Norðlýsið skrivar: Á Gamla Seglhúsinum var Arnold Vegghamar í dag og lat upp sína nýggjastu framsýning. Framsýningin var sera væl vitjað, og tað sást eisini aftur í seldum verkum. Símun Gullaksen, bjóðaði vælkomin, síðani sungu Steintór og Rakul Ró tvey løg. Aftaná tað segði Helgi Fossadal nøkur orð, ið vit endurgeva her niðanfyri og Steintór og Rakul Ró endaðu so móttøkuna við tveimumløgum afturat. Røðan, ið Helgi Fossadal helt á Gamla Seglhúsi í dag: Listamálarin í norðastu bygd Føroya, Viðareiði, Arnold Vegghamar er sjálvlærdur listamálari. Men eins og hjá mongum øðrum føroyskum dreingjum var tað neyðugt hjá honum at fara til sjós fyri at forvinna sær eina úrtøku. Tað snúði seg snøkt sagt um at yvirliva. Men hóast Arnold Vegghamar ikki hevði góða sjónatur og ikki vandi seg við tað ofta baldruta og harða sjólívið, so sigldi hann, til hann var um19 ára gamal. Tá fór hann til Danmarkar, Odense, at ganga í skúla og at læra eitt handverk; hann var síðani útlærdur gullsmiður og starvast nógv ár í hesari vinnuni. Men longu á ungum árum kveiktist ein áhugi fyri málningalistini hjá Arnoldi Vegghamar. Sína fyrstu listaligu vegleiðing fekk hann á vetri 1958-59. Tá var hann næmingur á listaskúlanum, sum var byrjaður av listamálarunum Ingálvur av Reyni og Jack Kampmann saman við myndahøggaranum og grafikaranum Janusi Kamban. Hóast listaskúlin bara var henda eina veturin, fekk skúlin stóra ávirkan á næmingarnar, sum fingu dirvi til at halda áfram og megi til at arbeiða fram ímóti dreyminum at vera listafólk. Eisini varð her opinberað fyri næmingarnar, at tað hevði týdning og var samfelagsgagnligt at skapa myndir – list –, fyri at leggja afturat samleika og mentaskap føroyinga. Tey klassisku føroysku myndevnini eru fjallið, bygdin og havið, og sum øll listafólk í meira og minni mun eru ávirkað og hugtikin av. Tað sama er galdandi fyri Arnold Vegghamar, sum hevur verið og enn er hugtikin av umhvørvi og náttúru á heimstaði sínum, Viðareiði. Arnold Vegghamar lýsir eisini í sínum málningum hesi vanligu føroysku myndevnini – fjallið, bygdina og hagan, men úttrykkið saman við teimum eyðkendu, serligu sterku litunum, sum hann nýtir, er øðrvísi og ger hansara myndir serstakar – eisini í føroyskum høpi. Stílurin hjá Arnoldi Vegghamar er eitt stað millum ekspressionismu og naviismu. Tað sæst, at Arnold Vegghamar vísir áskoðaranum sína egnu tulking av landslagnum, – soleiðis sum hann sær og sansar tað. Náttúrulýsingarnar hjá honum eru ikki vanligar, men hava nakað meira í sær. Myndirnar vísa og bera prógv um, at Arnold Vegghamar er heilt sín egin listamálari. Sum stjóri á Listasavni Føroya setti eg mær fyri at útbreiða vitan um føroysk listafólk við bókaútgávum. Hetta hevur, eftir mínum tykki, alstóran týdning fyri listafólk, at list teirra verður viðgjørd listfrøðiliga og milað víða um og ikki bara í Føroyum. Í 2009 var ein framsýning við Arnold Vegghamar á Listasavni Føroya, og í tí sambandi fóru vit undir at gera eina listabók um lívið og listina hjá Arnoldi Vegghamar. Listfrøðingurin, Dagmar Warming, skrivaði bókina. Í hesum sambandi vitjaðu vit bæði, Dagmar Warming og eg, Arnold Vegghamar á Viðareiði. Henda vitjanin, var ein partur av tilgongdini til bókina. Tað var sera áhugavert at hoyra listamannin greiða frá lívi sinum og tilgongd hansara til myndlistina. Her vil eg lata orðið til Dagmar Warming, sum her tekur samanum listina hjá Arnoldi Vegghamar í bókini Arnold Vegghamar: ”Vegghamar arbeiðir einsamallur sum listamaður. Hann málar heilt í egnari verð uttan at hyggja um seg, til onnur samtíðarlistafólk í Føroyum. Leiðin, hann tók í lívinum, eftir at hann fyrr sum ungur maður í nøkur ár royndi at fylgja eini vónleysari leið, hevur ført hann heim til Viðareiðis sum málara. Her fer hann at búgva og arbeiða restina av ævi sínari og myndevnini eru ikki bara soleiðis at vika. Tey eru har beint hjá honum og geva honum íblastur til at mála verk, sum tey flestu halda vera úr einum øðrum heimi, sum eru komin higar gjøgnum tað viðkvæma sinnið hjá einum einligum persóni og gjøgnum ein kraftmiklan koloritt. Víst er tað so, at landslagið kveikir hugin til at mála, men við úrslitinum, verkinum, koma vit inn í annan hugaheim. Vit síggja landslagið við nýggjum eygum. I hesum finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslags-málningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi.” (Dagmar Warming, 2009) Arnold Vegghamar hevur verið við á fleiri framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini hevði eg tað gleði at hava Arnold Vegghamar við á føroysku framsýningini á Leopold museuminum í Wien í 2008. 84.000 fólk sóu framsýningina. Goði Arnold, takk fyri, at tú hevur ríkað okkum og Føroyar við tíni list og hjartaliga til lukku og góða eydnu við framsýningini. Eisini fáa Jastrid og Símun eina tøkk fyri tykkara arbeiði fyri føroyska list. Samstundis tøkk fyri heiðurin mær var sýndur at bera fram nøkur orð í samband við framsýningina hjá Arnoldi Vegghamar. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072