7/9/2017 Fernisering - Zacharias HeinesenFríggjadagin 15. september 2017 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Zacharias Heinesen. Framsýningin umfatar oljumálningar og vatnlitismyndir. Fernisering verður fríggjadagin 15. september kl. 16:00 og kemur Hilmar Høgenni, næstformaður í Listafelag Føroya at røða. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður listamaðurin sjálvur til staðar har møguleiki er at heilsa uppá. Klassiski guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til miðjan oktober mánaða. Hjartaliga vælkomin Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
November 2019
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I