Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

7/5/2023

Silja Strøm - vernissage í Gamla Seglhúsinum

Picture

Røða hjá Kinnu Poulsen til vernissage hjá Silju Strøm

Gamla Seglhúsið 6. mai 2023

Góðu tit øllList hevur so nógvar førleikar og megnar at føra okkum út um okkara vanligu støð bæði ítøkiliga og í huganum. Í dag hevur listin ført meg til Gamla Seglhúsið í Klaksvík. Staðið, har eg havi skrivað hesa røðuna og eftirhondini nógvar aðrar, er stovan hjá okkum í Rabarbukvarterinum í Havn, har eg siti við spísiborðið og skrivi. Har kann vera serstakliga rokaligt viðhvørt við gestum, látri og harðmæltum kjaki, men har er eisini gangur, tá eg eri einsamøll. - Útvarpið er altíð frá, sjónvarpið ofta samstundis, men næstan hvønn dag eru løtur, tá øll ljóð tagna og bara listin er eftir. Nógv listaverk prýða okkara stovu og tætt við har eg siti og skrivi hanga níggju myndir hjá Silju Strøm – ta fyrstu keypti eg á hennara fyrstu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í 2008, ta higartil seinastu keypti eg á framsýning í Víngarðinum í 2020 – Eitt er, at hesar níggju systramyndirnar við sínum lítla formati passa so sera væl í stovuni hjá mær, tí húsini eru smá. Men myndirnar hjá Silju eru gott selskap á so mangan hátt, tí tær eru ljósar, gløggar, stuttligar, vakrar, lívsglaðar, listaliga áhugaverdar og intimar – støddin ger, at tú av tær sjálvum fert tætt at myndunum - nærkast tú listini, nærkast hon tær. Um hugsað verður um avmarkaðu støddina; tann minsta av mínum egnu Siljumyndum, ein málningur, er 12 x 10 cm – er tað í grundini ótrúligt hvussu stórt úttrykk og hvussu nógva orku tær innihalda og allar innihalda tær ymisk sjónarmið, meiningar, tankar, dreymir og spor – tað sama er galdandi fyri verkini her í Gamla Seglhúsinum, men í nýggjum ókendum avbrigdum; tey kunnu bjóða okkum okkurt, sum vit ikki vistu frammanundan, sum vit ikki hava upplivað áður.
Picture
Listafólk eru ofta sjálvi listasamlarar av tí slagnum, sum kanska ikki altíð hava ráð at keypa tað, teimum lystir, men sum harafturímóti hava allarbesta skil fyri hvat mann átti at keypt. Í 1899 keypti franski listamaðurin Henri Matisse ein málning frá starvsfelaga sínum, Paul Cézanne av trimum baðandi kvinnum. Matisse var sera fátækur tá í tíðini, men fekk skavað so frægt saman, at hann kundi gjalda myndina í fleiri avdrøgum. - Í 37 ár átti Matisse hesa myndina, sum hann síðani gav Petit Palace savninum í París, har hon framvegis hongur. - Tað er jú tað serliga við góðari list, at hon ikki missir listaligt virði yvir tíð, men megnar at halda seg viðkomandi. Myndin hjá Cézanne var málað umleið 1879 um tað mundið, tá impressionistarnir vóru á eini sannari sigursferð við sínum prikkandi og slettandi myndum, sum meira ella minni upploysa myndevnið. Cézanne fer ein annan veg og konsoliderar figurarnar við føstum formum og konturlinjum. Tað ger hann ikki bara við kvinnurnar í myndini, men eisini við trøini og landslagið rundanum. Og hetta gevur eina harmoniska og samanhangandi heild, har bakgrundin verður javnsett við forgrund og miðgrund. Myndin hevði alstóran týdning fyri Matisse, sum seinni málaði bæði svimjandi og dansandi figurar í fullkomnari harmoni við teirra umhvørvi. Dansur er jú afturvendandi myndevni í føroyskari list – tað síggja vit í fleiri av verkunum her hjá Silju Strøm, men eisini hjá Mikines, Janusi Kamban, Torbjørn Olsen og Tróndi Patursson (í Eysturoyartunlinum). Og keldurnar hjá Matisse í kendu, modernaðu dansimyndini frá 1910 vóru í grundini frásagnir og myndir av søguliga ringdansinum, sum jú ikki heilt er farin í søguna her hjá okkum. Dansimyndirnar hjá Silju Strøm eru ikki merktar av tjóðskaparligari hetjudyrkan – tær tykjast hinvegin lættar og óhátíðarligar myndir av menniskjum, sum taka saman hendur og skapa ítøkiligt samband hvør við annan.  Stílurin í málningunum hjá Silju Strøm er enn sum áður abstraktur og figurativur í senn. Typiskt er talan um myndir, sum kykna kring menniskjafigurar. Hesir figurarnir, sum sveima, dansa og interagera, seta gongd í myndirnar við strokum av máling, sum bylgja kring teir eins og spor av rørslum. Abstrakt strok blanda seg uppí og umskarast við ítøkilig skap. Primerlitirnir reytt, gult og blátt mynda ein koloristiskan grundtóna, ið klingar saman í einum litríkum samspæli av ljósfylltum og følnum brigdum. Bæði koloristiskt og bygnaðarliga eru myndirnar hjá Silju vorðnar meira kompleksar, meira málandi og meira áhugaverdar enn tær vóru við fleiri løgum og fleiri nuansum. Myndirnar eru enn frásagnarligar – tær fortelja okkurt, men hetta eru ikki søgur, sum eru skipaðar í eina byrjan, miðju og enda. Ofta eru kompositiónirnar rundleittar og sum áskoðari mást tú sjálv sleppa tær uppí dansin og avgera hvar tín søga skal byrja og hvagar hon skal fara.

Hesir lutfalsliga ljósu málningarnir kunnu tykjast sera øðrvísi enn grafisku myrkamyndirnar hjá Elinborg Lützen og kortini er slektskapur millum listakvinnurnar í mátanum tær samskipa og javnseta figurar og umhvørvi – hugsið t.d. um tær fantastisku Søgumyndirnar, sum Elinborg skapti í sjeytiárunum. - Nú eg spurdi Silju um listaligan íblástur, nevndi hon sjálv Elinborg Lützen millum fleiri altjóða listafólk. - Eg haldi sjálv, at málningarnir hjá Silju Strøm eru enn meira samanhangandi og organiskir enn teir vóru við sera týðiligum samskifti millum figurar og heild og eini greiðari miðlan av einum ofta ekstatitiskum huglagi. Tøkniliga mennist listakvinnan sum málari og brýtur eisini tøkniliga upp úr nýggjum við á hesari framsýningini at brúka lørift at mála á (umframt plátur og pappír) – Eisini bygnaðarliga eru myndirnar áhugaverdar við samanhangi millum løgini. Fleiri staðni fært tú sum nevnt varhugan av eini ringrás í myndarúminum, men millum tær einstøku myndirnar hómast somuleiðis ein samanhangur, kenslan av eini heild á sama hátt sum í myndunum hjá Edvard Munch av tilveruligu ringrásini. Hesar nýggju myndirnar hjá Silju tykjast inniligar, men eisini villar og fegnar og intensar - ótrúliga intensar sum smáir konsentraraðir bótamolar av listaverkum um reppið at eksplodera og tað smittar – blívi inniliga glað av at skoða tær og fái hug at gera alt møguligt. Túsund takk fyri tað, Silja, stóra takk, Jastrid og Símun fyri heiðurin at halda upplatingarrøðu her í Gamla Seglhúsinum og túsund takk fyri tit, ið lýddu á.

Upplatingartíðir:
Framsýningin er opin fram til 26.mai yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00. Um tit ynskja at vitja uttanfyri hesar tíðir, eru tit hjartaliga vælkomin at ringja 217055 - Símun.
Picture
www.listaportal.com
Myndir frá Ferniseringini 6 mai


Comments are closed.
    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    February 2025
    December 2024
    November 2024
    September 2024
    April 2024
    February 2024
    January 2024
    October 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2025
BÚNAÐARSTEVNAN 2026

TÍÐINDI
UM OKKUM
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR  I +298 217055 I +298 227072