Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

10/8/2014

Joe Lynn Turner í Gamla Seglhúsinum

Picture

27/7/2014

SPECIAL EVENT - JOE LYNN TURNER

Picture
Í sambandi við at Joe Lynn Turner vitjar á Summarfestivalinum 2014 saman við “Icons of Rock” verður eitt serligt tónleikatiltak í Gamla Seglhúsinum, sunnukvøldið 10. august kl. 20:00 við sjálvum Joe Lynn Turner.

Hann fer saman við tveimum føroyskum guittarúrmælingum, at hava eina aukustiska framførðslu, umframt at greiða eitt sindur frá sínum drúgva tónleikalívi sum solistur og saman við eitt nú Rainbow, Deep Purple, Yngwie Malmsteen vm.
Møguleiki er at hitta legenduna “face to face” og annars at ogna sær fløgur, skreytlutir vm. Lættari ábit og okkurt leskandi verður eisini at fáa.

Pláss er fyri 60 gestum og kostnaðurin er kr. 375,00 fyri hvønn. Seinasta freist fyri tilmelding og gjalding er fríggjadagin 1. August. Um nærri spurningar eru, vinarliga ring 217055.

Tilmelding umvegis teldupost: simun@grafia.fo ella við at ringja / senda boð umvegis fartel. 217055

2/3/2014

Leygardagin 8. mars - hummarasøla

Picture
Leygardagin 8. mars - verður aftur møguligt at keypa livandi jomfrúhummarar, stórir "Bluetail Lobsters" og krabbar frá Steintór á torginum niðanfyri Gamla Seglhúsið.

Frá kl. 11:00 til kl. 16:00

Vælkomin!

22/2/2014

Hummarasølan vælvitjað

Picture
Í samband við Torradagarnar, høvdu vit opið hús í Gamla Seglhúsinum. Jákup og Hergerð Ziskason, sum eru eitt satt gastronomiskt toymi, syrgdu fyri leskiligari hummarasúpan, og høvdu fólk annars eisini møguleika til at hyggja seg nærri kring um í Gamla Seglhúsinum.

Kristan Eliasen sýndi fram sítt sera snotuliga modelskip, sum er av gomlu “Norðborg”, og varð somuleiðis ein myndafrágreiðing um arbeiðsgongdina av hesum sera snotuliga handverki.

Niðanfyri, á torginum, høvdu vit sett tvey kør upp, sum vit fingu til vega frá Sjómannadegnum. Hesi kør skuldu nýtast til høvuðstiltaki, nevnliga søla og framsýninga av livandi Jákupskeljum, jomfrúhummara, svørtum hummara og krabbum.  Steintór Debes og frúan, sum hava hummarafiskiskap á Funningsfirði komu við rávørum og seldu til nógvar svangar gómar, sum ynsktu at royna hesa leskiligu rávøru í køkinum ella á grilluni.

Jú sigast má, at hetta tiltak eydaðist avbera væl og eru vit takksom fyri góða undirtøku og nógvar vitjanir. Somuleiðis skal Dávur Winther fáa stórt rós fyri Torradagarnar.
Myndatøka: Dávur Winther
    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2022
BÚNAÐARSTEVNAN 2023

TÍÐINDI
UM OKKUM
GRAFIA
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I