Mikudagin 28. oktober letur upp listaframsýning við Øssur Mohr. Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at flyta fram røðu og kemur Hans Andrias Jacobsen eisinin at syngja og spæla. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin. Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi til síðst í november mánaða. Tað er ókeypis at vitja og er framsýningin opin yrkadagar frá 15:00 til 17:00 og sunnudagar frá 14:00 til 18:00. Øll eru hjartaliga vælkomin! Comments are closed.
|
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
May 2022
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I