Hjálagt eru nakrar myndir frá ferniseringini. 19/2/2024 Hans Pauli Olsen í Gamla SeglhúsinumFríggjadagin 23. Februar letur upp framsýning við tekningum hjá Hans Paula Olsen. Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða. Umframt lættari ábit verður eisini tónleikur við Karl Martin, Eyðun og Jógvan - kendir úr bólkinum Hjarnar. Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina: ”Tekningarnar eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering. Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum er tá ið eg tekni ein nakka, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avrita tann partin yvir á ta skjótu tekningina. Myndevni er landsløg og modelltekningar. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.” Møguleiki verður eisini at hitta listamannin sjálvan til ferniseringina og eru øll hjartaliga vælkomin. Sunnudagin 21. januar letur upp málningaframsýning við verkum hjá Eyðun av Reyni. Fernisering verður klokkan 16:00. Hjartaliga vælkomin. Sunnudagin 29. oktober kl. 16.00 letur upp málningaframsýningin - BÁRÐUR JÁKUPSSON Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður tónleikur og setanarrøða. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 26. november 2023. Opið er mánadag til fríggjadag frá 15:00 til 17:00 og sunnudag frá 15:00 til 17:00. Um tað ikki liggur fyri at vitja hesar tíðir, er møguligt at ringja 217055 og avtala eina hóskandi tíð. Hjartaliga vælkomin 3/9/2023 Skjótt, tó ikki seint!Røða á framsýning hjá Hansinu Iversen í Seglhúsinum 26/8-23 Skjótt, tó ikki seint – framsýningarheitið klingar ikki sørt kryptiskt eins og tað semantiskt er ein logiskur ómøguleiki. Tað tykist eisini løgið at brúka lýsingarorð sum skjótt og seint, ið vanliga verða nýtt um ferð. Tað er jú ein grundtreyt við málninginum, at hann stendur stillur í tíð og rúmi. Tá eg í okkara tíð standi í Uffizi-savninum í Firenze og síggi ta stórfingnu og fjálgu Mariumyndina hjá Giotto frá 1305, síggi eg tað sama sum áskoðarar sóu fyrst í 14.øld, tá hon var málað. Hetta tilfarsliga haldførið og mótstøðuførið mótvegis tíðarinnar tonn er serligt fyri myndlistina. Í eini óstøðugari tilveru, sum frá tí degi, vit síggja ljósið er ein ferð móti myrkri og deyða, er myndlistin eins og smáir lýsandi flakar av ævinleika, vit á eini brennandi og søkkandi planet kunnu bjarga okkum yvir á, alt meðan vit loypa stein av steini á okkara ferð gjøgnum lívið. Einki varar ævigt, men kanska er myndlistin eitt sindur meira ævig enn t.d. gardinir – í øllum førum verður tann góða myndlistin ofta latin í arv frá einum ættarliði til tað næsta. Framsýningarheitið minnir meg um ein setning hjá yrkjaranum og myndlistamanninum Tóroddi Poulsen, sum einastaðni skrivar: Ikki lesa so skjótt, eg skrivi so spakuliga. -Inniliga áheitanin vísir hvussu hart tað leikar á hjá listafólkunum, sum við listini lata okkum sítt hjartablóð, men hon sigur eisini eitt sindur um hvussu týdningarmikil sjálv móttøkan av verkunum er og at vit gera okkum ómak eisini við hesum partinum. Skjótt, tó ikki seint. Í logiska gloppinum fáa vit eitt flykrandi innlit í listaligu mannagongdina hjá Hansinu Iversen. Tí sjálvt um myndirnar sýnast pinnastillar her tær hanga á vegginum, eru strokini spor av rørslum hjá listakvinnuni, meðan hon skapti tær. Í dynamisku penslastrokunum uppliva vit fysisku umstøðurnar kring skapanina, vit hóma kroppin og fáa eina fatan av hvussu málingapensilin fyrst varð dripin í málingina og síðan førdur at løriftinum, fast ella leyst, skjótt ella seint, við stórum rørslum ella smáum – við nógvari máling ella minni. Málningurin er fullur av sporum allur sum hann er – tað er sum avtekningarnar av líkum, sum vit hava sæð í krimifilmum, har hon sjálv í frakka og hatti, Vera Stanhope, gongur runt á gerningstaðnum og skrásetir og kannar ymiskt, sum kann hava týdning fyri uppkláringina av brotsverkinum. Ein málningur er ein gerningsstaður, fullur av sporum, sum verða løgd fram fyri okkum at fata og tulka. Eg veit ikki um tit hava lagt merki til tað, men listafólk – heilt nógv listafólk – hava tað ikki ordiliga gott við einum fyribrigdi sum vakurleika - at teirra verk verða skýrd at vera vøkur ella at litirnir í teimum eru lekrir, penir osfr. Tá vit siga, at okkurt er vakurt, er tað jú væl meint rós og tí kann reaktiónin tykjast løgin. Í øldir var vakurleiki ein aðaltáttur innan mentan og list. Innan klassiska list, renesansu, men eisini seinni í 19.øld fekk vakurleikin vind í seglini fyrst sum umboðandi andaliga harmoni og kosmiska skipan, seinni var vakurleikin funnin í tjóðskaparsymbolum, í landslagnum og síðan innandura í heiminum, har listafólk lýstu familjuhugna og innilív. Eitt lyklaorð innan klassiska vakurleikafatan er hugtakið harmoni, sum sambært Aristoteles er sammerkt við tað, ið eru munagott ella væl eydnað og sum aftur er treytað av estetiskum fyribrigdum, proportiónum og einum at síggja til harmoniskum lutfalli millum partar og heild. Ímyndin hjá Platon um vakurleika er merkt av kendu sundurgreiningini millum ein ítøkiligan sansaheim og ein óítøkiligan hugskotsheim. Vakurleikin gerst týdningarmikil í hesum sambandi, tí tað er gjøgnum upplivingar av vakurleika, at menniskjað fær høvi at hóma tann ideala hugskotsheimin, sum er eitt slag av paradísi. – Tað er altso gjøgnum sansan av fagrari list, vit fáa innlit í nakað, sum er størri og hægri enn vit. Hendan heildarkenslan er altso ein aðaltáttur innan listafatanina, sum í stóran mun heldur fram heilt til miðskeiðis í nítjandu øld, tá modernað list brýtur seg fram. Charles Baudelaire letur í 1857 kollveltandi yrkingasavnið Les Fleurs du mal úr hondum – tað elvdi til mikið kontrovers, balladu og sensur. Tað serliga við hesum savninum hevur ikki bara við dekadenta, provokerandi innihaldið at gera, men kemst eisini av einum varhuga av vakurleika, sum hómast har mitt í øllum tí dapra og sjúka. Við modernismuni fer ein grundleggjandi broyting fram í estetisku hugsjónini yvir ímóti eini tilvitaðari disharmoni. So líðandi verða nú onnur hugtøk brúkt um listina, at hon er erlig, sonn ella øðrvísi, djørv, líkist burturfrá og fer upp móti síni samtíð. Og tað er ein orsøk til, at eitt lýsingarorð sum ”vakurt” ikki kenst serliga positivt um samtíðarlist, tí tað indikerar, at verkið er pent, also vandaleyst, harmoniskt og harvið gamaldags. Men tað kann eisini krevja dirvi at tora tað vakra og vakurleikin í myndunum hjá Hansinu Iversen er hvørki vandaleysur, einfaldur ella rutineraður, men broytist støðugt. Gáa vit eftir, er bæði litsamanseting og bygnaður merktur av onkrum merkiligum ella óvæntaðum, sum ikki var vakurt inntil vit gjørdust von við tað. Vit hava lært at virðismeta hetta slagið av vakurleika og tað er Hansina Iversen, sum hevur lært okkum hendan estetikkin. Hon málar framvegis nonfigurativar málningar við rundleittum formum, men finnur støðugt uppá nýtt - eisini tøkniliga. Listakvinnan hevur eina tíð eksperimenterað við airbrush/ spraymáling, sum hon brúkar aftrat penslunum í sínum oljumálningum. Hetta gevur listakvinnuni fleiri møguleikar og málningunum eitt meira samansett brá. Enn skyggir ljósið í teimum glógvandi litunum, har tølandi violett tendrar av lýsandi gulum. Og møguliga hómast metafysiskt endaloysi í myndarúminum, tó at hesir málningar fyri mær eru av hesari verð. Hetta eru tímiligar visiónir á tremur av passión, av lívsgleði, av máligleði og øllum møguligum óreguligum imperfektiónum, sum tilveran er full av. Onkrastaðni er tað eins og allur myndaflatin stendur í ljósum loga, aðrastaðni stendur øll kompositiónin og darrar og upp aftur aðrastaðni tykist tað ómøguligt at fokusera og finna runt millum kám, gul strok. Hetta er myndlist úr 2023, tað vil siga samtíðarlist, sum er merkt og mettað av okkara tíð við øllum, sum eyðmerkir hana antin tað eru skógareldar, flóðaldur ella krígsskuggar men eisini silvitni á vágni, morgundrekka, nývaskað klæði í vindinum á snórinum ella monumentalir fjallatindar í mótljósi. Takk fyri. Kinna Poulsen 22/8/2023 Hansina Iversen í Gamla SeglhúsinumFernisering Leygardagin 26. august kl. 16.00Listaframsýning “Skjótt, tó ikki seint” - við Hansinu Iversen letur upp í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður leygardagin tann 26. august 2023 klokkan 16:00 og kemur Kinna Poulsen at røða. Eisini verður tónleikur og lættari ábit. Hjartaliga vælkomin 20/7/2023 Zacharias HeinesenAllar myndirnar eru innrammaðar í museumsglasi
19/7/2023 SummarfríVit eru farin í summarferiu og verða aftur 14. august 2023 Til ber at ringja til okkum á tel. 217055 ella senda okkum eini boð til: [email protected] |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072