15/4/2016 Heðin í KlaksvíkEnn ein frálík listafrámsýning í Gamla Seglhúsinum. Hesaferð læt Heðin Kambsdal upp listaframsýning, og segði granni hansaraúr Fuglafirði, Dávur Winther nøkur orð, tá ið framsýningin læt upp kl. 14 í dag. Rani Nolsøe sang og spældi nøkur løg og høvið var at síggja 16 fjálgar, lit- og ljósríkar málninga og annars heilsa uppá listamannin og urguleikaran Heðin Kambsdal. Heðin Kambsdal er kendi "ljósmálarin" úr Fuglafirði - Hetta temaið, gluggin, ljósið, glomlýsið, mótljósið og skuggin, sum stenst av ljósinum, hevur verið ein av sterkum og dygdunum í málningunum hjá Heðin – “Hvaðani kemur ljósið”? Kanst tú í summum førum spyrja. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 9. mai 2016. Framsýningin kann síggjast mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 17 og sunnudag frá kl. 14 til 18. Røða: Dávur Winther Góði Heðin – Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar!
Tá ið eg skal røða um teg og hesa Klaksvíksferð tína, kann eg ikki lata vera við at vera eitt sindur afturlítandi og hyggja at tí grannalagi, vitbáðir eru vaksnir upp í sum grannar. Tá ið eg var smádrongur í Fuglafirði, hevði eg eitt ríkt lív í Doktaragarðinum, sum tað ofta varð kallað, har vit búðu. Heimanfyri okkum búðu Marta og Sigurð í øllum sínum veldi við hópin av fittum og fyrikomandi børnum - og altíð reyk av frágera góðum vaniljukransum og øðrum køkum, hon gjørdi til handlarnar. Tað var tó ikki so sjáldan, at hon bar okkum ein góðan køkubita yvir um garðin. Norðanfyri búðu elsta dóttirin hjá Sigurð og Martu, Ása, og Petur – hon dugdi eisini køku-handverkið og læt okkum eisini smakka av hesum. Hon setti, eins og mamman ein bita innum, tá ið hon visti, at mamma mín hevði verið á longri læknaferðum. Niðanfyri búðu smiðjumeistarin Esmar Simonsen úr Fugloy og Margretha av Vatnsoyrum. Har helt eg nógv til, tí Mourits og eg vóru javngamlir og gingu í sama flokki øll árini. Heimanfyri tey, Nikolina og Erland og aftur heimanfyri tey, bygdu Tórik og Vinny seinni. So kom barnaheimið hjá tær, Heðin – Omanvið húsunum hjá Heðin var brøtt brekka, vanliga nevnd Crownstreet, sum førdi til Tip Top. Her gekk eg dagliga at keypa breyð og annað. Vegurin frá Heðin og yvir til “mester”, sum Jacob Oluf varð nevndur, var eitt stórt spælipláss, sum vit áttu stóran lut í, kanska meir enn bilarnir – her runnu vit aftur og fram og spældu ymiskt. Einaferð nógvur kavi var, og Heðin neyvan hevur verið meir enn 16 ár, gjørdu vit dreingirnir kavamenn í túninum hjá Heðin og har um vegir. Heðin fekk sær ein lítlan klump av kava og setti hann á ta einu betonsúluna, sum portrið inn í túnið hekk á – Úr kavanum evnaði hann eina fantastiska flotta andlits mynd - ein maður undir keppi og við mildum og serligum andlitsbrái. Sera væl og hegnisliga gjørt, langt omanfyri tað vit høvdu hugflog til at gera. Seinni havi eg hildið, at hetta hevur verið pápi Heðin, Jógvan, hann gjørdi, sum doyði miðskeiðis í 1960-unum. Heðin fekk eitt orgul frá pápa sínum - eitt fitt Philips-orgul, sum vit hildu vera fantastiskt – Pápin var musikalskur og hevði nokk varnast, at sonurin ikki var sørur. Tað vóru tey øll systkini eisini: Magda Lambá, Jacob úti á Land og Poul Jacob eletrikarin – pápi Hannes, sum vit kenna fra solo-sangi í ymiskum høpi. Tá ið eg var skúladrongur, plagdi eg at seta meg uttanfyri stovu 5 eftir skúlatíð, tí har plagdi Heðin at sita og spæla uppá klaverið smá Chopin-, Mozart- og onnur stykki. Eg sat uttanfyri, tí fór man inn, helt hann uppat. Eg helt tað vera so hugnaligt og serstakt at lurta eftir spæli hansara og havi ivaleyst fortalt um hetta heima. Tí tað endaði við, at eg fór at ganga til klaverspæl hjá Heðin. Tá man eg hava gingið í 5. – 6. flokki. So grundarlagið undir mínum nótakunnleika hevur Heðin lagt. Hesum havi eg notið gott av síðani í hornspæli og kórsangi. Mótljósið Heðin fór tíðliga at mála, eisini tí at hann dugdi grundhandverkið so sera væl - at tekna! Oddfríður Haraldsen mundi keypa ein av fyrstu málningunum hjá Heðini, ið hann málaði sum 16 ára gamal, Gluggin. Hetta temaið, gluggin, ljósið, glámlýsið, mótljósið og skuggin, sum stendst av ljósinum, hevur verið eitt av sterku dygdunum í málningunum hjá Heðin – hvaðani kemur ljósið? Í listaheiminum verður snakkað um Clear / Obscure: Ljósop, ljósvídd, tað klára – í mun til at myrkja fyri, at krógva, at fjala fyri, myrkur, skýmligur ella skýming... Hetta eru klassisk tema, sum fleiri listafólk hava fingist við gjøgnum tíðirnar. Teirra millum Rembrant. Heðin meistrar hetta kynstur á ein heilt serligan hátt. Vit hava eitt serligt lýsi í Føroyum, sum ger tað serliga avbjóðandi í listaheiminum at endurgeva. Onkuntíð eru tað fjøll ella fjallarøðir, sum hjána ella fána burtur í ljósinum hjá Heðini, har ljósið tó stendur eftir. Hetta eru sterkar listardygdir, ið Heðin dugir sum fáur. Hann hevur t.d. ofta málað Raktanga í hesum lýsinum. Tú dugir eisini at fáa fólk at smílast at myndum tínum – tá ið tú m.a. málar drotningina í heimligum umhvørvi við eini Prince í munnklovanum, ella sum her saman við eini ær hjá Arnold Øre. Ella tú fært fólk at øtast og ræðast, har tú við tínum ljós/myrkur-kynstri málar dreingin, sum friðarliga letur sær siga at fara innum portrið ella hurðina til týningarleguna. Her er tað aftur ljós / myrkur-spælið, sum ger myndina óhugnaliga og beinrakna. Bringan á byrsumanninum og byrsumúlin standa týðulig í ljósglæmuni, men høvdið sæst ikki – skíggin fjalir tað, ljósið nær tí ikki, kanst tú siga – tó sæst drongurin væl í ljósglæmuni og hansara hjálparleysu hendur síggjast týðuliga. Í hesi myndini eru so nógvar duldar ella fluttar merkingar, sum tú so sera beinrakin dugir við tínum ljósspæli – hetta er kynstur títt, styrki tín. Eisini vil eg nevnda tær fantastisku myndirnar, tú hevur málað av Ólavi Halga (tú vart við har nakrar túrar) og serstøku myndina av skrúvuvatninum av Ólavi Halga – kanska við ímyndum fra Skagen-málarunum. Sera væl gjørt. Heðin er fjalin Sagt verður um ættina hjá Heðin, at hon er so fjalin. Omma Heðin æt Lena, sum pápin so eisini kallar upp við systur tíni, Lenu. Ein bróðir Lenu - ommuna, sum æt Hans, fer áðrenn 20-ini út at sigla og spyrst ikki aftur. Søgur fara at ganga frá, at hann mann hava verið við tí og tí bátinum, sum sprongdist har og har. Hetta var eitt sindur undarligt, og hví kundi hann ikki senda bræv heim, varð spurt. Í 1997 kemur ein dama úr Amerika til Fuglafjarðar og vil hitta Poul Jacob, eletrikaran, pápabeiggja tín. Hetta vísir seg at vera dóttir Hans, Jennifer. Fleiri ár eftir at pápi hennara, Hans var deyður, fer hon at rudda loftið og finnur ein kassa við brøvum m.a. frá Lenu, systirni, og eisini frá einari aðrari damu, Marin á Miðstovugeilini, sum hevði verið unnusta Hans, áðrenn hann fór út at sigla. Tó at hon í skrivingini var gift øðrum manni, Hoyðgarðs-Pól (sum eg minnist væl), so læt hon Hans vita, at í hjarta hennara átti hann enn pláss. Tó at prátið gekk í Fuglafirði um, at tað var undarligt at ommubeiggi Heðin, Hans, ikki kom aftur – hvar mann hann vera? – og at hann var gingin burtur við skipi, so gretti Marin á Miðstovugeilini ikki eitt orð um sína vitan. Hans doyr í 1979 - fyrstu brøvini eru frá 1917. Jennifer visti ikki, hvaðani pápin var, annað enn tað, at hann var frá Europa, men at tað var frá Føroyum, og hvørjar Føroyar vóru, visti hon einki um. Jennifer býr eina tíð hjá skyldmanninum, Heðin, seinni í húsunum hjá Jacob úti á Land og endar hetta vinarlagið við, at hon ger eina bók um listamannin, Heðin, sum hon kallar, Mótljós. Jennifer skrivar eisini eina bók um pápan, sum hon kallar, Saknaði sonurin, ið eisini er týdd til amerikanskt og útgivin har – The missing son. Góði Heðin Tú hevur nógvar dygdir og ert altíð fyrikomandi og fittur. Ja, man kann kalla teg ein multikunstnara. Tú syngur sum ein eingil – vit hava onkuntíð staðið undir liðini av hvørjum øðrum til kórsang. Tú teknar og málar, dugir væl at leiða kór, og hava vit verið mangar góðar kórferðir saman – m.a. í USA á Manhattan saman við Frits, Niels á Høvda (Niels Midjord) tær og mongum øðrum – Tað var ikki keðiligt, tó at tú einaferð undir venjing helt fyri: Vit koma ongantíð til USA, og Frits tendraði! Tú ert tikin úr leikum sum orgulspælari, og hevur tú holla útbúgving í orgulspæli - Tað er fragd fyri oyrað at hoyra títt spæl til sálmasangin í Fuglafjarðar kirkju – serligu registreringarnar og tað fantastiska millum- og eftirspælið, sum tú dugir so frágera væl at improvisera. Tíni listaverk kundi verið skrivað bøkur um, tí tey eru so serstakliga góð við áður umtalaða ljósspæli og mótljósi, men lata vit tað liggja á hesum sinni, og lata fólkið, sum her er komið saman, njóta samveruna við tínum fantastisku listaverkum - og saman við tær. Hjartaliga vælkomin, Heðin. Góða framsýning. Dávur Winther 15. apríl 2016 11/4/2016 Listaframsýning - Heðin KambsdalFríggjadagin 15. apríl 2016 letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður fríggjadagin kl. 14:00 og kemur Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag at seta framsýningina. Umframt okkurt lættari ábit, kemur Rani Nolsøe at undirhalda við tónleiki. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 9. mai 2016. Øll eru hjartaliga vælkomin ! --- Heðin Kambsdal er føddur í Fuglafirði 1951. Frá barnsbeini av var Heðin áhugaður í list. Morbróðir Heðin, Símun Johannesen, sum málaði í síni frítíð, var fyrsti íblástur hansara í list. Sum 16 ára gamal var Heðin til eina listaframsýning av Jóannis Kristiansen. Spælið í millum ljósið og myrkrið frá myndunum, sum eyðkennir málningarnar hjá Heðin í dag, er sprottin úr hesi framsýning. Fyrstu myndirnar hjá Heðin vóru blýantstekningar ella evnaðar til við oljukriti. Í 1965 fekk Heðin sína fyrstu oljumálningaútgerð og byrjaði at gera oljumálningar. Útbúgving og arbeiði: Heðin fór í byrjanini av 70’unum til Danmarkar á læraraseminarium umframt at nema sær serkunnleika innan list. Eftir lokna útbúgving arbeiddi Heðin eitt skifti sum lærari í Fuglarfjarða skúla, til leiðin aftur gekk til Danmarkar á musikkonservatorium. Eftir lokna útbygving sum organistur í byrjanini av 90’unum, arbeiddi hann nøkur ár í Danmark sum organistur og kórleiðari. Hesi árini í Danmark helt Heðin áfram við at mála. Hann arbeiddi út frá egnum skitsum og myndum, hann hevði tikið úr Føroyum. Hann sendi málningar til Føroyar millum annað til Ólavsøku-framsýningar og hevði somuleiðis fleiri framsýningar í Danmark. Í 1997 kom Heðin aftur til Føroyar og hevur síðani starvast sum klaverlærari og organistur. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072