Leygardagin 6. august letur upp framsýning við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Helgi Fossadal at røða. Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja og hongur uppi fram til 5. september. Framsýningin er opin soleiðis: Leygardagin 6. august kl. 14.00 - 20.00: Fernisering Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
March 2018
Býtt í bólkar
All
|