3/9/2023 Skjótt, tó ikki seint!Røða á framsýning hjá Hansinu Iversen í Seglhúsinum 26/8-23 Skjótt, tó ikki seint – framsýningarheitið klingar ikki sørt kryptiskt eins og tað semantiskt er ein logiskur ómøguleiki. Tað tykist eisini løgið at brúka lýsingarorð sum skjótt og seint, ið vanliga verða nýtt um ferð. Tað er jú ein grundtreyt við málninginum, at hann stendur stillur í tíð og rúmi. Tá eg í okkara tíð standi í Uffizi-savninum í Firenze og síggi ta stórfingnu og fjálgu Mariumyndina hjá Giotto frá 1305, síggi eg tað sama sum áskoðarar sóu fyrst í 14.øld, tá hon var málað. Hetta tilfarsliga haldførið og mótstøðuførið mótvegis tíðarinnar tonn er serligt fyri myndlistina. Í eini óstøðugari tilveru, sum frá tí degi, vit síggja ljósið er ein ferð móti myrkri og deyða, er myndlistin eins og smáir lýsandi flakar av ævinleika, vit á eini brennandi og søkkandi planet kunnu bjarga okkum yvir á, alt meðan vit loypa stein av steini á okkara ferð gjøgnum lívið. Einki varar ævigt, men kanska er myndlistin eitt sindur meira ævig enn t.d. gardinir – í øllum førum verður tann góða myndlistin ofta latin í arv frá einum ættarliði til tað næsta. Framsýningarheitið minnir meg um ein setning hjá yrkjaranum og myndlistamanninum Tóroddi Poulsen, sum einastaðni skrivar: Ikki lesa so skjótt, eg skrivi so spakuliga. -Inniliga áheitanin vísir hvussu hart tað leikar á hjá listafólkunum, sum við listini lata okkum sítt hjartablóð, men hon sigur eisini eitt sindur um hvussu týdningarmikil sjálv móttøkan av verkunum er og at vit gera okkum ómak eisini við hesum partinum. Skjótt, tó ikki seint. Í logiska gloppinum fáa vit eitt flykrandi innlit í listaligu mannagongdina hjá Hansinu Iversen. Tí sjálvt um myndirnar sýnast pinnastillar her tær hanga á vegginum, eru strokini spor av rørslum hjá listakvinnuni, meðan hon skapti tær. Í dynamisku penslastrokunum uppliva vit fysisku umstøðurnar kring skapanina, vit hóma kroppin og fáa eina fatan av hvussu málingapensilin fyrst varð dripin í málingina og síðan førdur at løriftinum, fast ella leyst, skjótt ella seint, við stórum rørslum ella smáum – við nógvari máling ella minni. Málningurin er fullur av sporum allur sum hann er – tað er sum avtekningarnar av líkum, sum vit hava sæð í krimifilmum, har hon sjálv í frakka og hatti, Vera Stanhope, gongur runt á gerningstaðnum og skrásetir og kannar ymiskt, sum kann hava týdning fyri uppkláringina av brotsverkinum. Ein málningur er ein gerningsstaður, fullur av sporum, sum verða løgd fram fyri okkum at fata og tulka. Eg veit ikki um tit hava lagt merki til tað, men listafólk – heilt nógv listafólk – hava tað ikki ordiliga gott við einum fyribrigdi sum vakurleika - at teirra verk verða skýrd at vera vøkur ella at litirnir í teimum eru lekrir, penir osfr. Tá vit siga, at okkurt er vakurt, er tað jú væl meint rós og tí kann reaktiónin tykjast løgin. Í øldir var vakurleiki ein aðaltáttur innan mentan og list. Innan klassiska list, renesansu, men eisini seinni í 19.øld fekk vakurleikin vind í seglini fyrst sum umboðandi andaliga harmoni og kosmiska skipan, seinni var vakurleikin funnin í tjóðskaparsymbolum, í landslagnum og síðan innandura í heiminum, har listafólk lýstu familjuhugna og innilív. Eitt lyklaorð innan klassiska vakurleikafatan er hugtakið harmoni, sum sambært Aristoteles er sammerkt við tað, ið eru munagott ella væl eydnað og sum aftur er treytað av estetiskum fyribrigdum, proportiónum og einum at síggja til harmoniskum lutfalli millum partar og heild. Ímyndin hjá Platon um vakurleika er merkt av kendu sundurgreiningini millum ein ítøkiligan sansaheim og ein óítøkiligan hugskotsheim. Vakurleikin gerst týdningarmikil í hesum sambandi, tí tað er gjøgnum upplivingar av vakurleika, at menniskjað fær høvi at hóma tann ideala hugskotsheimin, sum er eitt slag av paradísi. – Tað er altso gjøgnum sansan av fagrari list, vit fáa innlit í nakað, sum er størri og hægri enn vit. Hendan heildarkenslan er altso ein aðaltáttur innan listafatanina, sum í stóran mun heldur fram heilt til miðskeiðis í nítjandu øld, tá modernað list brýtur seg fram. Charles Baudelaire letur í 1857 kollveltandi yrkingasavnið Les Fleurs du mal úr hondum – tað elvdi til mikið kontrovers, balladu og sensur. Tað serliga við hesum savninum hevur ikki bara við dekadenta, provokerandi innihaldið at gera, men kemst eisini av einum varhuga av vakurleika, sum hómast har mitt í øllum tí dapra og sjúka. Við modernismuni fer ein grundleggjandi broyting fram í estetisku hugsjónini yvir ímóti eini tilvitaðari disharmoni. So líðandi verða nú onnur hugtøk brúkt um listina, at hon er erlig, sonn ella øðrvísi, djørv, líkist burturfrá og fer upp móti síni samtíð. Og tað er ein orsøk til, at eitt lýsingarorð sum ”vakurt” ikki kenst serliga positivt um samtíðarlist, tí tað indikerar, at verkið er pent, also vandaleyst, harmoniskt og harvið gamaldags. Men tað kann eisini krevja dirvi at tora tað vakra og vakurleikin í myndunum hjá Hansinu Iversen er hvørki vandaleysur, einfaldur ella rutineraður, men broytist støðugt. Gáa vit eftir, er bæði litsamanseting og bygnaður merktur av onkrum merkiligum ella óvæntaðum, sum ikki var vakurt inntil vit gjørdust von við tað. Vit hava lært at virðismeta hetta slagið av vakurleika og tað er Hansina Iversen, sum hevur lært okkum hendan estetikkin. Hon málar framvegis nonfigurativar málningar við rundleittum formum, men finnur støðugt uppá nýtt - eisini tøkniliga. Listakvinnan hevur eina tíð eksperimenterað við airbrush/ spraymáling, sum hon brúkar aftrat penslunum í sínum oljumálningum. Hetta gevur listakvinnuni fleiri møguleikar og málningunum eitt meira samansett brá. Enn skyggir ljósið í teimum glógvandi litunum, har tølandi violett tendrar av lýsandi gulum. Og møguliga hómast metafysiskt endaloysi í myndarúminum, tó at hesir málningar fyri mær eru av hesari verð. Hetta eru tímiligar visiónir á tremur av passión, av lívsgleði, av máligleði og øllum møguligum óreguligum imperfektiónum, sum tilveran er full av. Onkrastaðni er tað eins og allur myndaflatin stendur í ljósum loga, aðrastaðni stendur øll kompositiónin og darrar og upp aftur aðrastaðni tykist tað ómøguligt at fokusera og finna runt millum kám, gul strok. Hetta er myndlist úr 2023, tað vil siga samtíðarlist, sum er merkt og mettað av okkara tíð við øllum, sum eyðmerkir hana antin tað eru skógareldar, flóðaldur ella krígsskuggar men eisini silvitni á vágni, morgundrekka, nývaskað klæði í vindinum á snórinum ella monumentalir fjallatindar í mótljósi. Takk fyri. Kinna Poulsen Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
September 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072