Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

12/8/2016

Spennandi tiltøk í Gamla Seglhúsinum á Sjómannadegnum


Leygardagin 20. august verður listaframsýning við Eyðun av Reyni opin, Waagbilar sýna fram bilar uttanfyri Gamla Seglhúsið og bjóðar til hummarasuppu við navnframa kokkinum Gutta Winther. Um kvøldið verður serligt fiskaborðhald, har møguligt er at melda seg til


Skrá fyri Gamla Seglhúsið á Sjómannadegnum:

Leygardagin 20. august
Kl. 14:00 - 18:00: Listaframsýningin við Eyðun av Reyni er opin
Kl. 14:00 - 18:00: Waagbilar sýnir fram bilar uttanfyri Gamla Seglhúsið og bjóðar hummarasuppu, ið navnframi kokkurin Gutti Winther borðreiðir
Kl. 20:00: Serligt fiskaborðhald við Gutta Winther, har borðreitt verður við laksi frá Hiddenfjord, Jomfrúhummara og øðrum spennandi úr sjónum. - Plássið er avmarkað til 32 fólk og áhugaði kunnu boða frá á tel. 217055.
 
Sunnudagin 21. august 2016
Kl. 14:00 - 18:00: Listaframsýningin við Eyðun av Reyni er opin
Kl. 14:00 - 18:00: Waagbilar sýnir fram bilar uttanfyri Gamla Seglhúsið

Hjartaliga vælkomin!

7/8/2016

"Hesa framsýning kanst tú verða errin av, hon er góð og áhugaverd."

Segði Helgi Fossádal í røðu sínari um listaframsýningina við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum
Picture

Helgi Fossádal og Eyðun av Reyni

Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær inn í Gamla Seglhúsið, leygardagin á Summarfestivalinum, har listamaðurin Eyðun av Reyni hevði fernisering kl. 14:00.

Signar í Homrum, sum sjálvur skuldi á tann stóra pallin kl. 16:00, hevði eisini sett sær tíð av til at framføra nøkur løg við sínari framúrskarðandi rødd.

Helgi Fossádal røddi til og um listamannin, og aftaná kundu fólk njóta framsýningina og annars fáa sær lættari ábit og okkurt leskandi afturvið.

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar 21 oljumálningar og hongur hon uppi fram til 5. september 2016.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00

Øll eru hjartaliga vælkomin!
-----
Røðan hjá Helga Fossádal:

Góðu tit

Fyrst vil eg takka fyri at vera boðin at siga nøkur orð til listaframsýningina hjá Eyðuni av Reyni í Gamla Seglhúsinum.

Til tykkum bæði Jastrid og Símun - takk fyri, at tit hava lagt lunnar undir og skapt hesar einastandi karmar fyri mentanarligum tiltøkum í Klaksvík í hesum tignarliga Gamla Seglhúsinum.

Tað hevur verið stórur tørvur á einum tílíkum staði í Klaksvíkini og við at velja Gamla Seglhúsið, sum karm um tey mentanarligu tiltøkini, hava tit megnað at samantvinnað fortíð og nútíð, sum gevur eina serstaka uppliving hjá áskoðaranum.

At fara undir eitt tílíkt tiltak krevur áræði, tol og arbeiðssemi, um tað skal eydnast og ikki minst, at fólkið tekur undir og stuðlar hesum, og tað hava tey gjørt.

Tit hava havt skiftandi listaframsýningar í húsinum, og í dag er tað so Eyðun av Reyni, sum sýnir fram.

Um listamannin Eyðun av Reyni, sum er føddur í Havn í 1951, sigur íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson m.a. í bókini um Eyðun av Reyni:
…”Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum ... at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um.

Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum”.

Myndirnar á framsýningini kunnu býtast í tvey,

Tær abstraktu myndirnar hevur Eyðun við hepnari hond og hugflogi arbeitt við seinastu 20 - 30 árini, og sum hevur verið drívmegin í listini hjá honum. Sum dømi her á framsýningini kunnu nevnast myndirnar - ”Strandarmynd,” ”Mánalýsisnátt” - ”Sólarmyrking” – ”Sólartám” osfr.
Og um tær náttúr-abtraktu myndirnar kann sigast, at her er Eyðun farin at rógva aftur á til 80’ini, og eru hesar hegnisliga nútímasgjørdar; sum dømi her eru myndirnar - ”Úr Kunoy”, - ”Mykines” og ”Úr málaraskemmuni”.

Listamaðurin hevur ikki sett seg í bás, men er altíð ávegis -
Málningar tínir eru samansettir við sterkum litum, og við stórum og breiðum pensilstrokum og myndamáli abstraherar frá myndaevninum, og tó – so haldi eg, at vit klárt kunnu hóma náttúruna og tónleikin í myndunum; hetta megnar tú til fulnar.

Góði Eyðun, eg havi varhugan av, at tú ert, eins og flest onnur listafólk undan eini fernisering, spentur og eitt sindur fjálturstungin, - hvussu verður framsýningin móttikin, eru málningarnir ov torskiltir. Spurningarnir eru nógvir, tú setur tær sjálvum.

Tú kanst vera tryggur, tí áskoðarnir í dag eru meiri tilvitaðir í síni listarligu fatan bæði so og so. Tú setur hugflog áskoðarans í gongd við tínum málningum, tú vísir ikki alt fyri okkum, men letur spurningarnar standa opnar, so vit kunnu halda áfram at tulka málningar tínar – vit verða ongantíð liðug. Og tá er eftir mínum tykki ein málningur góður.

Hesa framsýning kanst tú verða errin av, hon er góð og áhugaverd.

Og við hesum fáu orðunum fari eg at ynskja tær og fyrireikarunum her norðuri til lukku og góða eydnu við framsýningini.

Takk fyri

    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2022
BÚNAÐARSTEVNAN 2023

TÍÐINDI
UM OKKUM
GRAFIA
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I