Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

27/8/2014

Landbúnaðarskeiðini væl umtókt

Picture
Í døgunum 25. til 27. august 2014, skipaði Gamla Seglhúsið fyri Landbúnaðarskeiðið fyri komandi festarar og øðrum, við áhuga fyri seyðahaldi. Skeiðsváttan gevur luttakarum møguleikan, at taka við festum, sum hava upp til 50 áseyðir.

Hetta er 5. skeiðið, ið Gamla Seglhúsið fyriskipar og hava tilsamans 66 luttakarar fingið skeiðsprógv.

Mynd av 5. skeiðinum:
Jákup Bærentsen, undirvísari – Jóhan Falvard Klementsen, Heini Waag, Kjartan Højgaard, Kári Sólheyg, Jonhard á Regni, Maison Lind, Fróði Waag, Kaj Johannesen, Atli Fróði Johansen, Ásla Heinesen, Ronnie Tarkas, Jóannes Bólstein.

Nýtt skeið verður aftur í døgunum 19., 20. og 21. januar 2015.

29/1/2014

Landbúnaðarskeið

Gamla Seglhúsið hevur í vikuni skipa fyri landbúnaðarskeiðið. Skeiðið, sum fevnir yvir 3 dagar og sum er góðkent av Búnaðarstovuni, gevur luttakarum møguleika, at festa festir, ið hevur eitt áseyðatal upp til 50 áseyðir. 

Nýtt skeið verður tann 17., 18. og 19. mars 2014. Enn eru nøkur pláss eftir og nærri kunning og tilmelding fer fram umvegis fylgjandi http://www.gamlaseglhusid.fo/landbuacutenaetharskeieth.html
Picture
Aftara rað: Petur Andreasen, Sjúrður Gullaksen, Bergur Petersen, Niels Jacob Gregersen, Ernst Jacobsen, Per Jacobsen, Kári K. í Kongsstovu og Mortan Jacobsen.
Fremst: Jákup Bærentsen (undirvísari), Einar Waag, Tummas Petur Thomassen, Øssur Johannesen, Sonni á Horni, Silja Michalsen og Dánjal Larsen

5/12/2013

Skeið í Excel 1 og 2

Picture
Skeið í MS Excel 4. og 5. desember 2013
Picture
Skeið í MS EXCEL 2. og 3. desember 2013

19/11/2013

Skeiðslutakarar á skeiði í skeltaskriving 

Kjallarin í Gamla Seglhúsinum er hesar dagarnar yvirtikin av ágrýtnum skeiðlutakarum, ið ynskja at læra teknikkin í skeltaskriving og sigast skal at sera væl liggur fyri. Tríggjar dagar saman við góðum og hugaligum skeiðslutakarum í als ikki høvdu tíð at sita á stólinum, men sum hesa løtuna heldur vildu standa og fáa nøkur vælskrivaði skeltir frá hondini:)

Takk til tykkum øll fyri eitt gott og minniríkt skeið:)
Picture

22/8/2013

Grafikarar á skeiði í Gamla Seglhúsinum

Picture
Í dag fór fyrsta skeiðið, sum er á heyst/vetrarskránni skránni hjá Gamla Seghúsinum, av bakkastokki. Talan er um Adobe Edge, sum er eitt fagliga førleikamennandi skeið innan netlýsingar. Undirvísari er Martin Bregnhøi úr Danmark.

Gamla Seglhúsið hevur lagt til rættis eina skrá, sum umfatar eina breiða viftu av viðkomandi skeiðum og útbúgvingum. Gamla Seglhúsið kemur annars at dagføra sína skeiðs- og útbúgvingarætlan leypandi frameftir og víðka um skeiðs- og útbúgvingartilboðini.

Áhugaði kunnu seta seg í samband við Símun Gullaksen, samskipara á telefon 217055 ella senda ein teldupost simun@grafia.fo.

14/5/2013

Skeiðsundirvísari í MS Excel, MS Word, MS PowerPoint og MS Outlook er Tummas Jacobsen 

Picture



Tummas hevur arbeitt á edv-deildinin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í 27 ár.

Síðani ár 2000, tá ið Tummas helt uppat á tryggingini havi hann havt telduskeið í øllum office produktum og Windows. 
Harumframt eisini skeið í bókhaldi, sum hann sjálvur havi ment.

Tummas hevur undirvíst á nógvum almennum og privatum stovnum s.s. ALS, Fróðskaparsetur Føroya, Synergi, Vága Floghavn o.s.fr.

Flest allar eftirmetingar, ið eru gjørdar, siga frá vælnøgdum luttakarum og hevur Tummas fingið sera góðar viðmerkingar, ella fyri at siga sum er, so er hann sera væl dámdur.

8/5/2013

Kom á skeið í Gamla Seglhúsinum

Lær teg Word, Excel, Outlook ella PowerPoint í hugnaligum umhvørvi við nýtimans útgerð. 
Picture
Picture
Picture
Picture
    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2022
BÚNAÐARSTEVNAN 2023

TÍÐINDI
UM OKKUM
GRAFIA
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I