4/9/2019 Fernisering - Anker MortensenSunnudagin 8. september 2019 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og Jógvan Skorheim borgarstjóri kemur at røða og guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta verk hansara. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 11. oktober 2019. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis: Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00 Sunnudagar frá 15:00 til 18:00 Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar. Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2023
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072