Sunnudagin 30. apríl letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við feðgunum Tróndur og Brandur Patursson. Framsýningin umfatar málningar og glaslist frá teim báðum, sum á hvør sítt hátt er sermerkt. Fernisering verður sunnudagin kl. 17. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamenninar. Umframt lættari ábit, kemur Jógvan Andreas Joensen at framføra eitt sindur av tónleiki og Jógvan Skorheim, borgarstjóri flytur fram røðu. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi í allan mai mánaða og er opið nú sunnudagin frá kl. 17-20. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er annars opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00. Øll eru hjartaliga vælkomin! Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
November 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072