Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

7/9/2020

Forvitnislig myndaframsýning

Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Sum so mangan áður, so er ein sera áhugaverd listaframsýning á Gamla Seglhúsið í hesum døgum.

Tað er listamaðurin Eyðun av Reyni, ið sýnir fram. Norðlýsið var til fernisering á Gamla Seglhúsi í gjár. Helgi Fossadal segði nøkur orð um framsýningina hjá Eyðuni. Vit lata Helga siga frá niðanfyri:

 
Góðu tit

Takk fyri at vera boðin at siga nøkur roð til listaframsýningina hjá Eyðun av Reyni.

Enn eina ferð vil eg takka tykkum, Jastrid og Símun, fyri, at tit hava lagt lunnar undir hesar karmarnar og tykkara áhaldandi arbeiði at ríka Klaksvíkina við mentanarligum tiltøkum í tignarliga Gamla Seglhúsinum.

Í dag eru mentanarligu tiltøkini í Seglhúsinum ikki bara kend í Føroyum, men eisini langt út í heim. Við at velja Gamla Seglhúsið sum karm um tykkara mentanarligu tiltøk, hava tit megnað at samantvinnað fortíð og nútíð, ið gevur eina serstaka uppliving hjá áskoðaranum.

At fara undir eitt tílíkt tiltak krevur áræði, tol og arbeiðssemi, um tað skal eydnast og ikki minst, at fólkið tekur undir og stuðlar, og tað hava tey gjørt.

Tit hava havt skiftandi listaframsýningar í húsinum, og í dag er tað so Eyðun av Reyni sum sýnir fram.

Listamaðurin Eyðun av Reyni er føddur í Havn í 1951, og hann hoyrir soleiðis til tey tilkomnu listafólkini í Føroyum, Um listina hjá Eyðunu av Reyni kunnu vit siga:

… at “Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum … at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil.

Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um.

Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av lodrøttum og vatnrøttum litblokkum”.

Tær abstraktu myndirnar hevur Eyðun við hepnari hond og hugflogi arbeitt við seinastu 20-30 árini, og sum hevur verið drívmegin í listini hjá honum.

Tær náttúru-abstraktu myndirnar sýna, at  her er Eyðun farin at rógva aftur á 80’ini og eru hesar hegnisliga nútímansgjørdar.

Listamaðurin hevur ikki sett seg í bás, men er altíð ávegis -

Málningar tínir eru samansettir við  sterkum litum og við stórum og breiðum pensilstrokum, og myndamálið abstraherar frá myndaevninum, og tó - so haldi eg at vit klárt kunnu hóma náttúruna og tónleikan í myndunum; hetta megnar tú til fulnar.

Góði Eyðun, eg havi varhugan av, at tú ert, eins og flest onnur listafólk undan eini fernisering, spentur og eitt sindur fjáltursstungin, - hvussu verður framsýningin móttikin, eru málningarnir ov tórskiltir. Spurningarnir eru nógvir, ið tú setur tær sjálvum.

Tú kanst vera tryggur, tí áskoðararnir í dag eru meira tilvitaðir í síni listarligu fatan bæði so og so. Tú setur hugflog áskoðarans í gongd við tínum málningum, tú vísir ikki alt fyri okkum, men letur spurningarnar standa opnar, so vit kunnu halda áfram at tulka málningar tínar - vit verða ongantíð liðug. Og tá er eftir mínum tykki ein málningur góður.

Hesa framsýning kanst tú verða errin av - hon er góð og áhugaverd.

Og við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tær og fyrireikarunum her norðuri til lukku og góða  eydnu við framsýningini

Takk fyri.

Helgi Fossadal.



Comments are closed.
    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2022
BÚNAÐARSTEVNAN 2023

TÍÐINDI
UM OKKUM
GRAFIA
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I