Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

6/11/2016

Fernisering - Zacharias Heinesen

Picture
Í dag 6. November 2016 letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum.
 
Fernisering verður kl. 15:00 og kemur stjórin á Listasavninum, Nils Ohrt, at flyta fram røðu. Undirhald við tónleiki verður eisini til gestirnar, og kemur hin navnframi Finnur Koba at syrgja fyri tónleikinum.
 
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er tað møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan eisini.
 
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 2. Desember 2016. Framsýningin umfatar 15 oljumálningar og 10 vatnlitsmyndir.
 
Framsýningin er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin.

12/10/2016

LISTAFRAMSÝNING - LUDVÍK Á BREKKU

Picture
Sunnudagin 16. oktober klokkan 15, letur Ludvík á Brekku upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum.

Ludvík á Brekku (føddur Breckmann í 1985) er ein føroyskur listamaður, rithøvundur og tónleikari. Hann hevur útgivið tvey yrkingasøvn og hevur myndprýtt fleiri bøkur. Hann var formaður í Rithøvundafelag Føroya eitt stutt skifti í 2015. Hann hevur lisið til lærara í Havn og tók farloyvi eitt ár, fyri at taka listarliga útbúgving á listaháskúla í Danmark, har hann var liðugur í 2014. Hann hevur seinni gingið á Listaháskóla Islands frá 2015. Í 2014 hevði hann listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hann er bróðir yrkjaran Sissal Kampmann, og hevur hann myndprýtt yrkingasøvn hennara.

9/9/2016

Fernisering - HANNI J. BJARTALÍÐ

Picture
Leygardagin 10. september letur upp framsýning við Hanni J. Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður kl. 15:00 og kemur Kinna Poulsen at røða.
Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit umframt tónleikur.

Talan er um eina søluframsýning, sum er ókeypis at vitja og hongur uppi fram til 15. oktober.

Framsýningin er opin soleiðis:
Leygardagin 10. september kl. 15.00 - 19.00 (Fernisering)

Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00

Øll eru hjartaliga vælkomin!


7/8/2016

"Hesa framsýning kanst tú verða errin av, hon er góð og áhugaverd."

Segði Helgi Fossádal í røðu sínari um listaframsýningina við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum
Picture

Helgi Fossádal og Eyðun av Reyni

Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær inn í Gamla Seglhúsið, leygardagin á Summarfestivalinum, har listamaðurin Eyðun av Reyni hevði fernisering kl. 14:00.

Signar í Homrum, sum sjálvur skuldi á tann stóra pallin kl. 16:00, hevði eisini sett sær tíð av til at framføra nøkur løg við sínari framúrskarðandi rødd.

Helgi Fossádal røddi til og um listamannin, og aftaná kundu fólk njóta framsýningina og annars fáa sær lættari ábit og okkurt leskandi afturvið.

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar 21 oljumálningar og hongur hon uppi fram til 5. september 2016.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00

Øll eru hjartaliga vælkomin!
-----
Røðan hjá Helga Fossádal:

Góðu tit

Fyrst vil eg takka fyri at vera boðin at siga nøkur orð til listaframsýningina hjá Eyðuni av Reyni í Gamla Seglhúsinum.

Til tykkum bæði Jastrid og Símun - takk fyri, at tit hava lagt lunnar undir og skapt hesar einastandi karmar fyri mentanarligum tiltøkum í Klaksvík í hesum tignarliga Gamla Seglhúsinum.

Tað hevur verið stórur tørvur á einum tílíkum staði í Klaksvíkini og við at velja Gamla Seglhúsið, sum karm um tey mentanarligu tiltøkini, hava tit megnað at samantvinnað fortíð og nútíð, sum gevur eina serstaka uppliving hjá áskoðaranum.

At fara undir eitt tílíkt tiltak krevur áræði, tol og arbeiðssemi, um tað skal eydnast og ikki minst, at fólkið tekur undir og stuðlar hesum, og tað hava tey gjørt.

Tit hava havt skiftandi listaframsýningar í húsinum, og í dag er tað so Eyðun av Reyni, sum sýnir fram.

Um listamannin Eyðun av Reyni, sum er føddur í Havn í 1951, sigur íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson m.a. í bókini um Eyðun av Reyni:
…”Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum ... at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um.

Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum”.

Myndirnar á framsýningini kunnu býtast í tvey,

Tær abstraktu myndirnar hevur Eyðun við hepnari hond og hugflogi arbeitt við seinastu 20 - 30 árini, og sum hevur verið drívmegin í listini hjá honum. Sum dømi her á framsýningini kunnu nevnast myndirnar - ”Strandarmynd,” ”Mánalýsisnátt” - ”Sólarmyrking” – ”Sólartám” osfr.
Og um tær náttúr-abtraktu myndirnar kann sigast, at her er Eyðun farin at rógva aftur á til 80’ini, og eru hesar hegnisliga nútímasgjørdar; sum dømi her eru myndirnar - ”Úr Kunoy”, - ”Mykines” og ”Úr málaraskemmuni”.

Listamaðurin hevur ikki sett seg í bás, men er altíð ávegis -
Málningar tínir eru samansettir við sterkum litum, og við stórum og breiðum pensilstrokum og myndamáli abstraherar frá myndaevninum, og tó – so haldi eg, at vit klárt kunnu hóma náttúruna og tónleikin í myndunum; hetta megnar tú til fulnar.

Góði Eyðun, eg havi varhugan av, at tú ert, eins og flest onnur listafólk undan eini fernisering, spentur og eitt sindur fjálturstungin, - hvussu verður framsýningin móttikin, eru málningarnir ov torskiltir. Spurningarnir eru nógvir, tú setur tær sjálvum.

Tú kanst vera tryggur, tí áskoðarnir í dag eru meiri tilvitaðir í síni listarligu fatan bæði so og so. Tú setur hugflog áskoðarans í gongd við tínum málningum, tú vísir ikki alt fyri okkum, men letur spurningarnar standa opnar, so vit kunnu halda áfram at tulka málningar tínar – vit verða ongantíð liðug. Og tá er eftir mínum tykki ein málningur góður.

Hesa framsýning kanst tú verða errin av, hon er góð og áhugaverd.

Og við hesum fáu orðunum fari eg at ynskja tær og fyrireikarunum her norðuri til lukku og góða eydnu við framsýningini.

Takk fyri

27/7/2016

Listaframsýning - Eyðun av Reyni

Picture
Leygardagin 6. august letur upp framsýning við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Helgi Fossadal at røða.

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja og hongur uppi fram til 5. september.


Framsýningin er opin soleiðis:
Leygardagin 6. august kl. 14.00 - 20.00: Fernisering
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00


Øll eru hjartaliga vælkomin!

6/6/2016

Torbjørn væl móttikin

Picture
Sunnudagin 5. juni lat upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum.

Til ferniseringina vóru møtt rættuliga fitt av gestum og umframt tónleik frá Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, setti formaðurin í Listafelag Føroya, Hilmar Høgenni, framsýningina.

Røða:
Tá Símun tíðliga í vár ringdi og spurdi, um eg kundi siga nøkur orð tá henda framsýningin hjá Torbjørni skuldi lata upp, ivaðist eg og bað hann ringja aftur seinni. Seinni játtaði eg, tí standi eg so her, í Gamla Seglhúsinum, sum er karmur um partar av fjøltáttaða virkseminum hjá Jastrid og Símuni. At skipa fyri skiftandi listaframsýningum í hesum kørmum er innlýsandi, tá tit hava sett tað í verk. Men at gera hetta hugskot til veruleika kemur ikki av sær sjálvum. Símun er ágrýtin og ikki minst ótolin, so hetta hava tit fingið at rigga sera væl. Hyggja vit eftir hvørji listafólk longu hava sýnt fram her og hvørji standa á skrá, er talan um nógv av okkara fremstu listafólkum í Føroyum.

Tað sum drívur verkið hjá tykkum á hesum øki er ein brennandi áhugi fyri list. Hetta er sama inngongd til listina sum mín egna, góð list sum ikki bara er fragd fyri eyga, men eisini er avbjóðandi, har listafólkið hevur lagt eitt petti av sál síni í.
Hetta er aðru ferð at Torbjørn sýnir fram her. Alt tað eg kann minnast, havi eg vita hvør tú vart Torbjørn, sjálvt um tú kanska ikki hevur borið kenslu við meg. Eg fari at hugsa um eina ferð í vetur, tá Jastrid og Símun høvdu boði teimum listafólkum, sum høvdu sýnt fram í farna ári, saman við øðrum, til døgurða við Gutta sum kokki, her í húsinum. Tað var fitt av kava, so bussurin, sum kom eftir okkum, fekk ikki koyrt inn í Eiriksgøtu eftir tær, men stóð og bíðaði úti á Svalbardsvegnum. Tá eg kom ímóti tær, spurdi tú um eg var busssjaførurin sum Símun hevði sent eftir tær.

Torbjørn er føddur í 1956 og voksin upp úti í Grønlandi, men sum flestu Havnarfólk eru røtur tínar aðrastaðni. Pápi tín av Húsum og mamma tín úr Vík. Sjálvur eri eg eitt sindur yngri enn tú, eitt ár eldri enn beiggi tín Marius, eg eri føddur meðan vit búðu á Húsum, men eri uppvaksin í Vík, sum granni hjá abba tínum Hans Paula á Bø. Tey stóru flottu hvítu húsini við teimum risa stóru trøunum sum vit klatraðu í og stikkulsberarunnum sunnanfyri sum vit ótu av. Húsini við fleiri úthúsum, stórum rundum kvistum og handli í kjallaranum, har mostir tín Hildubjørg ofta stóð innanfyri skivuna, áðrenn hon giftist til Hvalvíkar. Og abbi tín, sum kundi finna uppá at bjóða bomm, tá eg og hini børnini stóðu uttanfyri tað gráu skivuna at keyp slikk og bomm í leysari vekt við eini krónu ella um illa stóð til, bara einum 25-oyra. Tá bar eisini til at keypa eina skipskeks í senn.

Eg minnist eisini Jóhannus á Bø, mammubeiggja tín, sum veitti tær íblástur at gerast listamaður. Minnist eisini jólakortini sum, minnist meg rætt, tú og beiggjarnir teknaðu. Tey vóru eisini til keyps í handlinum hjá Niels á Bakka, sum tú seinni keypti og hevur nýtta at mála í.

Eg seti meg ikki føran fyri at greina listina hjá Ttr út frá einum listfrøðiligum sjónarhorni, men eg kann royna at seta orð á tað sum hugtekur meg í list tíni.

Við kvikum rørslum gandar tú fram litríkar tulkingar av myndevnum tínum, veri tað seg Havnin, landsløg, naknar kvinnur, portrettir, bíbilskar hendingar ella sjálvsmyndir. Hóast litirnir eru nógvir og ógvusligir, missir tú ongantíð stýringina. Nakrar strikur og tú sært Nólsoyggina, tangarnar á Viðanesi, brúnna um Streymin ella naknu kvinnuna.

Og so er tað ljósið, sum er undir, yvir og aftanfyri. Hesi seinnu árini hevur ljósi verið ljóst, (tað sær út sum um tað sum oftast er sól og summar), so kanst tú spyrja um tað er ein lýsing av tí sum er fyri framman, tá tú lítur at myndaevninum ella tað er ein lýsing av tí, sum tú í huganum sært fyri tær. Fara vit aftur í 90-ini var litavalið ella ljósið eitt heilt annað. Tá tóktist ofta sum tað var seint á degi, skýming ella kvøld.

So eru tað portrettini har tú við fáum strokum myndar eygu og brá, og samstundis fult og heilt hevur lýst persónin og hansara lindi fyri okkum.

Fyri trimum árum síðani hevði tú eina stóra mynd við á heysfrasýningini, sum bar heiti "brotsverk, model og sjálvsportrett". Tá var ein ummælari sum setti spurningin, um tú í roynd og veru tók lívið av hesum myndevni hjá tær, men so var ikki. Sum vit síggja her í dag, hevur tú ikki slept kvinnuni sum myndevni.

Kvinnumyndirnar eru áhugaverdar og serliga har tú sjálvur er við, smæðin,ofta hálvt burturvendur, og tó í eygum tínum síggja vit inn í innaru rúm tíni. Eitt petti av sál tíni er avmynda í sjálvsmynd tíni.

Við hesum orðum er framsýningin opin.
-----------
Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar og steinprent.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juli.


Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00


Øll eru hjartaliga vælkomin!


Myndir frá ferniseringini:

1/6/2016

TORBJØRN OLSEN Í GAMLA SEGLHÚSINUM

Picture
Sunnudagin 5. juni letur upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Hilmar Høgenni, formaður í Listafelag Føroya at røða.

Umframt ábit og okkurt leskandi afturvið, koma Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe at framføra eitt sindur av tónleiki.

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar og steinprent.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juli.

Hetta er aðru ferð, at Torbjørn Olsen vitjar í Gamla Seglhúsinum og henda sermerkta dag, er eisini Grundlógardagur, Norðoyastevna og pápadagur :-)


Framsýningin er opin soleiðis:
Sunnudagin 5. juni kl. 14 - 20
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00


Øll eru hjartaliga vælkomin!

13/5/2016

Kári Svensson í Klaksvík

Picture
Myndir Dávur Winther

Fríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 lat upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.


Til ferniseringina kl. 16.00 setti Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, framsýningina við vælvaldum orðum, sum fagnaður Kára Svensson væl.

Eisini var lættari ábit og Hans Andrias Jacobsen undirhelt við sínum eyðkenda og frálíkasangiog guitarspæli.

Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juni 2016.
Niðanfyri verður røðan, sum Signhild V. Johannesen helt endurgivin:

Góði Kári Svensson!
“Fjallaland við djúpum dølum, fossalag,
sterkum brimi vetrar-, várs- og heystardag,
blíðum, ljósum náttum, stillu summarstund,
huldugentudansi yvir grøna grund”.

Orðini hjá Hans Andrias Djurhuus í sanginum, Prúða land mítt, lýsa væl eina myndlistaframsýning sum hesa. Eins og lívið fyri framma, er okkum ókent og vit ikki finna orð fyri øllum tonkunum, tó uttan at missa fótafestið, soleiðis gevur hendan framsýningin okkum loyva at vitja inn í eina verð, eina verð har vit ikki hava orð, men har tankarnir kunnu gerðast til veruleika. Har útlitini eru kám, óforútsigilig, við eini strofu av sterkum litum og einum sletti av reinleika.
Kári Svensson, sum á fyrsta sinni hevði sína egnu framsýning longu sum 17 ára gamal, hevur verið sera virkin og hevur vunnið sær eitt pláss í føroysku listasøguni.
Kári málar bæði jørðlitir, fagrar litir og harmoniskar – vælljómandi og heilskapaðar málningar, eins og samansett listarverk.

Kári er sín egin. Júst sum tú heldur, at nú hevur hann funnið, ella nú hevur hann fingið eitt ávíst stev, so brýtur hann upp úr nýggjum – leggur okkur nýtt inn í listaverkið ella ger tað á ein annan hátt. Tað kann vera avtrykk ella ”óvæntaðar” strikur og keipur.

Kári er sera virkin og sigst, at hann málar ofta fleiri málningar samstundis. Á henda hátt kemur nógv frá honum. Tó at listapallurin kann sigast at vera abstraktur, so kennast ofta lands- og bygdarløg aftur í málninginum hjá Kára. Og júst hetta er so spennandi, tí tað vísir seg, at vit føroyingar kunnu ikki fáa nóg mikið av okkara bygdarløgum og landsløgum – okkara oyggjaland Føroyar, sum vit eru so góð við.

Kári er útatvendur og fyrikomandi og dámar honum eisini at læra frá sær. Hann hevur havt fleiri vælvitjaði listaskeið í tekning, kompositión/samanseting og máling, bæði her heima og uttanlands. Eisini er myndlistin hjá Kára kendur uttan fyri landaoddarnar, eitt nú í Hollandi, Danmark og øllum hinum Norðanlondunum.

Ein kann merkja kenslurnar, listamálarin leggur í handverkið. Tað sæst, at Kári hevur stóra virðing fyri tí, hann málar. Havi hoyrt hann siga, “lata listaverkið mála seg sjálvt” - ein vøkur lýsing av einum skapandi handverki.
Várið hevur nú við tógvið stríð vunnið upp land. Sólin, hitin og gróðurin er nú at hóma. Náttúran við sínum árstíðum og avbjóðingum ger ikki altíð tað, sum vit vilja, og tað eiga vit at virða. Vit í Føroyum eru so sera takksom fyri teir góðu summardagarnar, vit fáa. Vit eiga framhaldandi at verja, røkja og síggja tað góða og vakra. Vit eru stórliga ríka við okkara náttúru, oyggjum og fólkunum, her búðleikast og alt sum tað og tey geva av sær.

Vit kunnu enn einaferð fegnast um avbjóðingina, vakurleikan og tí forvitni, sum ein myndlistaframsýning gevur, og er hendan einki undantak.

Við hesum orðum, er framsýningin hjá Kára Svensson latin upp og gleði eg meg saman við teimum, sum her eru komin saman, at hyggja nærri at spennandi málningum tínum.
Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, Kári!

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini

Gamla Seghúsið, 13. mai 2016
 


8/5/2016

Kári Svensson í Gamla Seglhúsinum

Picture
Fríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 letur upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður fríggjadagin kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at seta framsýningina.

Umframt okkurt lættari ábit, vitjar Hans Andrias Jacobsen og undirheldur við eitt sindur av tónleiki.

Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juni 2016.

Øll eru hjartaliga vælkomin !

Framsýningin er opin soleiðis:
Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnud. kl. 14.00 - 18.00


Øll eru hjartaliga vælkomin!

15/4/2016

Heðin í Klaksvík

Picture
Enn ein frálík listafrámsýning í Gamla Seglhúsinum. Hesaferð læt Heðin Kambsdal upp listaframsýning, og segði granni hansaraúr Fuglafirði, Dávur Winther nøkur orð, tá ið framsýningin læt upp kl. 14 í dag.
 
Rani Nolsøe sang og spældi nøkur løg og høvið var at síggja 16 fjálgar, lit- og ljósríkar málninga og annars heilsa uppá listamannin og urguleikaran Heðin Kambsdal.
 
Heðin Kambsdal er kendi "ljósmálarin" úr Fuglafirði - Hetta temaið, gluggin, ljósið, glomlýsið, mótljósið og skuggin, sum stenst av ljósinum, hevur verið ein av sterkum og dygdunum í málningunum hjá Heðin – “Hvaðani kemur ljósið”? Kanst tú í summum førum spyrja.
 
Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 9. mai 2016. Framsýningin kann síggjast mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 17 og sunnudag frá kl. 14 til 18.
 

Røða: Dávur Winther

Góði Heðin – Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar!
 
Tá ið eg skal røða um teg og hesa Klaksvíksferð tína, kann eg ikki lata vera við at vera eitt sindur afturlítandi og hyggja at tí grannalagi, vitbáðir eru vaksnir upp í sum grannar. Tá ið eg var smádrongur í Fuglafirði, hevði eg eitt ríkt lív í Doktaragarðinum, sum tað ofta varð kallað, har vit búðu.
 
Heimanfyri okkum búðu Marta og Sigurð í øllum sínum veldi við hópin av fittum og fyrikomandi børnum - og altíð reyk av frágera góðum vaniljukransum og øðrum køkum, hon gjørdi til handlarnar. Tað var tó ikki so sjáldan, at hon bar okkum ein góðan køkubita yvir um garðin.
 
Norðanfyri búðu elsta dóttirin hjá Sigurð og Martu, Ása, og Petur – hon dugdi eisini køku-handverkið og læt okkum eisini smakka av hesum. Hon setti, eins og mamman ein bita innum, tá ið hon visti, at mamma mín hevði verið á longri læknaferðum.
 
Niðanfyri búðu smiðjumeistarin Esmar Simonsen úr Fugloy og Margretha av Vatnsoyrum. Har helt eg nógv til, tí Mourits og eg vóru javngamlir og gingu í sama flokki øll árini.
 
Heimanfyri tey, Nikolina og Erland og aftur heimanfyri tey, bygdu Tórik og Vinny seinni. So kom barnaheimið hjá tær, Heðin – Omanvið húsunum hjá Heðin var brøtt brekka, vanliga nevnd Crownstreet, sum førdi til Tip Top. Her gekk eg dagliga at keypa breyð og annað.
 
Vegurin frá Heðin og yvir til “mester”, sum Jacob Oluf varð nevndur, var eitt stórt spælipláss, sum vit áttu stóran lut í, kanska meir enn bilarnir – her runnu vit aftur og fram og spældu ymiskt.
 
Einaferð nógvur kavi var, og Heðin neyvan hevur verið meir enn 16 ár, gjørdu vit dreingirnir kavamenn í túninum hjá Heðin og har um vegir. Heðin fekk sær ein lítlan klump av kava og setti hann á ta einu betonsúluna, sum portrið inn í túnið hekk á – Úr kavanum evnaði hann eina fantastiska flotta andlits mynd - ein maður undir keppi og við mildum og serligum andlitsbrái. Sera væl og hegnisliga gjørt, langt omanfyri tað vit høvdu hugflog til at gera.
 
Seinni havi eg hildið, at hetta hevur verið pápi Heðin, Jógvan, hann gjørdi, sum doyði miðskeiðis í 1960-unum.
 
Heðin fekk eitt orgul frá pápa sínum - eitt fitt Philips-orgul, sum vit hildu vera fantastiskt – Pápin var musikalskur og hevði nokk varnast, at sonurin ikki var sørur. Tað vóru tey øll systkini eisini: Magda Lambá, Jacob úti á Land og Poul Jacob eletrikarin – pápi Hannes, sum vit kenna fra solo-sangi í ymiskum høpi.
 
Tá ið eg var skúladrongur, plagdi eg at seta meg uttanfyri stovu 5 eftir skúlatíð, tí har plagdi Heðin at sita og spæla uppá klaverið smá Chopin-, Mozart- og onnur stykki. Eg sat uttanfyri, tí fór man inn, helt hann uppat.
 
Eg helt tað vera so hugnaligt og serstakt at lurta eftir spæli hansara og havi ivaleyst fortalt um hetta heima. Tí tað endaði við, at eg fór at ganga til klaverspæl hjá Heðin. Tá man eg hava gingið í 5. – 6. flokki. So grundarlagið undir mínum nótakunnleika hevur Heðin lagt.
 
Hesum havi eg notið gott av síðani í hornspæli og kórsangi.
 
Mótljósið
Heðin fór tíðliga at mála, eisini tí at hann dugdi grundhandverkið so sera væl - at tekna!
Oddfríður Haraldsen mundi keypa ein av fyrstu málningunum hjá Heðini, ið hann málaði sum 16 ára gamal, Gluggin.
 
Hetta temaið, gluggin, ljósið, glámlýsið, mótljósið og skuggin, sum stendst av ljósinum, hevur verið eitt av sterku dygdunum í málningunum hjá Heðin – hvaðani kemur ljósið?
 
Í listaheiminum verður snakkað um Clear / Obscure: Ljósop, ljósvídd, tað klára – í mun til at myrkja fyri, at krógva, at fjala fyri, myrkur, skýmligur ella skýming...
 
Hetta eru klassisk tema, sum fleiri listafólk hava fingist við gjøgnum tíðirnar. Teirra millum Rembrant. Heðin meistrar hetta kynstur á ein heilt serligan hátt. Vit hava eitt serligt lýsi í Føroyum, sum ger tað serliga avbjóðandi í listaheiminum at endurgeva.
 
Onkuntíð eru tað fjøll ella fjallarøðir, sum hjána ella fána burtur í ljósinum hjá Heðini, har ljósið tó stendur eftir. Hetta eru sterkar listardygdir, ið Heðin dugir sum fáur. Hann hevur t.d. ofta málað Raktanga í hesum lýsinum.
 
Tú dugir eisini at fáa fólk at smílast at myndum tínum – tá ið tú m.a. málar drotningina í heimligum umhvørvi við eini Prince í munnklovanum, ella sum her saman við eini ær hjá Arnold Øre. Ella tú fært fólk at øtast og ræðast, har tú við tínum ljós/myrkur-kynstri málar dreingin, sum friðarliga letur sær siga at fara innum portrið ella hurðina til týningarleguna.
 
Her er tað aftur ljós / myrkur-spælið, sum ger myndina óhugnaliga og beinrakna. Bringan á byrsumanninum og byrsumúlin standa týðulig í ljósglæmuni, men høvdið sæst ikki – skíggin fjalir tað, ljósið nær tí ikki, kanst tú siga – tó sæst drongurin væl í ljósglæmuni og hansara hjálparleysu hendur síggjast týðuliga. Í hesi myndini eru so nógvar duldar ella fluttar merkingar, sum tú so sera beinrakin dugir við tínum ljósspæli – hetta er kynstur títt, styrki tín.
 
Eisini vil eg nevnda tær fantastisku myndirnar, tú hevur málað av Ólavi Halga (tú vart við har nakrar túrar) og serstøku myndina av skrúvuvatninum av Ólavi Halga – kanska við ímyndum fra Skagen-málarunum. Sera væl gjørt.
 
Heðin er fjalin
Sagt verður um ættina hjá Heðin, at hon er so fjalin.
Omma Heðin æt Lena, sum pápin so eisini kallar upp við systur tíni, Lenu.
Ein bróðir Lenu - ommuna, sum æt Hans, fer áðrenn 20-ini út at sigla og spyrst ikki aftur. Søgur fara at ganga frá, at hann mann hava verið við tí og tí bátinum, sum sprongdist har og har.
 
Hetta var eitt sindur undarligt, og hví kundi hann ikki senda bræv heim, varð spurt.
 
Í 1997 kemur ein dama úr Amerika til Fuglafjarðar og vil hitta Poul Jacob, eletrikaran, pápabeiggja tín. Hetta vísir seg at vera dóttir Hans, Jennifer.
Fleiri ár eftir at pápi hennara, Hans var deyður, fer hon at rudda loftið og finnur ein kassa við brøvum m.a. frá Lenu, systirni, og eisini frá einari aðrari damu, Marin á Miðstovugeilini, sum hevði verið unnusta Hans, áðrenn hann fór út at sigla. Tó at hon í skrivingini var gift øðrum manni, Hoyðgarðs-Pól (sum eg minnist væl), so læt hon Hans vita, at í hjarta hennara átti hann enn pláss.
 
Tó at prátið gekk í Fuglafirði um, at tað var undarligt at ommubeiggi Heðin, Hans, ikki kom aftur – hvar mann hann vera? – og at hann var gingin burtur við skipi, so gretti Marin á Miðstovugeilini ikki eitt orð um sína vitan. Hans doyr í 1979 - fyrstu brøvini eru frá 1917.
 
Jennifer visti ikki, hvaðani pápin var, annað enn tað, at hann var frá Europa, men at tað var frá Føroyum, og hvørjar Føroyar vóru, visti hon einki um.
 
Jennifer býr eina tíð hjá skyldmanninum, Heðin, seinni í húsunum hjá Jacob úti á Land og endar hetta vinarlagið við, at hon ger eina bók um listamannin, Heðin, sum hon kallar, Mótljós.
 
Jennifer skrivar eisini eina bók um pápan, sum hon kallar, Saknaði sonurin, ið eisini er týdd til amerikanskt og útgivin har – The missing son.
 
Góði Heðin
Tú hevur nógvar dygdir og ert altíð fyrikomandi og fittur. Ja, man kann kalla teg ein multikunstnara. Tú syngur sum ein eingil – vit hava onkuntíð staðið undir liðini av hvørjum øðrum til kórsang.
 
Tú teknar og málar, dugir væl at leiða kór, og hava vit verið mangar góðar kórferðir saman – m.a. í USA á Manhattan saman við Frits, Niels á Høvda (Niels Midjord) tær og mongum øðrum – Tað var ikki keðiligt, tó at tú einaferð undir venjing helt fyri: Vit koma ongantíð til USA, og Frits tendraði!
 
Tú ert tikin úr leikum sum orgulspælari, og hevur tú holla útbúgving í orgulspæli - Tað er fragd fyri oyrað at hoyra títt spæl til sálmasangin í Fuglafjarðar kirkju – serligu registreringarnar og tað fantastiska millum- og eftirspælið, sum tú dugir so frágera væl at improvisera.
 
Tíni listaverk kundi verið skrivað bøkur um, tí tey eru so serstakliga góð við áður umtalaða ljósspæli og mótljósi, men lata vit tað liggja á hesum sinni, og lata fólkið, sum her er komið saman, njóta samveruna við tínum fantastisku listaverkum - og saman við tær.
 
Hjartaliga vælkomin, Heðin.
Góða framsýning.
 
Dávur Winther
15. apríl 2016
 

<<Previous
    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    February 2025
    December 2024
    November 2024
    September 2024
    April 2024
    February 2024
    January 2024
    October 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2025
BÚNAÐARSTEVNAN 2026

TÍÐINDI
UM OKKUM
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR  I +298 217055 I +298 227072