Góðu tit øll Hóast myndirnar kring okkum hava eitt øðrvísi og eksklusivt brá, so snúgva tær seg ofta um tað vanliga ella kanska tað óvanliga í tí vanliga. Eins og fabulerandi prentini hjá Elinborg Lützen eru hetta eisini myndir, ið siga søgur. Men har søgurnar hjá Elinborg eru tætt vovnar úr myrkri, eru hesar hjá Silju teknaðar á ljós, tær eru opnar við abstraktum strokum og tómrúmum við plássi hjá okkum áskoðarum at vinkla frásøgnina og knýta søgurnar saman. Listakvinnan Silja Strøm er við sínum 33 árum lutfalsliga ung, men er allíkavæl ein roynd listakvinna, sum sera tíðliga hevur sett sær greið listarlig mál, sum hon støðugt mennir. Hesin seriøsitetur hevur sera tíðliga givið henni uppmerksemi eitt nú á skúlanum í Glasgow, har hon gekk, og nú hava almennu Føroyar gjørt íløgu í hennara list við listafólkaløn, sum tryggjar henni arbeiðsfrið komandi trý árini. Sjálvt um verkini broyta seg, er okkurt støðugt í listaheiminum hjá Silju. Nógvastaðni snýr tað seg um viðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvi, men eisini millum bæði formligar og innihaldsligar myndaliðir. Tað kann vera viðurskiftini millum figur og grund, millum figur og figur, millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, tað spontana og stýrda, intimt og ópersónligt, millum ílatið og úrlatið, hátíðarligt og banalt, millum einstakling og samfelag. Jú, tað er ringt at koma uttanum mótsetningar, tá vit tosa um hesa listina. Hon hevur okkurt estetiskt og fínligt yvir sær, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi við javnsettum myndaliðum. Í summum førum fer Silja útum tað fýrkantaða myndaformatið og tekur harvið atlit til samanhangin við onnur verk í framsýningarheildini. Her er eisini samanhangur millum abstrakt og figurativt. Fleiri staðni er tað eins og abstraktir myndaliðir blanda seg uppí søgurnar, ið verða sagdar – tað kann vera í skapi av einum figuri ella eins og málingastrok, ið knýta saman myndaliðir. Eg eigi sjálv fleiri verk hjá Silju og eg má siga, at tað er áhugavert at hava hesi hangandi, tí søgurnar broytast og flyta seg í huganum yvir tíð. Litirnir í myndunum eru vakrir, næstan lekrir. Kring glitrandi reinar grundlitir bylgja brigdi av strálandi ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum litfarrum í eini lýsandi heild. Hesir pastellitirnir sýnast næstan kunstigir og víkja frá litdáminum í siðbundnu náttúrutulkandi føroysku listini. Bylgjandi strikan kring kropparnar, ið flóta runt á myndaflatanum minnir um mátan, sum Matisse teknaði sínar figurar. Hetta er ein nokk so coolur máliháttur í einum fløtum myndarúmi við stiliseraðum strípum og mynstrum í aldum, flisum og stólum, ið minnir um popplistina hjá Hockney. Samstundis tykist listaunirversið hjá Silju passionerað og ævintýrikent við verum, sum antin nerta hvønnannan ella rætta seg út móti hvørjum øðrum. Onkra av hesum myndunum sá eg á fyrsta sinni fyri hálvum øðrum ári síðani, tá framúrskarandi framsýningin Listaleikir hjá Silju Strøm læt upp í Listasavni Føroya, m.a. ta fínu lítlu ljósareyðu myndina av einum lógvataki. Eitt og eitt hálvt ár er ikki long tíð og kortini fati eg hesar myndir heilt øðrvísi, tá eg síggi tær í Gamla Seglhúsinum í dag. Eitt lógvatak. Eitt klemm. Eitt herðaklapp. Øll møgulig fysisk tekin, sum vit hava brúkt til tess at sýna hvør øðrum virðing og viðurkenning – tey eru ikki sjálvsøgd í løtuni. Til framsýningina Listaleikir í Listasavninum var eitt katalog givið út við tekstum og myndum. Her lýsir Josie More søguna um heimin at vera søguna um at nema. Ein inspirerandi tekstur, sum ikki er vorðin minni áhugaverdur post corona – ella millum corona? Eg siteri “Á henda hátt og á annan hátt er søgan um heimin søgan um at nema. Tað er ein goymsla, sum skrásetir kraftina í nemingini at umskapa, ein endaleys læra um lutir, týdningurin at vera mildur, hava umsorgan; ein áminning um at hugsa um tað, vit gera. Hesar smædnu nándir, hesin sjáldsami nærleiki; henda søgan um at nema, flá oman á flá, handabragd eftir handabragd. Halda og sleppa. At innihalda og skapa. Tað er soleiðis ein heimur er evnaður til.” Soleiðis skrivaði altso Josie More í kataloginum fyri tveimum árum síðani, tá vit øll tóku nærleikan fyri givið. Tað gera vit ikki meira – eg veit ikki hvussu tað er her um leiðir, men í Havn hava fólk verið óvanliga blíðskortað seinastu tíðina. Eg haldi, at vit kollektivt umseta tørvin at nema yvir í smíl og hesi fevna breiðari enn tey plagdu. Listaverkini hjá Silju Strøm skulu tit sleppa at gera tykkara egnu fatan av – ella tykkara egnu søgur. Men gevið tykkum tíð. Júst sum við myndunum hjá Elinborg Lützen eru hesar myndir fullar av søgum. Allir figurar, litir, lutir og skap skapa teirra týdningar og hjátýdningar, fyrst er tað luturin í sjálvum sær, síðani allar tær upplivingar, vit hava, sum ávirkar okkara fatan av honum. Verkheitini eru ein søga fyri seg, summi klinga skaldsliga meðan onnur eru meira neutralar lýsingar av hvat gongur fyri seg á myndunum, t.d. Swimming studies – hetta sipar eisini til stóra áhugan, listakvinnan hevur fyri svimjing – hon luttók í svimjikappingum á elitustøði, tá hon var yngri, og fleiri av hesum kappingum vóru her í Klaksvík hevur hon fortalt mær. Eg fari at enda við eini heilsan frá Silju. Hon skrivar: Bara ein heilt stutt heilsan úr Skotlandi. Tað er spell, at tað ikki ber til hjá mær at vera til staðar, men eg sendi eina skál og vóni, at støðan her broytist, so at vit eisini skjótt kunnu samlast og vera saman. Hopi tit hava eitt hugnaligt kvøld. – Silja TAKK FYRI Kinna Poulsen Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072