Skrivað hevur: Olivur Joensen Millum annað hetta, segði forkvinnan í mentamálaráðnum í Klaksvíkar Býráð, Signhild Johannesen, í røðu síni við ferniseringina á Gamla Seglhúsinum í dag, í samband við framsýningina hjá Øssuri Mohr. Røðan hjá Signhild: Øssur Mohr Klaksvík er við tíðini vorðin ein meira opin karmur fyri skapandi list. Umframt árligu Norðoyastevnuframsýningina og onkrar framsýningar í Spaniastovu, er hetta húsið - Gamla Seglhúsið - seinastu fáu árini blivið ein fastur karmur um myndaframsýningar. Higartil í ár hava verið 10 myndaframsýningar við listafólki ymsastaðni úr landinum. Hesir karmar geva okkum norðoyingum høvi at síggja eitt størri og breiðari úrval av myndlist. Í dag fáa vit vitjan av einum listamanni, sum myndar sínar málningar við tí, sum fyri føroyingar er ein samleiki, ein samleiki har flest allir føroyingar kenna seg aftur. Náttúran og føroysk bygdaløg, klødd í føgrum og sterkum litum. Við útsýni frá Gjógvará har luft, hav, fjøll og litir hava inspirerað listamannin, kann tað, hann letur úr hondum, ikki annað enn blíva gott. Øssur Mohr, kendur sum tann fitti og lítilætni fuglfirðingurin, ið málar við støði í Fuglafirði, Ritafjalli ella Lorvíksfjalli og nærumhvørvinum har um leiðir. Flottir litfagrir málningar, har kanturin við tíðini er vorðin meira fjarur - sum ein endaleysur dreymur, ið boðar gleði, yvirskot og frískleika, og allíkavæl ikki er tann ævigi sannleikin upp á lívið. Men har hvør einstakur hevur frítt at velja frælst. Øssur fór í læru hjá Esmar Simonsen í Fuglafirði fyri mongum árum síðan. Væl dámdur sum tann fyrikomandi krambakallurin og goymslumaðurin, sum visti alt um bil- og maskinlutirnia, ið har vóru at selja. Men hóast tað fylti pensilin so mikið nógv, at tú fult og heilt valdi at mála, og slepti trygga arbeiðnum hjá Esmar Simonsen, tú valdi at fylgja dreyminum. Og tíbetur, uttan teg hevði myndlistaheimurin í Føroyum og aðrastaðni við verið fátækari. Tú ert í dag, meira enn nakrantíð, tín egni harri, við egnum stíli og hevur nú vunnið tær eitt navn í listaheiminum. Byrjaði í tí smáa sum ungur í fimleikarhøllini í Fuglafirði í 80-unum. Har eggjaðu m.a. Frits og Heðin tær til at halda fram. Síðani hevur tín listaferð bara hildið fram, og tú hevur sýnt fram víða um, bæði á Listasavninum, men serliga nógv á St. Gertrud og nógva aðrastaðni í Danmark, Týsklandi og Hálandi. Vit her norðuri fegnast um allar tær mongu vitjanir av listafólki og onki undantak er í dag. Vit fegnast um møguleikan at síggja, merkja og koma við á tínar dreymaferðir, sum liggja í tínum listaverkum, væl úr hondum greidd. Vit fáa møguleikan at ferðast saman við tær og samstundis møguleikin at fara á okkara egnu ævintýraferðir. Ferðir, sum bara kunnu upplivast av tí einstaka, og orðini ikki eru til. Bara kenslan av at vera til staðar, gevur okkum upplivingina. Tað er hugnaligt, fjálgt og gott at stíga inn higar ein heystardag, summarið er farið framvið, bløðini fallin, dagurin mist sín brodd, men samstundis kunnu vit njóta og droyma okkum burtur úr tí dagliga resinum og inn í hesar litføgru heimligu myndirnar og bara verða, verða til staðar, njóta dagin ella løtuna. Løtuna, sum er ein av fleiri. Lívið er samansett av løtum, stórum og smáum løtum, góðar og minni góðar. Hetta er ein av teimum góðu smáu løtunum. Øssur - vit bjóða tær og tínum hervið vælkomnum til Klaksvíkar, og ynskja tær hepna hond við framsýningini. Vóna, at tú fert at kenna teg væl her, og at tú eisini brúkar møguleikan at uppliva okkara bý og oyggjar. Hjartaliga vælkomin. Við hesum fáu orðum er listaframsýningin hjá Øssuri Mohr latin upp, og vit fáa nú høvi at njóta løtuna. Signhild V. Johannesen, Mentanarnevndin, forkvinna http://www.nordlysid.fo/klaksvik+vordin+meira+opin+karmur+fyri+skapandi+list.html Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072