14/2/2023 Fernisering - Frits JohannesenSkrivað hevur: Dávur Winther Í dag lat upp forkunnug listaframsýning við Frits Johannesen í gamla Seglhúsinum, har væl av fólki møtti upp. Eyðun Nolsøe og Karl Martin Samuelsen sungu tey løg, áðrenn lítil røða var hildin fyri honum, og síðani spældi Steintór Rasmussen eitt lag fyri Frits afturvið nøkrum hugleiðingum. Heilir 34 málningar vóru á framsýningnini við ymsum heitum, sum Rúmdareingil, Teldulandslag, Krokudillukonsert í skýming, Talgild konsert, Næmingur við teldu, Mansgjógv á Manhattan, Hálvir skjøldrar og ymiskt annað. Jú, Frits er ótømandi og tað melur væl hjá honum. Listin gerst hvassari, myndevnini fúka um oyrini og hann fær nógv frá hondini – Frits oysur úr huga sínum, sum er so rúmligur, víður og ikki minst glaður. Málningarnir fingu allir ein reyðan blett settan á seg eftir lítlari løtu. Alt hevur sín uppruna, alt er vorið til, alt er skapað – einki er tilvildarligt – ”Tað er so ófatiligt”, sum hann plagar at taka til. Tú undrast yvir alt – tú gáar um alt, hevur eyguni við tær, og fortelur so aftur í listini, yrkingingunum, tónleikinum og sanginum, hvat tú hevur upplivað, og hvat tú hugsar um – okkum til gagns. At skapa – skaparverkið er ikki tilvildarligt fyri tær – fjøllini, dalarnir, har tínar vøkru Snjóðsøljugentur uppi við Mansgjógv leikandi lætt spæla tær vakran tónleik, so tú verður trøllabundin av teimum. Eingin av málningunum tínum eru málaðir av tilvild – allir hava teir eina langa søgu og eru skapaðir úr tínum huga og hondum. Takk fyri eina frálíka framsýning, Frits! Myndir: Dávur Winther: Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072