Sunnudagin 5. mars letur Finleif Mortensen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður kl. 17. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan. Umframt lættari ábit, kemur Rani Nolsøe at framføra eitt sindur av tónleiki og Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu flytur fram røðu. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 31. mars. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00. Øll eru hjartaliga vælkomin! Nærri upplýsingar um lívsrensl hjá Finleif, kann fáast við at vitja www.finleifmortensen.dk Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
February 2023
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I