Í dag hevði Gamla Seglhúsið vitjan av tí danska justitsministaranum Morten Bødskov. Saman við honum vóru embætisfólk og leiðandi starvsfólk innan løgregluna í Føroyum.
Símun Gullaksen vísti teimum bygningin og greiddi annars frá tí søguliga og dagliga virkseminum í Gamla Seglhúsinum. Eftir hetta fingu tey vitjandi sær ein bita, áðrenn farið var víðari. Myndir: Norðlýsið 22/8/2013 Grafikarar á skeiði í Gamla SeglhúsinumÍ dag fór fyrsta skeiðið, sum er á heyst/vetrarskránni skránni hjá Gamla Seghúsinum, av bakkastokki. Talan er um Adobe Edge, sum er eitt fagliga førleikamennandi skeið innan netlýsingar. Undirvísari er Martin Bregnhøi úr Danmark.
Gamla Seglhúsið hevur lagt til rættis eina skrá, sum umfatar eina breiða viftu av viðkomandi skeiðum og útbúgvingum. Gamla Seglhúsið kemur annars at dagføra sína skeiðs- og útbúgvingarætlan leypandi frameftir og víðka um skeiðs- og útbúgvingartilboðini. Áhugaði kunnu seta seg í samband við Símun Gullaksen, samskipara á telefon 217055 ella senda ein teldupost [email protected]. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
November 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072