Sunnudagin 6. september letur upp listaframsýning við 18 oljumálningum hjá Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður klokkan 17.00 og kemur Helgi Fossádal at røða. Umframt tónleik og lættari ábit verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan. Vit gleða okkum og bjóða øllum hjartaliga vælkomin. Framsýningin hongur uppi allan september mánaða og er opið soleiðis: Mánadag til fríggjadag kl. 14.00 - 17.00 og sunnudag frá kl. 1500-17.00 Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
December 2020
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I