Rættuliga fitt av gestum høvdu leita sær til ferniseringina hjá Hans Paula Olsen listamanni, sum sýnir fram í Gamla Seglhúsinum nú um daganar og fram til 23. mars. Teir tríggir Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen, bergtóku eisini gestinar við sínum tónleikaframførðslu og lættari ábit við skerpikjøti og røstum kjøti úr Eystfellinum fingu gestirnir eisini undur góman. Hilmar Høgenni, sum so mangan, setti framsýningina við frálíkari røðu til listamannin, og verður hon endurgivin her: Hans Pauli Olsen í Gamla Seglhúsinum “Tá Símun ringdi og spurdi, um eg kundi siga nøkur orð í dag, nú henda framsýningin hjá Hans Paula letur upp, ivaðist eg fyrst, men lovaði at ringja aftur. Men eg ivaðist ikki leingi og tí standi eg her. Hans Pauli er føddur í 1957 og voksin upp úti í Grønlandi. Sum flestu havnarfólk eru røtur hansara aðrastaðni. Pápin var av Húsum og mamman var úr Vík. Eg havi altíð vita hvør tú var, Hans Pauli . Sjálvur eri eg eitt sindur yngri enn tú og bara eitt ár eldri enn yngsti beiggi tín Marius. Eg eri føddur á Húsum, men eri uppvaksin í Vík, sum granni hjá abba tínum Hans Paula á Bø, sum tú er uppkallaður eftir. Tey stóru flottu hvítu húsini við teimum risa stóru trøunum, sum vit klatraðu í og við stikkulsberjarunnum í garðinum sunnanfyri, sum vit ótu av. Húsini við fleiri úthúsum, stórum rundum kvistum og handli í kjallaranum, har mostir tín Hildibjørg ofta stóð innanfyri skivuna, áðrenn hon giftist til Hvalvíkar. Og abbi tín, sum kundi finna uppá at bjóða bomm, tá vit børn stóðu uttanfyri tað gráu skivuna fyri at keyp slikk og bomm í leysari vekt fyri eina krónu ella, um illa stóð til, bara einum 25-oyra. Tá bar eisini til at keypa eina skipskeks í senn. Eg minnist eisini jólakortini, sum, eg haldi, tú og beiggjarnir teknaðu. Tey vóru eisini til keyps í handlinum hjá Niels á Bakka, sum beiggi tín Torbjørn seinni keypti og nýtti at mála í. Eg seti meg ikki føran fyri at gera nakra djúptøkna greining av listini hjá tær, men sum ein glaður amatørur kann eg royna at lýsa, hvat hugtekur meg og hvat eg síggi og upplivi í tínari list. Hans Pauli tú er myndaskapari. Vit nýta ofta orðið myndahøggari, men Hans Pauli er fyrst og fremst myndaskapari. Hann høggur ikki myndirnar, men evnar standmyndir sínar til úr leiri við hondum sínum. Eg haldi at Hans Pauli sjálvur hevur lýst hetta - og seg sjálvan - sera væl í standmyndini “maðurin við leirinum” frá 1989 Har listamaðurin, sum hann hevur mynda seg sjálvan, stendur við hondunum fullum av leiri klárur, at byrja, at herja á, at evna til. Tá tú stendur frammanfyri hesi standmyndini, kanst tú fáa ta fatan at tú sjálvur ert standmyndin, sum listamaðurin er í ferð við at forma. Sjálvt skapi á standmyndini fær meg at hugsa um, at hendan standmyndin kann bera brá av eini standmynd hjá Janusi Kamban, sum Janus gav heitinum: “Maður við fiskateggjum” frá 1967. At eg nevni Janus Kamban er ikki uttan grund, tí tað var kanska har, tá Hans Paula var í starvsvenjing í 10. flokki hjá honum, at listaleiðin sum myndaskapari var løgd. 19 ára gamal fór Hans Pauli til Danmarkar. Fyrst á tekniskúla á Glyptotekinum og síðani á Kunstakademiið í Keypmannahavn. Seinni hevur hann eisini verið gestalærari bæði á akademinum í Keypmannahavn og á akademinum í Oslo. Hans Pauli evnar til við hondunum, tað sæst eisini týðiliga í standmyndum hansara. Tú kanst siga, at tær eru leysliga tilevnaðar. Men við neyvum varrum, eygnabrúm og hári, er verkið ikki leysligt ella hálvliðugt, sum tað stendur, men fullfíggja og lýtaleyst. Ein sannur meistari í so máta. Hann megnar sum fáur í dag tað klassiska myndlistakynstri. Hann dugur at spæla við okkara fatan av, hvat vendur upp og hvat vendur niður. Ella hvat er yvir ella undir. Kropparnir ella fólkini kunnu liggja á liðini ella standa á beinunum ella á høvdinum í sama skapi. Tey kunnu eisini vera í pørtum ella sum skuggar av sær sjálvum. Ella tá tað, sum er tikið burtur sum ein siluett, gerst partur at tí fysiska verkinum. Ella endurtøkan ella dupultmyndin, sum hann skapar við spegling. Í hesi framsýningini eru ongar standmyndir, men tekningar - modeltekningar og náttúrutekningar. Ørkini, sum hann hevur tekna á, hava øll somu stødd. Myndevnini eru ikki abstrakt og meira náttúrtrúgv enn standmyndirnar. Við einfaldu uppheingingini, verða tær einstøku tekningarnar settar saman til eina størri heild. Eitt myndateppi, sum hongur saman sum ein stórur myndaheimur av brotamyndum, sum aftur kunnu pettast sundur í sjálvstøðugar stakmyndir. Summi av myndevnunum rúmast ikki á einum blaði, men breiða seg yvir fleiri bløð, meðan onnur myndevni mugu deilast um einstøku bløðini. Soleiðis spælir hann eisini við, hvat hoyrir saman beinleiðis og hvat hoyrir saman óbeinleiðis. Hóast samanhangandi heildin millum hesi nógvu myndevni, sum kunnu tykjast at vera hugsað ella teknað sum samansett heild, haldi eg meg kenna onkrar av einstøku myndunum aftur frá øðrum samanhangum. Eg havi sæð tær fyrr, hanga saman við øðrum myndum í aðrari heild, í einum øðrvísi myndaheimi, settur saman til eitt annað høvi. Og sum tá sýntist eins sannførandi og tað vit síggja her. Náttúrumyndarnar eru flestar av Húsum og Kallsoyggini ella útsýninum haðani. Húsa kirkja, ljóssteyrin á keiini ella fjøllini á Kunoynni, hugnaligt og fjálgt, stórsligið og veðurbart. Hetta eru alt myndevnir sum beiggjar tínir Torbjørn og Marius eisini hava nýtt. Eg haldi at tað er ótrúligt sum Hans Pauli hevur gott stýr á sínum handverki. Og tað er líka mikið um tað er Húsa kirkja, ljósmasturin ella fjøllini. Tað sama er galdandi fyri tær naknu kvinnur og menn, sum hava siti fyri hjá honum - saman ella hvør sær. Við at klæða tey úr, ger hann tey leys av tíð og stað. Meðan hann við tekningini kannar myndevnið hann hevur frammanfyri sær. Hetta er helst eisini ein óloysiligur partur av skapanartilgongdini hjá Hans Paula, ymiskar tulkingar og tó afturkenniligar. Nýti høvi at kanna og njóti verkini hjá og saman við Hans Paula her í Gamla Seglhúsinum. Til lukku við framsýningini Hans Pauli og takk fyri Jastrid og Símun.” Framsýningin kann vitjast allar yrkadagar frá 14:00 til 17:00. Um tað ikki liggur fyri at vitja júst hesar tíðir, eru tit vælkomin at ringja 217055 (Símun) fyri at avtala eina tíð sum hóskar. Hjálagt eru nakrar myndir frá ferniseringini. 19/2/2024 Hans Pauli Olsen í Gamla SeglhúsinumFríggjadagin 23. Februar letur upp framsýning við tekningum hjá Hans Paula Olsen. Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða. Umframt lættari ábit verður eisini tónleikur við Karl Martin, Eyðun og Jógvan - kendir úr bólkinum Hjarnar. Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina: ”Tekningarnar eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering. Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum er tá ið eg tekni ein nakka, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avrita tann partin yvir á ta skjótu tekningina. Myndevni er landsløg og modelltekningar. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.” Møguleiki verður eisini at hitta listamannin sjálvan til ferniseringina og eru øll hjartaliga vælkomin. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
November 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072