19/7/2014 Fugloyarrenningin 2014 Leygardagin 19. juli skipaði Treysti saman við okkum á Gamla Seglhúsinum, fyri Fugloyarrenning. Hetta er fyrstu ferð at renning verður fyriskipað í Fugloynni. Runnið var úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvík. Teinurin er 10,4 km.
Umframt sjálva renningina so var annað gott á skránni. Niðanfyri sást skráin og hvat var við í startpakkanum. Skrá: 08:45 Fráferð Hvannasund við "Rituni" til Hattarvíkar. 10:00 Koma Hattarvík. 10:15 Heinta startnummar 10:45 Renning byrjar. Teinurin er góðar 10km fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at ganga teinin. 12:30 Høsnakjøtsúpan, te, kaffe, umframt aðrir leskandi drykkir. Eisini verður frukt vm. 13:00 Gongutúrur niðan á Eystfelli. Øll fáa góðan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki. Túrurin tekur uml. 2 tímar. 14:00 Frásøgutúrur í bygdini Hattarvík, vitjan í Kirkjuni vm. 15:00 Gongutúrur ut á Egg. Hesin túrurin tekur uml. ½ tíma. 16:00 Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund. 17:15 Koma Hvannasund. Væl nøgdir fyriskipari Guttorm Sørensen frá Treystinum sigur, at dagurin eydnaðist sera væl. "Teir 61 luttakararnir vóru allir sera væl nøgdir við alt tiltakið sum heild. Sera væl fyriskipað hildu tey, og alt annað líka so verður tað endurtikið um somu tíð næsta ár. Rennirutan á 10.4 km var eisini sera hørð, sigur ein væl nøgdur Guttorm Sørensen um dagin." Niðanfyri eru myndir frá degnum: Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
February 2025
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072