Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

3/2/2014

Læraralesandi royndarkoyra fjarlestur

Picture
Tíðindaskriv
Mikudagin 5. februar skulu tey, sum ganga fyrsta árið á læraraútbúgvingini, sum vanligt møta til undirvísing. Tey flestu møta á Frælsinum í Havn – men hendan dagin fer eisini at bera til at møta til undirvísing í Runavík, í Skálavík, í Klaksvík og í Vági. Tá byrjar ein fýra mánaða long royndartíð, har Setrið samstarvar við lokalar partnarar um at royndarkoyra videoútgerð, sum er serliga vælegnað til at samskifta við um netið. Til dømis at undirvísa ígjøgnum.

Videofundir

Tað er fyritøkan Sp/f Videofundir, sum hevur boðið útvaldum stovnum og fyritøkum at royna útgerðina í eitt tíðarskeið, og síðani at leiga ella keypa hana. Útgerðin er løtt at nýta, og so strembar hon eftir at vera eitt tól til tvívegis samskifti. Fyri tey læraralesandi vil tað siga, at tey kunnu ikki bara fylgja undirvísingini – tey kunnu vera ein partur av flokkinum og viðmerkja og spyrja, eins og sótu tey í auluni í Havn. Bæði mynd og ljóð eru sera góð.

Útgerðin er í stuttum ein skíggi, ein fjarstýring, og so ein mikrofon og eitt myndatól, ella fleiri, um tørvur er á tí.

Onnur sleppa eisini undan ferðing
Fjarlestur er ein táttur, sum fer at verða royndur hesar komandi fýra mánaðirnar, men luttakandi partarnir ætla at royna so nógv virksemi sum gjørligt - til dømis bjóða privatum at halda fundir umvegis videoútgerðina og vita, um tað ber til at avgreiða ørindi hjá almennum stovnum á hendan hátt, heldur enn at antin starvsfólk ella borgarar skulu út at ferðast.

Tey luttakandi eru:

  • Sp/f Videofundir
  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Bókasavnið við Løkin í Runavík
  • Vakstrarætlanin Sandoy
  • Vágs kommuna
  • Reklamuvirkið Grafia

Miðlarnir eru vælkomnir at vera við fyrsta tíman mikudagin 5. februar, tá royndarkoyringin byrjar. Undirvísingin byrjar klokkan 09.00. Miðlarnir velja sjálvir, hvar í landinum fylgt verður við! Eisini eru miðlarnir vælkomir at venda aftur til hesa royndarkoyringina seinni, at vita, hvussu gongur. Tey lesandi fara í praktikk hálvan februar, so tá er hóskandi at gera fyrstu eftirmetingina.

Fróðskaparsetur Føroya


    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2022
BÚNAÐARSTEVNAN 2023

TÍÐINDI
UM OKKUM
GRAFIA
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I