27/8/2014 Landbúnaðarskeiðini væl umtóktÍ døgunum 25. til 27. august 2014, skipaði Gamla Seglhúsið fyri Landbúnaðarskeiðið fyri komandi festarar og øðrum, við áhuga fyri seyðahaldi. Skeiðsváttan gevur luttakarum møguleikan, at taka við festum, sum hava upp til 50 áseyðir. Hetta er 5. skeiðið, ið Gamla Seglhúsið fyriskipar og hava tilsamans 66 luttakarar fingið skeiðsprógv. Mynd av 5. skeiðinum: Jákup Bærentsen, undirvísari – Jóhan Falvard Klementsen, Heini Waag, Kjartan Højgaard, Kári Sólheyg, Jonhard á Regni, Maison Lind, Fróði Waag, Kaj Johannesen, Atli Fróði Johansen, Ásla Heinesen, Ronnie Tarkas, Jóannes Bólstein. Nýtt skeið verður aftur í døgunum 19., 20. og 21. januar 2015. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
May 2023
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072