8/5/2016 Kári Svensson í Gamla SeglhúsinumFríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 letur upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður fríggjadagin kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at seta framsýningina. Umframt okkurt lættari ábit, vitjar Hans Andrias Jacobsen og undirheldur við eitt sindur av tónleiki. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 1. juni 2016. Øll eru hjartaliga vælkomin ! Framsýningin er opin soleiðis: Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
February 2021
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I