Í morgun vitjaði ferðalagið Kósina í Klaksvík, Christian í Grótinum og kjallaran í Christianskirkjuni, har listamaðurin Edward Fuglø greiddi frá um listaverkið, Jesus úr Nasaret. Tað er mentanar- og vinnuleiðarin í Klaksvíkar kommunu, Palli Ziskason, sum vísir ferðalagnum runt. Seinrapartin skipaði Klaksvíkar býráð og italski konsulin í Føroyum fyri almennari móttøku í Gamla Seglhúsinum, har Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, var vertur. Á móttøkuni helt Carla Del Zotti, professari, ein stuttan fyrilestur um, hvussu írskir og romverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum.
Magni Arge sum er italienskur konsul í Føroyum og Bjørn Kalsø, sum umboðar Føroya landsstýri, røddu eisini á móttøkuni í Gamla Seglhúsinum seinrapartin. Myndir og Kelda: Norðlýsið Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
December 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072