Leygarkvøldið 9. november 2019 verður skipað fyri Rivjakvøldið í Gamla Seglhúsinum. Lagt verður upp til eitt spennandi rivjakvøld, har matarlepin er beint fram, nevniliga riv úr Eystfellinum, eplir og rugbreyð. Omaná verður Rís a'la mande og kaffi. Harafturat verður okkurt leskandi frá grannanum Føroya Bjór. Felagssangur, undirhald og møguleiki hjá luttakarum at fortelja onkra góða eisini. Byrja verður kl. 20:00 og vit enda á miðnátt. Pláss er fyri 40 fólkum og neyðugt er at bíleggja pláss í góðari tíð. 4/9/2019 Fernisering - Anker MortensenSunnudagin 8. september 2019 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og Jógvan Skorheim borgarstjóri kemur at røða og guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta verk hansara. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 11. oktober 2019. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis: Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00 Sunnudagar frá 15:00 til 18:00 Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar. 9/8/2019 Fernisering - Tróndur PaturssonSo er tað í dag, at listaframsýningin við Tróndur Patursson í Gamla Seglhúsinum letur upp. Klokkan 16:00 verður fernisering og kemur Inger Smærup Sørensen listfrøðingur at røða. Rani Nolsøe syrgir fyri tónleikinum. Umframt lættari ábit, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars at njóta framsýningina. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja hongur uppi allan august mánaða. Hjartaliga vælkomin og framhaldandi góðan Summarfestival 😊 Fríggjadagin tann 9. august 2019, á Summarfestivalinum, letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, har listamaðurin Tróndur Patursson kemur at sýna fram glas- og málningalist. Fernisering verður fríggjdagin kl. 16:00 og kemur Inger Smærup Sørensen listfrøðingur at røða, og Rani Nolsøe syrgir fyri tónleikinum. Umframt lættari ábit, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan. Til ber at vitja framsýningina allan august mánaða. Í samband við listaframsýningina, er møguligt longu nú, at bíleggja glasfuglar. Glasfuglarnir eru serstakir og hava ymiskar litir. Veingabreiði er áleið 82cm til 90cm og hava allir serligan weir til upphang. Vinarliga set teg í samband við okkum umvegis telefon 217055 (Símun) ella send okkum teldupost umvegis simun@gamlaseglhusid.fo. Røða hjá Oggi Lamhauge
Góði Hanni, Veturin er um at sleppa taki sínum, várið er komið og summarið er í nánd. Minnist serligu kensluna, tá eg kom heim til Føroya eftir lokið skúlaár, uttanlendis. - Sá tað vakra veðri, sum varð tað fyrstu ferð eg sá, og tað vøkru náttúruna við sínum ljósi, litum og flora. Kanska hevur tú tað somu kensluna, nu tú kemur heim í arbeiðsørindum eftir drúgva tíð í Finnlandi har tú arbeiðir og búleikast. Tú ert uppvaksin í Klaksvík og vit báðir hava felags ættarbond úr Lamba, sum fleiri onnur í Klaksvík. Tað eru nevniliga sterk ættarbond millum Bjartalíð og Lamhauge familjurnar, so vit eru heilt víst skyldfólk. Hanni Bjartalíð er ein ótroyttiligur granskari av teimum óteljandi møguleikum í myndlistini. Hann teknar og hevur á sín heilt serstaka- og skemtuliga hátt myndprýtt barnabøkur, har ein sum lesari kann flenna, “í kýki”, saman við børnunum. Hann vann í hesum sambandi Barnabókavirðisløn Tórshavnar Kommunu í 2008. Kann í sama viðfangi líka viðmerkja, at hann eisini hevur týtt onkra barnabók til Føroyskt. Hanni Bjartalíð málar málningar á lørift, men gevst ikki har. Hann flytur málningin av løriftinum og nýtir ymiskt “funnið” tilfar, við ymsum skapi og stødd - í trývídd, sum flatmynd ella relief. Tilfarið hevur týdning og listamaðurin sær í skapanartilgongdini møguleikarnar í tí hann finnur. Skapið, sum er ymiskt, breidd, longd og tjúktir, ið eru ymiskar og struktururin í tilfarinum (sum serliga er timbur), er ymiskur. Alt hetta setir listamaðurin saman við lími og smáum naglum í sniðfundigum samansetingum til sína egnu og serligu eind. Fór mær ein túr oman í Steinprent á Skálatrø í gjár fyri, at hyggja eftir listaverkum hjá Hanna. Har vóru nógv verk eftir listamannin. Træskurða- verk gjørd úr plattaviði, menn ella figurðar skornir við umhugsni og nærlægni. Litfagrar flatmyndir arbeiddar í fleiri løgum - eina málaða grundflatu (ella bakgrund) og álímaðum strimlum við málaðum íløtum, ella krukkum, í ymiskum klárum litum, í forgrundini. Alt við einari koloristiskari dygd, sum í litafatan kann samanberast við myndirnar hjá eitt nú Zakarias Heinesen. Eisini vóru arkitektoniskar konstruktiónir í skapi av rúmi, skúrum ella húsum (vit kunnu hugsa um eina kiosk, grillbarr, ella eitt amerikanskt strandhus, v.m) settar saman av ymiskum trælistum og málaðar einlittar, ella í fleiri litum. Har eru ikki bara beinar linjur, í hesum rúmum, men eisini tær bendu, ið geva konstruktiónini spenning og lív. Ein greið tilsipan til tað arkitektoniska uttara rúmið og eisini til tað innarliga hugsanarliga og kensluliga rúmi, sum tengist okkum menniskjum við okkara dygdum og lýti. Seinastu ferð eg hitti listamannin, varð til eina serframsýning á Listasavni Føroya í 2012. Har hjálpti eg listamanninum, at seta framsýning hansara upp, sum eitt slag av hándlangara ella umboð savnsins. Eg legði merki til, at listamaðurin arbeiddi støðugt í eini áhaldandi tilgongd (prosess) og legði stóran dent á smálutirnar hann límaði á verk síni. Savnsstjórin legði mær eina við, at halda tíðarfreistina og listamaðurin arbeiddi stútt og støðugt við verkum sínum. Ímillum teirra gekk eg, hálva vegna við nervum og hugsaði um hendan framsýningin nú mundi gerast klár til ferniseringina, ella ikki. Líka mikið, vit fingu eina góða framsýning. Hanni greiddi mær frá, meðan vit arbeiddu, at hann og sonurin plagdu at savna rakettir ella pinnarnar á rakettum aftaná nýggjárshaldið. Hesar somu pinnarnar brúkti hann í list síni. Hetta er ein vakur tanki og saman við øðrum “funnum” tilfari, sum hvørt sær hevur sína søgu við sær, umskapast til annan veruleika í listarligum hami. Trúgvi ikki, at tað í skapanartilgongdini hevur so stóran týdning fyri listamannin, hvørt tað hann fæst við kann kallast list ella ikki. Tað, sum hevur týdning er tilgongdin og nærveran av tilfarinum og tilfarsgranskingin - saman við tí sansaliga og leikandi útrykkinum. Kinna Poulsen hugleiðir um verkini hjá Hanna Bjartalíð í bóklinginum til serframsýning listamannsins á Listasavni Føroya 2012. Av tí at myndirnar ofta havi verið smáar, og at myndamálið tykist barnsligt, eru tær ofta hildnar at vera skemtiligar, elskuligar og kanska enntá naivar. Í veruleikanum hevur hetta einki við naivismu at gera. Listamaðurin hevur tilvitað valt eitt myndamál, ið er merkt av einfeldi og spontaniteti, sum eru náttúrligir eginleikar hjá børnum, tá tey tekna. Figurtekningin er einføld, men effektiv - tað er skjótt at lesa av, hvat gongur fyri seg í myndunum. Tað er sostatt ein ógvuliga fjølbroyttur og poetiskur listamaður við ógvuliga høgum morali, vit hava framman fyri okkum. Ein samtíðar listamaður við egnum altjóða myndamáli, ið ikki beinleiði tengist tí hevdbundnu føroyskari listini. Hjartaliga tillukku við framsýningini, Hanni Bjartalíð. 27/9/2018 Øssur Mohr í Gamla SeglhúsinumLeygardagin 29. september letur upp listaframsýning við Øssur Mohr í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður leygardagin kl. 16:00 til 18:00 har møguleiki er at heilsa uppá listamannin sjálvan og kemur Rani Nolsøe at røða. Hans Andrias Jacobsen syrgir fyri tónleikinum og verður eisini lættari ábit og okkurt leskandi til góman. Øll eru hjartaliga vælkomin! 9/8/2018 EYÐUN AV REYNI Í GAMLA SEGLHÚSINUMLeygardagin 11. august klokkan 14:00 letur upp framsýning við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00. Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar oljumálningar. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja og hongur uppi fram til 31. august. Framsýningin er opin soleiðis: Leygardagin 11. august kl. 14.00 - 18.00: Fernisering Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! 1/5/2018 Helgi Joensen í Gamla SeglhúsinumHelgi Joensen, sum nú fer at sýna fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, er listhandverkari, víða gitin fyri sítt sermerkta tinsmíð. Gjøgnum árini hevur hann leitað fram ymsar møguleikar og gjørt alskyns royndir við hesum serstaka metali, fingið tinið at tala og gandað fram tær vakrastu vondir Í alskyns íløtum, skálum, stakum og øðrum brúkslutum, relieffum og skulpturum – stundum samansettum av fleiri staklutum. Helgi hevur sýnt list sína fram í týðandi listaskálum víða hvar um lond. Helgi Joensen er føddur í 1932. Hann er sonur Ó la Joensen úr Klaksvík og Oliviu Joensen úr Miðvági. Helgi hevur eina systur, Dagmar, sum er gift og býr í Norra. Óli og Olivia bygdu sær hús á Ziskatrøð. Tey ovastu húsini á Prestvegi.Óli var skiparalærdur og førdi Fossanes, sum fórst undir Íslandi í 1938.Olivia var fotografur og hevði atelier við hús. Eftir at hava mist mannin flutti Olivia við børnunum til foreldur síni, sum tá stóðu fyri sjómansheiminum í Havn. Hon arbeiddi sum fotografur í Gamla Bókhandli og hjápti til á sjómansheiminum. Soleiðis kom Helgi at búgva í Havn mestu tíðina undir krígnum. Mamman giftist uppaftur við einum norskum sjómanni, Julius,og tey fluttu øll til Norra eftir kríggið. Helgi er útbúgvin verkfrøðingur og arbeiddi fyrstu árini hjá Stavangerflint, sum ger steintoy. Mitt í 70unum gjørdi hann saman við einum øðrum jólaplattar úr tini. Í 80unum byrjaði hann fyri seg sjálvan og hevur gjøgnum árini havt framsýningar í fleiri stórbýum í Evropa og USA. Helgi hevði í mong ár verkstað og antikvitetshandil í Stavanger. Nú hevur hann verkstað í Norðjútlandi. Í fjør var gjørt av, at Helgi skuldi koma til Klaksvíkar og vísa nøkur av verkum sínum fram í Gamla Seglhúsinum. Men seint á heysti móti vetri, mátti Helgi undir skurviðgerð, sum ikki tók seg væl upp. Tað var so álvarsligt, at hann misti fleiri førleikar. Seinastu mánaðirnir eru farnir við at venja rødd og limir. Vit kunnu bert fegnast um, at Helgi ikki settist aftur; men valdi at at taka leiðina heim á klettarnar. Framsýniningin letur upp fríggjadagin 4. mai 2018 og hongur uppi fram til Norðoyastevnu. Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Bárður Jákupsson at røða. Umframt lættari ábit og tónleik verður eisini møguligt at hitta listamannin sjálvan. Opið er soleiðis: Fríggjadagin 4. mai - Fernisering kl. 16.00 Mánadag - fríggjadag kl. 14 - 17 Sunnudag kl. 14 - 18 Hjartaliga vælkomin á gátt í Gamla Seglhúsinum! Norðlýsið skrivar: Á Gamla Seglhúsinum var Arnold Vegghamar í dag og lat upp sína nýggjastu framsýning. Framsýningin var sera væl vitjað, og tað sást eisini aftur í seldum verkum. Símun Gullaksen, bjóðaði vælkomin, síðani sungu Steintór og Rakul Ró tvey løg. Aftaná tað segði Helgi Fossadal nøkur orð, ið vit endurgeva her niðanfyri og Steintór og Rakul Ró endaðu so móttøkuna við tveimumløgum afturat. Røðan, ið Helgi Fossadal helt á Gamla Seglhúsi í dag: Listamálarin í norðastu bygd Føroya, Viðareiði, Arnold Vegghamar er sjálvlærdur listamálari. Men eins og hjá mongum øðrum føroyskum dreingjum var tað neyðugt hjá honum at fara til sjós fyri at forvinna sær eina úrtøku. Tað snúði seg snøkt sagt um at yvirliva. Men hóast Arnold Vegghamar ikki hevði góða sjónatur og ikki vandi seg við tað ofta baldruta og harða sjólívið, so sigldi hann, til hann var um19 ára gamal. Tá fór hann til Danmarkar, Odense, at ganga í skúla og at læra eitt handverk; hann var síðani útlærdur gullsmiður og starvast nógv ár í hesari vinnuni. Men longu á ungum árum kveiktist ein áhugi fyri málningalistini hjá Arnoldi Vegghamar. Sína fyrstu listaligu vegleiðing fekk hann á vetri 1958-59. Tá var hann næmingur á listaskúlanum, sum var byrjaður av listamálarunum Ingálvur av Reyni og Jack Kampmann saman við myndahøggaranum og grafikaranum Janusi Kamban. Hóast listaskúlin bara var henda eina veturin, fekk skúlin stóra ávirkan á næmingarnar, sum fingu dirvi til at halda áfram og megi til at arbeiða fram ímóti dreyminum at vera listafólk. Eisini varð her opinberað fyri næmingarnar, at tað hevði týdning og var samfelagsgagnligt at skapa myndir – list –, fyri at leggja afturat samleika og mentaskap føroyinga. Tey klassisku føroysku myndevnini eru fjallið, bygdin og havið, og sum øll listafólk í meira og minni mun eru ávirkað og hugtikin av. Tað sama er galdandi fyri Arnold Vegghamar, sum hevur verið og enn er hugtikin av umhvørvi og náttúru á heimstaði sínum, Viðareiði. Arnold Vegghamar lýsir eisini í sínum málningum hesi vanligu føroysku myndevnini – fjallið, bygdina og hagan, men úttrykkið saman við teimum eyðkendu, serligu sterku litunum, sum hann nýtir, er øðrvísi og ger hansara myndir serstakar – eisini í føroyskum høpi. Stílurin hjá Arnoldi Vegghamar er eitt stað millum ekspressionismu og naviismu. Tað sæst, at Arnold Vegghamar vísir áskoðaranum sína egnu tulking av landslagnum, – soleiðis sum hann sær og sansar tað. Náttúrulýsingarnar hjá honum eru ikki vanligar, men hava nakað meira í sær. Myndirnar vísa og bera prógv um, at Arnold Vegghamar er heilt sín egin listamálari. Sum stjóri á Listasavni Føroya setti eg mær fyri at útbreiða vitan um føroysk listafólk við bókaútgávum. Hetta hevur, eftir mínum tykki, alstóran týdning fyri listafólk, at list teirra verður viðgjørd listfrøðiliga og milað víða um og ikki bara í Føroyum. Í 2009 var ein framsýning við Arnold Vegghamar á Listasavni Føroya, og í tí sambandi fóru vit undir at gera eina listabók um lívið og listina hjá Arnoldi Vegghamar. Listfrøðingurin, Dagmar Warming, skrivaði bókina. Í hesum sambandi vitjaðu vit bæði, Dagmar Warming og eg, Arnold Vegghamar á Viðareiði. Henda vitjanin, var ein partur av tilgongdini til bókina. Tað var sera áhugavert at hoyra listamannin greiða frá lívi sinum og tilgongd hansara til myndlistina. Her vil eg lata orðið til Dagmar Warming, sum her tekur samanum listina hjá Arnoldi Vegghamar í bókini Arnold Vegghamar: ”Vegghamar arbeiðir einsamallur sum listamaður. Hann málar heilt í egnari verð uttan at hyggja um seg, til onnur samtíðarlistafólk í Føroyum. Leiðin, hann tók í lívinum, eftir at hann fyrr sum ungur maður í nøkur ár royndi at fylgja eini vónleysari leið, hevur ført hann heim til Viðareiðis sum málara. Her fer hann at búgva og arbeiða restina av ævi sínari og myndevnini eru ikki bara soleiðis at vika. Tey eru har beint hjá honum og geva honum íblastur til at mála verk, sum tey flestu halda vera úr einum øðrum heimi, sum eru komin higar gjøgnum tað viðkvæma sinnið hjá einum einligum persóni og gjøgnum ein kraftmiklan koloritt. Víst er tað so, at landslagið kveikir hugin til at mála, men við úrslitinum, verkinum, koma vit inn í annan hugaheim. Vit síggja landslagið við nýggjum eygum. I hesum finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslags-málningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi.” (Dagmar Warming, 2009) Arnold Vegghamar hevur verið við á fleiri framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini hevði eg tað gleði at hava Arnold Vegghamar við á føroysku framsýningini á Leopold museuminum í Wien í 2008. 84.000 fólk sóu framsýningina. Goði Arnold, takk fyri, at tú hevur ríkað okkum og Føroyar við tíni list og hjartaliga til lukku og góða eydnu við framsýningini. Eisini fáa Jastrid og Símun eina tøkk fyri tykkara arbeiði fyri føroyska list. Samstundis tøkk fyri heiðurin mær var sýndur at bera fram nøkur orð í samband við framsýningina hjá Arnoldi Vegghamar. 25/2/2018 Arnold Vegghamar í Gamla SeglhúsinumSunnudagin 4. mars letur listaframsýningin við Arnold Vegghamar upp. Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Helgi Fossádal at flyta fram røðu. Eisini verður tónleikur, lættari ábit og okkurt leskandi, umframt at møguleiki er at heilsa uppá listamannin. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, umfatar 35 oljumálningar og hongur uppi allan mars mánaða. Opið er: Mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00 Sunnudag 14:00 til 18:00 Øll eru hjartaliga vælkomin :) |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
April 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072