Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

4/2/2018

Ein listamaður, ið er torskildur at útleggja

Picture
Á Gamla seglhúsinum er Bárður Jákupson frammi við málningum fyri aðru ferð og niðanfyri ber til at lesa røðuna, sum borgarstjórin, Jógvan Skorheim helt við ferniseringina ídag:
 
Góði Bárður og góðu tit øll

Tað kennist ómetaliga væl at vera aftur her í Gamla Seglhúsi til fernisering.
Og hesaferð enntá eyka stuttligt, tí fyri hálvum triðja ári síðan stóðu vit júst sama stað til júst sama høvi, so eg hevði ikki væntað at fáa víst sama heiður at siga nøkur orðhesaferð.
So tað takki eg hjartaliga fyri. 
***
Mín egni kunnleiki til list er snøgt sagt avmarkaður. 
Eri ongin serfrøðingur, so fyri at finna nøkur gávaði orð at lýsa listina hjá Bárði við, leitaði eg mær til serfrøðina.
Í bókini “Livandi list” lýsir IngerSmærup Sørensen 49 av okkara fremstu nútíðar listafólkum, og har ert tú, Bárður sjálvandi við. 
***
“Okkurt í verkunum hjá Bárði Jákupssyni ger tey torgreidd at tulka.
Kanska er tað tí, at listamaðurin arbeiðir bæði við naturalismuni og við abstraktiónini og skiftir millum hesi bæði fyribrigdi, so tað ongantíð er heilt greitt, hvat er veruleiki og hvat ikki er“.
Um tað er samanrenningin av naturalismu og abstraktión, sum er avgerandi, fari eg ikki at gera meg klókan uppá, men eg dugi avgjørt at síggja, hvat Inge meinar við. 
Við penslastrokum megnar tú at skapa fleiri veruleikar í eini og somu mynd.
Tú bjóðar sinninum og hugfloginum av, við tí úrsliti, at ein nýggjur heimur letur seg upp fyri okkum, meðan vit skoða tíni verk.
***
Vit liva í einum heimi, sum hvønn dag broytist. Nógvar av broytingunum eru góðar og mennandi, men so eru eisini nakrar, sum tykjast ørkymlandi og ræðandi.
Tað fantastiska við listini er, at hon kann dyrka tað góða í veruleikanum, og so kann hon broyta tað minni góða til tað betra við frælsi og hugflogi.
Sjálvur fyllir tú 75 ár í ár, Bárður. So tú man í uppaftur størri mun enn eg, kenna aftur hetta við, hvussu heimurin er broyttur. 
Kanska er tað júst tí, at tú hevur dirvið og dygdina til at skapa hesar.. lata okkum kalla tað ‘alternativu veruleikarnar’ fyri at brúka eitt nógv umrøtt hugtak.
Eg eri sjálvandi ikki vísur í, at hendan tulkingin hjá mær er røtt, tí vit hava jú fingið staðfest, at tíni verk eru torgreidd at tulka.

Men um eg havi skilt tína list rætt, so havi eg næstan hug at uppsummera hana við orðunum hjá Steintóri Rasmussen, sum jú ofta megnar at seta orð á tað, sum annars er ringt at siga: 
Bárður,
“Tú vakurleika málar, har náttúran dálkað er”. 
Tú skapar nýggjar møguleikar, nýggjar veruleikar og nýggjar vakurleikar.
Heilt einfalt, tú gert heimin til eitt betri stað. 
Takk fyri tað. 
Allarbestu eydnu við framsýningini og enn einaferð hjartans takk fyri, at eg fekk møguleikan at bjóða tær vælkomnan til Klaksvíkar.

Picture
Picture


Comments are closed.
    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    February 2025
    December 2024
    November 2024
    September 2024
    April 2024
    February 2024
    January 2024
    October 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2025
BÚNAÐARSTEVNAN 2026

TÍÐINDI
UM OKKUM
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR  I +298 217055 I +298 227072