Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

14/2/2023

Fernisering - Frits Johannesen

Picture
Skrivað hevur: Dávur Winther
Í dag lat upp forkunnug listaframsýning við Frits Johannesen í gamla Seglhúsinum, har væl av fólki møtti upp.

Eyðun Nolsøe og Karl Martin Samuelsen sungu tey løg, áðrenn lítil røða var hildin fyri honum, og síðani spældi Steintór Rasmussen eitt lag fyri Frits afturvið nøkrum hugleiðingum.

Heilir 34 málningar vóru á framsýningnini við ymsum heitum, sum Rúmdareingil, Teldulandslag, Krokudillukonsert í skýming, Talgild konsert, Næmingur við teldu, Mansgjógv á Manhattan, Hálvir skjøldrar og ymiskt annað.

Jú, Frits er ótømandi og tað melur væl hjá honum. Listin gerst hvassari, myndevnini fúka um oyrini og hann fær nógv frá hondini – Frits oysur úr huga sínum, sum er so rúmligur, víður og ikki minst glaður.
Málningarnir fingu allir ein reyðan blett settan á seg eftir lítlari løtu.

Alt hevur sín uppruna, alt er vorið til, alt er skapað – einki er tilvildarligt – ”Tað er so ófatiligt”, sum hann plagar at taka til. Tú undrast yvir alt – tú gáar um alt, hevur eyguni við tær, og fortelur so aftur í listini, yrkingingunum, tónleikinum og sanginum, hvat tú hevur upplivað, og hvat tú hugsar um – okkum til gagns.

At skapa – skaparverkið er ikki tilvildarligt fyri tær – fjøllini, dalarnir, har tínar vøkru Snjóðsøljugentur uppi við Mansgjógv leikandi lætt spæla tær vakran tónleik, so tú verður trøllabundin av teimum.
Eingin av málningunum tínum eru málaðir av tilvild – allir hava teir eina langa søgu og eru skapaðir úr tínum huga og hondum.

Takk fyri eina frálíka framsýning, Frits!

Myndir: Dávur Winther:

9/2/2023

Frits Johannesen í Gamla Seglhúsinum

Picture
Týsdagin 14. februar 2023 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Frits Johannesen.

Fernisering verður týsdagin 14. februar kl. 16:00 og kemur Dávur Winther at røða.
Talan er um 34 nýggjar málningar og verður henda framsýning ein partur av Torraskránni.

Hjartaliga vælkomin!

    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2022
BÚNAÐARSTEVNAN 2023

TÍÐINDI
UM OKKUM
GRAFIA
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I