19/2/2024 Hans Pauli Olsen í Gamla SeglhúsinumFríggjadagin 23. Februar letur upp framsýning við tekningum hjá Hans Paula Olsen. Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða. Umframt lættari ábit verður eisini tónleikur við Karl Martin, Eyðun og Jógvan - kendir úr bólkinum Hjarnar. Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina: ”Tekningarnar eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering. Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum er tá ið eg tekni ein nakka, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avrita tann partin yvir á ta skjótu tekningina. Myndevni er landsløg og modelltekningar. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.” Møguleiki verður eisini at hitta listamannin sjálvan til ferniseringina og eru øll hjartaliga vælkomin. Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
November 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072