26/9/2021 Fernisering - Bárður JákupssonSkrivað hevur: Dávur Winther Í gjár fríggjadagin lat upp áhugaverd og væl samanhangandi listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við listamanninum, Bárður Jákupsson. 17 vakrir oljumálningar og 11 spennandi vatnlitsmyndir - og sum altíð bera hesi frálíku hølini listaverkunum væl uppi. Umframt lættan tónleik frá Eyðun Nolsøe og Karl Martin Samuelsen, sum hesaferð løgdu seg á Beatles, var eisini boðið ábit við besta skerpikjøt úr Fugloy uppá breyð - hugnaligt og fjálgt henda seinnapartin. Nakað av fólki var komið saman at heilsa uppá og kanna sær ein málning. Teirra millum eisini Alex Sólstein og konan, Katrin komu at heilsa uppá. Tað vísti seg, at Bárður og Alex høvdu ættarbond saman, sum peika á Toftanes í Lorvík, har tey ofta eru køn í bæði tónleiki og málningalist. Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi fram til 20. oktober 2021. Framsýningin er opin soleiðis: Mánadag til fríggjadag frá klokkan 14:00 til 17:00. Tá ið framsýningin lat upp, helt Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag, røðu. Røðan verður endurgiving niðanfyri: Góði Bárður - Góðu tit øll! Tá ið eg var smádrongur, var er nógv á Sandi – í Trøðum á Sandi, her pápi mín vaks upp, Uppi í Stovu. Har vóru fleiri stóri bóndagarðar – í Skemmuni, í Uttarstovu, í Miðstovuni og inni í Beiti. Nógv ymisk djór og víður bøur. Har spældu vit væl og lærdu nógv – gingu til handa og fingu uppgávur at røkja. Reka kúrnar heim til mjólkingar, fara eftir rossunum, fóðra, geva kálvunum – og so í hoyna, sum ofta var stuttligt og annarleiðis. Her var frælsi, og tú vart tín egni harri, tó at tú fekk at vita, hvat tú kundi og mátti. Her vóru serligir hundar, sum vóru raskir og gløggir á fjøllunum, summir bítskir og aðrir góðsligir – stóri Bjørn í Miðstovuni var heilt serliga góðsligur. Men ikki minst var tað serstaka málið, sum var annarleiðis í mun til norðanmálið. Teir dugdu so ómetaliga væl at taka til og høvdu nógv fleiri heitir fyri tað ymiska – Ja, eitt heilt annað málføri við sjálvsama stórum orðatilfeingi ella orðforráði. Tað var næstan sum at lurta eftir tónleiki. Teir kundu gera eina heila søgu burtur úr eini annars stuttari frágreiðing. Skálavík Fastir mín Solveig, varð gift við Dalsgarðsbóndanum í Skálavík, Kristiani – Dalsdagður var tá ein av teimum stóru gørðunum í Føroyum. Kirkjubø hevði 20 merkrum tá – Dalsgarður 11, har tríggjar merkur vóru ogn. Tá ið vit komu at vitja har eysturi, var tað sum at koma til eitt slott, so stórt bóndahúsið var – Vit vórðu møtt við glúpskum, goyggjandi hundum eftir tí langa vegnum, ið leiddi niðan til húsini. Kristian, bóndin var rakur og erbarur – Hann gekk restur við høgari pannu, og helt ikki heilt einki um seg sjálvan. Her var stuttligt og rúmligt at vera, og so høvdu tey Norðasta Haga – eitt heilt serligt stað. Solveig, fastir var altíð blíðlynt og fyrikomandi. Páll, tann elsti sonurin var sáttligur og lítillátin – Tey vóru fimm systkin. Skúlin Tá ið eg kom eitt sindur longur í skúlanum í Fuglafirði, lósu vit lærulystin, Lognbrá, Fastatøkur og Men lívið lær. Hetta var heimligt fyri mær, og málsliga kendi eg meg aftur her av ferðunum á Sandi og Skálavík. Mínar ímyndirnar úr bókunum vóru allar av Sandi og Skálavík, tí høvundin, Heðin Brú kom úr Skálavík og skrivaði mál, eg kendi frá gomlu bóndunum í Trøðum, eins og í Dalsgarði. Heðin Brú var ein vandin og gløggur eygleiðari og dugdi at siga frá. Ja, hann málaði við orðum litfagrar og sigandi ”málningar” – bøkur og stuttsøgur. Hann dugdi eisini at siga sekmtandi frá sínum ferðum sum landbúnaðarráðgevi, hvørs ørindi kundu vera meira stirvin og harðbalin, tí áhugamálini ikki altíð fullu saman, tá ið um jørð og ognir er at tala. Tiltikin er ferðin til Klaksvíkar, tá ið fyrsta trøðin skuldi leggjast inn her. Trøðin skuldi leggjast inn av Myrkjanoyri, har Hans bóndi ráddi fyri borgum. Til at hjálpa sær hevði landbrúkskonstlenturin, sum tað tá kallaðist, fingið fólk úr Kirkjubø og Gøtu at koma til Klaksvíkar. Og tað gekk nokk ikki stillisliga fyri seg, sum seinni verður greitt frá í Bóndatáttinum. Hetta var ein skemtiligur og beinrakin táttur, sum Heiðin Brú yrkti um ferðina, og hevði ikki ætlað skuldi koma út. Men eftir eina ferð eftir fjøllunum sunnan á landi, missir hann lummabókina, sum onkur tó fanna. Har verður yrkt beinrakið um fólk og býlingar og tað, sum fór fram á hesum serliga fundi - heili 140 vers. M.a. yrkir Heðin Brú um bátin, Drekan úr Gøtu, har teir blanda blóð og koma í ringt veður og taka at spíggja. Teir høvdu telgt sær ein speril til nøgl. Men ein hundur etur nøglina og báturin søkkur. Eitt av versunum í Bóndatáttinum: Hanus bóndi á Biskupstøð Viðagitin í verkum Situr og roykir blákardús Í sínum borgum sterkum Bárður Góði Bárður! Sama gløgga eygleiðndi lyndið hevur sonurin, Bárður. Hann eygleiðir náttúruna, ljósið, landslagið, bydgalagið nærhendis hjá pápanum, Hans Jacob í Stovuni – abbanum, Poul Johannes í Stovuni ovarlaga í bygdini í Skálavík og sjálvandi víða um aðra staðni við. Hesar eygleiðingar málar bárður uppá løriftið við sínum serstøku penslum. Tú dugur væl at fylgja við og sita undir. Tí hevur tú eisini kunnað skrivað tey mongu ritini í ymsum høpi m.a. í Mondli, har nógvar áhugaverdar greinar stóðu – og mongu sigandi listarbøkurnar eisini. Tú hevur skrivað um Mikines, William, Tummas Arge og Ingolvur og eisini bókina, Myndlist í Føroyum. Eisini kenna vit Bárður frá hansara sigandi og livandi sjónvarpssendingunum um føroyska list og listafólk – ein dýrgripur at eiga! Men helst er tað fyrst og fremst náttúruna, landslagið og bygdarlagið, Bárður dugur at eygleiða og geva eitt annað lív – Eitt nýtt lív í litum og strokum, sum hann byggir sítt egna ”garðalag” kringum, ið er ein onnur heild, sum sprettur úr hesum serstaka listaheimi hansara. Her er ein óendalig kelda í litspæli og symbolikkum, sum ríða sítt egna bjarta lív, frammanfyri ímyndini um garðløg, bygdarløg og fjallarøðir, leikurin er tikin úr. Við sínum málaragávum og vitan endurgevur Bárður Jákupsson sínar kensluligu upplivingar í føroysku nátturuni – heilt frá ungum av og fram til í dag, har hann støðugt er í menning. Bárður er listamálari, grafikari og rithøvundur – í listastíli er hann kolorist, men fyrst og fremst og ekspressionist. Í bókini, Føroysk myndlistafólk, stendu m.a. soleiðis: Eingin listamaður í Føroyum hevur gjørt so nógv fyri at gera føroyska myndlist kenda víða hvar, sum Bárður Jákupsson. Tað er nógv, sum kemur upp á veggin úr hansara sinni, sum ikki einans mennir hann sjálvan, men onnur við. Í 1969 tók hann prógv frá tónleikalinjuni á Hjørring semenarium, men beint eftir hetta helt hann fram á listaakademinum í Keypmannahavn sum næmingur hjá Mogens Andersen málara, ið tá var gestaprofessari. Tá hevði Bárður Jákupsson longu málað í nøkur ár, tí fyrsta almenna framsýning hansara var - í 1963. Hann var leiðari á listaskálanum í Havnini og í 1989 settur sum fyristøðumaður fyri tí tá nýggja Listasavni Føroya. Eitt tað fyrsta tiltakið hjá honum var at fyrireika eina stóra listaframsýning við verkum av Mikinesi, sum eisini varð sýnd fram í Den Frie í Keypmannahavn. Um sama mundið skrivaði hann tað stóra verkið um Mikines. Síðani 1970-ini hevur hann ment seg í listini, har tann dráttur, hann hevur, er í tilknýti til tað føroysku natúruna - føroyska landslagið í einum hugburði til litir, ið spretta úr vøkstri og grøði. Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum. Hann kennir sum fáur møguleikan hjá pensilsstrokunum at tala við kalligrafiskum máli - til bæði at sleppa tí gamla heiminum og at avdúka ein nýggjan. Tvey sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði Jáupssyni: Málninga náttúran og Føroysak náttúran, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støðugari broyting. Góði Bárður! Vælkomin til Klaksvíkar Vælkomin í Gamla Seglhúsið Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
November 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072