Vit á Gamla Seglhúsinum ynskja at takka fyri góðu undirtøkuna til tiltøkini í Gamla Seglhúsinum leygardagin á Torradøgunum og gjørdu okkum dagin minniríkan. Listaframsýningin við Martin Joensen fekk eina serstaka góða byrjan og hummarasølan uttanfyri bleiv dúligani vitjað. Ein serstøk tøkk til kokkin, Kristian í Vági, fyri sera vælsmakkandi hummarasúpan. - Her eru nakrar løtumyndir frá degnum. 19/2/2016 Listaframsýning - Martin JoensenLeygardagin 20. februar letur Martin Joensen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í metanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at røða. Martin Joensen, sum eisini er sera dugnaligur tónasmiður, kemur sjálvur at framføra egin løg og borðreitt verður við jomfrúhummarasúpan. Framsýningin hongur uppi fram til 18. mars og er ókeypis at vitja. Øll eru hjartaliga vælkomin! Opið er soleiðis: Leygardagin 20 februar frá kl. 14.00 til kl. 19.00 Sunnudagin 21. februar frá kl. 14.00 - 19.00 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
April 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072