21/11/2021 Heðin setti framsýningina hjá AnkerSKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther og Ólavur Frederiksen Hans Erik Olsen úr Heimistovu á Uppsølum var frá ungum árum fiskimaður, førdi síðani skip í nøkur ár, men legðist so upp á land at seyma segl saman við Jógvan Joensen, sum hevði verið í Esbjerg og lært at seyma. Hann var altíð nevndur Jógvan Segl. Hesum greiddi borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen m.a. frá, tá ið hann setti listaframsýningina við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsið í dag Eisini, at teir báðir, Anker eru skyldmenn. Anker er bróðursonur Heðin, og er Heðin gubbi hansara. Niðanfyri verður røðan hjá Heðin Mortensen, borgarstjóra endurgivin Góðan dagin øll somul! Og hjartaliga vælkomin til listaframsýning hjá Anker Mortensen. Áðrenn vit koma til sjálvan listamannin, vil eg fyrst takka tykkum, Jastrid og Símun, fyri høvið at koma norður at seta hesa framsýningina í hesum spennandi umhvørvinum. Gamla Seglhúsið er eitt serligt stað, við eini serligari søgu, sum krevur, at nøkur orð verða søgd. Jákup á Dalinum bygdi hetta húsið uml. 1914. Longu í 1916 varð húsið útleigað, og síðani selt seglhúsmonnunum. Hans Erik Olsen úr Heimistovu á Uppsølum var frá ungum árum fiskimaður, førdi síðani skip í nøkur ár, men legðist so upp á land at seyma segl saman við Jógvan Joensen, sum hevði verið í Esbjerg og lært at seyma. Hann var altíð nevndur Jógvan Segl. Í fyrstuni hildu teir til heima á Biskupsstøð, seinni úti í Klaksvíkini, síðani her úti í Víkunum. Teir bygdu sær eitt hús afturat í 1920, tað er tann hvíti bygningurin norðan fyri hetta húsið. Meðan Jógvan Segl tók sær av seglvirkinum, hevði Hans Erik framvegis góðan hug til sjógvin; í 1920´unum gjørdist hann partaeigari í Kvikki og í Sigurfaranum, og reiðari var hann eisini. Rættuligt reiðaravirki byrja teir tó ikki fyrr enn í 1934, tá teir keypa saltfiskahúsið Norðborg og fara at handla. Næstu árini keypa teir í felag Sigurfari, og fleiri onnur skip, og í 1953 varð virkið gjørt til partafelag, sum fekk navnið P/f Joensen & Olsen. Gamla Seglhúsið varð sostatt fyrst nýtt til at seyma segl í, og síðani varð tað handil fram til 1956, tá ið handilin flutti niðan um vegin, í Hvíthús. Gamla Seglhúsið var so goymslubygningur fram til 2005, tá ið Jastrid og Símun Gullaksen keypa bygningin og byggja uppí og ístandseta hann til tað, sum hann er í dag: Karmur um listaframsýningar, fundir, veitslur og annað - eitt mentanarhús, sum vit øll fáa gleði av. Sum eg skilji tað, hava tit bæði ongi beinleiðis ættarbond til Seglhúsmenninar - um enn tú, Símun, ert úr Fugloy – og rættuliga nógvir fugloyingar hava siglt við Seglhúsmonnunum. Men hvat høvdu gomlu seglhúsmenninir sagt, um teir sóu, at tit høvdu málningaframsýningar í Gamla Seghúsinum nú? Teir høvdu sikkurt hugsa sum vit, at eitt og hvørt gott vinnuligt átak byrjar við tí góða hugskotinum. Soleiðis var tað fyrr, og soleiðis er tað eisini í dag. Tykkara nýhugsan er ein íblástur fyri aðrar íverksetar. Ikki minst í dag, nú tað er so modernað, at flyta tað gamla yvir í ein nýggjan samanhang, er tað hugaligt at síggja, hvussu tit hava fingið hendan søguliga bygningin aftur til heiðurs og æru. Listamaðurin Frá seglhúsinum fara vit til listamannin, sum sýnir fram í seglhúsinum í dag! Nú er tað ikki nøkur loyna, at vit báðir Anker eru skyldmenn. Anker er bróðursonur mín, og eg eri gubbi hansara. Eg havi tí havt góð høvi at fylgja honum gjøgnum alt hansara lív. Anker hevur verið serstakur á tann hátt, at aftanfyri listarmannin fjalir seg ein handverkari av Guds náði. Hetta hevur hann m.a. frá abbanum í faðirætt, pápa okkara Eliesar Mortensen úr Trongisvági, kallaður Eli. Hann dugdi væl til hendurnar, var timburmaður og av hegnigastu monnum at smíða. Sum abbin hevur Anker eisini víst serstøk evni at skapa, byggja og umvæla. Hann smíðaði saman við Snorra Dam Jacobsen. Oftani arbeiddu teir uppá at umvæla gomul hús í Havnini, ikki minst úti á Reyni. Hesi serstøku hús krevja eitt serstakt kynstur, og slíkar uppgávur verða ikki latnar hvørjum manni uppí hendur. Listin letur heldur ikki hvønn mann sleppa upp í part. Listin krevur bæði ta handaligu og ta skapandi dimensjónina. Og sum listamaður hevur Anker gott í at breðga, í báðar ættir. Okkara megin er víðagitni og fjølbroytti listamaðurin Bjarne Werner Sørensen. Hann er trímenningur okkara. Og í móðurætt var Gudmund Hentze av Sandi. Gudmund Hentze hevði eisini hesar margfaldu skapandi gávurnar. Hann var bæði málari, grafikari, illustrator og sniðgevi av brúkslist. Tórshavnar Býráð, sum altíð roynir at stuðla listafólki, eigur tíbetur nakrar av myndunum hjá hesum dugnaligu skyldmonnunum hjá Anker. Myndirnar hjá Gudmundi Hentze hanga uppi í móttøkuhúsunum hjá Kommununi, í gomlu húsunum hjá Mitens í Tróndargøtu. Og tær hjá Bjarne Werner Sørensen hanga, tvær á starvsfólkadeildini, og ein á kvøldskúlanum. Um Anker sum listamann kunnu sigast nógv orð. Men tað er eisini hugvekjandi at lesa, hvat ymsu ummælararnir fáa burtur úr listini hjá honum: Sjónligger tað ósjónliga Nils Ohrt sigur í bók síni um Anker Mortensen, at hann roynir at ”sjónliggera tað ósjónliga á lørifti. Úrslitið er ein sameining av vakurleika og anda, sum tó ikki missir fótafestið í veruleikanum.” Jørgen Trap-Jensen sigur, at Anker málar yrkingar. Hann vísir til Ingálv av Reyni, sum segði, at Anker við eyðmjúkum brøgdum kann siga nógv meira, enn onnur gera við stórari veipan. Og nú vit tosa um Ingálv, so sigst tað, at hugurin hjá Anker til málningalistina varð kveiktur av tí stóra málninginum hjá Ingálvi av Reyni, sum hekk í miðgongini í Hoydølum. Anker er føddur í 1961 og gekk í Hoydølum seinnu helvt av sjeytiárunum. Í tí tíðini hevði Ingálvur av Reyni eina nokkso abstrakta periodu.... Og hendan myndin æt “TROLARI”, ein stór dimm abstrakt kompositión. Og tá teir so fóru í fríkorter, so plagdu teir at diskutera um hendan málningin.... Hvussu skuldi man fáa skil uppá hetta? Mundi málningurin venda á høvdinum ella hvat? Men hvussu teir so hugdu og snaraðu sær, so sá eingin av teimum nakran trolara! Næmingarnir skiltu ikki eitt mukk av hesari myndini. Men Anker sá okkurt... og hann hugsaði við sjálvum sær, at hann vildi finna útav hvat tað var. Og fáa okkurt burturúr hesum. Tað var har, og tá, at hann gjørdi av at hann skuldi fara tann vegin, LISTAVEGIN. Anker fór á Kunstakademiið í Pólandi og í Finnlandi at fáa sær útbúgving, og Anker so líkt, fann hann upp á at fara til Grikkalands, har hann búði á eini oyggj saman við nøkrum grikskum munkum. Hetta var so við til, at Anker eitt skifti las teologi - jú hann er, umframt so nógv annað, eisini hálvur prestur! Anker nógv at gera Anker hevur verið ein fjølbroyttur og leitandi listamaður. Hann hevur teknað og málað, myndað, skrætt og klipt. Hann hevur eksperimenterað burtur úr alskyns tilfari. Hann hevur víst, at hann dugdi at loysa seg frá veruleikanum og granska allar smálutir. Og væl hevur gingist. Tí Anker er nógv umbiðin sum listamaður. Herfyri keypti m.a. BankNordik list frá honum til sítt serliga savn, og Anker var eisini ein av teimum, sum bleiv útvaldur at listprýða Glasir. Og ikki at forgloyma nýggju løgreglustøðina, har ein stórur málningur prýðir hølini. Fyri stuttum hevði Anker rættiliga stóra framsýning, á tveimum hæddum, á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Danir nevndu hana ”Maleriets åndelighed”, og áhugin var ovurstórur. Meira enn 5000 fólk vitjaðu framsýningina. Í eini fráboðan skrivaði leiðslan á Norðurbryggjuni tá, at ”tað at standa frammanfyri einum málningi av Anker Mortensen, er sum at uppliva eina kenslu av frælsi, har spjadd og ógreið tekin flóta runt í einum óendaligum og gátuførum universi”. Og so er! Í gongini uttanfyri skrivstovu mína hongur ein stórur málningur hjá Anker. Ferð eftir ferð taki eg meg í at steðga á, hyggja at málninginum, og undrast. Og hvørja ferð setir tað onkrar kenslur og tankar í gongd. Og tað er júst tað, sum góð list kann. Fyri meg er ongin ivi, at talan ikki bara er um fyrstaflokks handverk, men at her eisini er ein andalig dimensjón, sum byggir á Ankersa rótføroysku bakgrund í føroyskari fólkamentan, líka frá sálmasangi og trúarlívi - her kemur teologiin inn í myndina - og til veðurlag og náttúru. Kensluliga veðurlagið Eg haldi eisini, at Amariel Norðoy hevur sagt tað so væl, at ”Anker Mortensen lýsir okkara kensluliga veðurlag”. Apropos veðurlag, er eitt av heitunum, sum Anker ofta brúkar til síni listaverk, eitt orð, vit kenna frá Jóhannesar evangeliinum: ”Vindurin blæsir, hvar sum hann vil!” Og hetta við vindinum eyðkennir eisini Anker. Hann brýtir frá og fer har, sum hann vil, við sínum heilt egna og fjølbroytta stíli. Anker hevur atelier úti á skipasmiðjuni. Har stendur hann og málar. Og so hevur hann greitt frá, at hann gongur inspirasjónstúrar - út í Sandagerð, niðan við ánni, og allan vegin niðan á Kirkjubøreyn. Og so tekur hann veðrið og upplivingarnar við sær heimaftur. So tað ytra landslagið rennur saman við tí innara landslagnum. Vindurin blæsur, og gevur íblástur - til Anker, og til okkum, sum eru so heppin at sleppa at uppliva hansara list. Eg fari at ynskja Anker tillukku við framsýningini, og eg vóni eisini, at tit øll fáa eina stóra uppliving her í avbera hugnaligu hølunum í Seglhúsinum. Við hesum er framsýningin sett. Heðin Mortensen, borgarstjóri 19/11/2021 Anker Mortensen í Gamla SeglhúsinumSunnudagin 21. november 2021 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn at røða. Umframt lættari ábit, okkurt leskandi og tónleik, sum Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein syrgja fyri, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 16. desember 2021. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis: Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00 Sunnudagar frá 15:00 til 18:00 Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar. Víst verður til Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru https://korona.fo/tilmaeli?_l=fo |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072