19/4/2021 Fernisering - Zacharias HeinesenÍ góðveðrinum sunnudagin, lat upp listaframsýning við verkum hjá einum av okkara mætu listafólkum, Zacharias Heinesen. Hetta kann somuleiðis roknast sum ein serstøk framsýning, tí 19. mai 2021 verður Zacharias 85 ár. Hóðast komin eitt sindur upp í árini, sveiggjar hann enn meistarliga við penslinum. Fitt av gestum hevði leita sær til ferniseringina klokkan 16:00 og syrgdi Rani Nolsøe fyri tónleikinum. Hilmar Høgenni, setti framsýningina og røðan er endurgivin her: Fyrst av øllum, takk fyri álitið, tað er ein heiður at vera biðin at siga nøkur orð nú Zacharias Heinesen letur framsýning upp her í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Tá vit hyggja at myndunum, sum hanga her í dag er tað ikki tað fyrsta, sum fellur tær til hugs, at listamaðurin verður 85 ár um ein mánað, tí her eru myndir, sum vísa ein listamann, sum er í fullum blóma granskandi og leitandi víðari og djúpari á síni listaleið. Fyri 15 árum síðani, tá tú fylti 70, var ein framsýning í Listahøllini á skipasmiðjuni í Havn, við heitin “ZH 06”.,. Í sambandi við ta framsýningina varð ein bóklingur givin út og millum onnur skrivaði Gunnar Hoydal, eina minnislýsing undir heitinum “Baggi”. Hann hugleiddi um, tá dreingirnir undir Varða og dreingirnir á Hálsi hittust á tennisplenuni í Gundadali at sparka. Hann skrivar: “Har var hann eisini. Men hann rann ikki, og hann sparkaði ikki. Hann var á súkklu og stýrdi inn ímillum teir tuskandi dreingirnar, sum hevði hann veingir undir sær, lættur sum ein fuglur. Hann var klænur og spískur. Hann segði ongantíð nakað ..... Hann fór at læra til snikkara hjá einum, sum hoyrdi tónar innan í sær sjálvum. Tað var Verlant Johansen... Tí undraði tað okkum at hesin klæni hjá Williami næstan einki ljóð læt frá sær. Men tey søgdu hann var farin at mála í staðin. So sóu við hann ikki aftur. Tey søgdu hann var farin til Íslands. Heini, tann eldri beiggin segði, at súklan stóð eftir í fjósinum, Hann skuldi ikki súkkla, hann skuldi mála.” Gunnar andaðist hósdagin og rithøvundurin og skyldmaður hansara, Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði á Facebook soleiðis: “Onkur helt einaferð fyri, at Gunnar Hoydal dugdi at tiga á øllum málum. Hóast tað, so hevði Gunnar orðið í síni makt. Hann segði onki, sum ikki var væl og virðiliga hugsað ígjøgnum. Tá ið hann hevði smakkað orðini í eina góða løtu, vóru tey búgvin, og hann segði tað, sum hann skuldi siga. Ikki meir.” Ta kvøldið, listaframsýningin í 2006 læt upp, helt tú rundan føðingardag, og vit vóru boðin til borðs í framsýningin. Gunnar var eisini við og ein av dreingjunum undir Varða, Heri Mørkøre fyrrverandi landsapotekari, helt fyri í røðu síni: “At tú einaferð hevði sagt, at tær dámdi so væl at vera í veitslulag saman við Gunnari Hoydal, tí tá føldi tú teg so framligan”. Vit eru grannar, Zacharias er altíð blíður og fyrikomandi, ein heilsan ella eitt lítið prát, tá vit hittast . Zacharias er friðarligur maður, tað er við penslinum, at hann sigur tað, sum sigast skal. Tað er pensilin, sum er hansara rødd. Listafrøðingurin Inger Smærup Sørensen sigur í formælinum í bólkinginum frá 2006: “Á ótrúligan hátt hevur tað eydnast Zacharias Heinesen at samantvinna dygdir úr altjóða modernismuni við føroysku siðvenjuna og tað hevur eydnast honum at gera tær til ein natúrligan part av tí, sum vit í dag nevna tað føroysku myndina. Hansara innliman av hesum- at síggja til fremmandu pørtum, tvingar okkum at víðka og kanska endurnýggja okkara áskoðan um ta føroysku myndina.” Tá eg í seinastu viku spurdi teg, hvønn týdning myndevnið hevur, segði tú, at tað líka sum liggur í hondini, tey eru afturvendandi, men ikki altavgerandi, tey hava ikki størri týdning enn litirnir, flatirnar og samansetingin í sjálvum sær. Tað byrjar við eini skitsu, eini skitsu av einum landslagi, tað kann vera Hattarvík ella Mykines ella útsýninum oman yvir Havnina. Tað er henda skitsan , sum verður til eina mynd í arbeiðsstovuni. Arbeiðsstovan, sum liggur í friði niðaneftir í ovara endanum í húsinum hjá tær, har takið líðandi tekur seg upp í ljósið yvir býin og fjørðin . Tað er í hesi arbeiðsstovu, at tú arbeiðir við samansetingini. Tú sigur, at tað er ringt at siga nær komið er á mál, tí hjálpir tað at leggja eina mynd frá tær, og bíða nakrar dagar, áðrenn tú hyggur aftur eftir henni. Tá sæst betri um komið er á mál. Tá eg nevndi fyri tær, at listasøgufrøðingurin Mikael Wiel, í bók síni SEKEL sigur, at tað kanska ikki er so nógv Cézanne, men heldur russiski-franski málarin Nicolas de Stäel, sum tú hevur mála uppímóti, nikkaði tú. De Stäel verður oftast lýstur sum ein franskur málari av russiskum uppruna. Hansara yrkitíð sum listamálari, var stutt, hon vardi uml. 15 ár. Hann leitaði eftir tí, , sum lá í millum tað figurativa landslagið og tað abstrakta. Hann byrjaði altíð við tí figurativa landsslaginum, sum ongantíð hvarv heilt úr myndini, hann strembaði eftir at finna veruleikan aftur í abstraktiónini. Líka sum myndirnar hjá de Stäel, kunnu myndirnar hjá tær við hvørt tykjast abstraktar við fyrsta eygnabrá, men tá tú hyggur nærri, fløðir myndevni fram úr litum flatum og strikum, hús, hav og himmal, tað tykist sum rúmið letur seg upp inneftir og ljósið brennur ígjøgnum. Eg hugsi at hetta kanska kann lýsa listarligu strembanina hjá Zacharisi. Á ólavsøku í ár verða 70 ár síðani Zacharias luttók fyri fyrstu ferð á Ólavsøkuframsýningini. Síðani hesa framsýning í 1951 til í dag 2021 hevur Zacharias við íblástri úr stóru verð ríkað okkum við sínum listagávum, hann hevur latið fremmand listarák í sín listaham og givið okkum list, sum eyðsýnt er hansara og bara hansara, men av tí at talan er um stóra góða list eru vit farin at fata ella skilja hetta, sum ein av ímyndunum av føroyskari list. Takk fyri Zacharias. - Framsýningin hongur uppi fram til 30. mai og kann vitjast yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 19:00. Hjartaliga vælkomin! Sunnudagin tann 18. apríl 2021, letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður sunnudagin kl. 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða. Umframt lættari ábit og tónleik, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 30. mai og er opin soleiðis: Mánadag til fríggjadag: 14:00 til 17:00 Sunnudagar: 15:00 til 19:00 Øll eru hjarta vælkomin! 4/2/2021 Februar-framsýninginFebruar-framsýningin er ein søluframsýning, har ymisk listarfólk sína fram sýni verk. Framsýningin er ókeypis at vitja og er opið soleiðis: Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnudag kl. 15.00 - 18.00 Eisini kann avtalast at síggja framsýningina aðrar tíðir. Bílegg tíð á tel. 217055. 14/1/2021 Framsýningin er opin í dag til kl. 17Framsýningin - Helgi Joensen - er opin í dag til kl. 17, í morgin fríggjadagin 10-17 og sunnudagin 15-18 Hjartaliga vælkomin:) 12/12/2020 Helgi Joensen í Gamla SeglhúsinumHósdagin 17. desember 2020 klokkan 18:00 letur framsýning upp við verkum eftir Helga Joensen. Helgi Joensen, sum nú, fyri aðru ferð, fer at sýna fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, er listhandverkari, víða gitin fyri sítt sermerkta tinsmíð. Gjøgnum árini hevur hann leitað fram ymsar møguleikar og gjørt alskyns royndir við hesum serstaka metali, fingið tinið at tala og gandað fram tær vakrastu vondir Í alskyns íløtum, skálum, stakum og øðrum brúkslutum, relieffum og skulpturum – stundum samansettum av fleiri staklutum. Helgi hevur sýnt list sína fram í týðandi listaskálum víða hvar um lond. Helgi Joensen er føddur í 1932. Hann er sonur Óla Joensen úr Klaksvík og Oliviu Joensen úr Miðvági. Helgi hevur eina systur, Dagmar, sum er gift og býr í Norra. Óli og Olivia bygdu sær hús á Ziskatrøð. Tey ovastu húsini á Prestvegi.Óli var skiparalærdur og førdi Fossanes, sum fórst undir Íslandi í 1938. Olivia var fotografur og hevði atelier við hús. Eftir at hava mist mannin flutti Olivia við børnunum til foreldur síni, sum tá stóðu fyri sjómansheiminum í Havn. Hon arbeiddi sum fotografur í Gamla Bókhandli og hjápti til á sjómansheiminum. Soleiðis kom Helgi at búgva í Havn mestu tíðina undir krígnum. Mamman giftist uppaftur við einum norskum sjómanni, Julius,og tey fluttu øll til Norra eftir kríggið. Helgi er útbúgvin verkfrøðingur og arbeiddi fyrstu árini hjá Stavangerflint, sum ger steintoy. Mitt í 70unum gjørdi hann saman við einum øðrum jólaplattar úr tini. Í 80unum byrjaði hann fyri seg sjálvan og hevur gjøgnum árini havt framsýningar í fleiri stórbýum í Evropa og USA. Helgi hevði í mong ár verkstað og antikvitetshandil í Stavanger. Nú hevur hann verkstað í Norðjútlandi. Umframt lættari ábit og tónleik, kemur Magna Joensen at røða. Øll eru hjartaliga vælkomin á gott og sjálvandi mæla vit til at Corona tilmælir eisini verða hildin. Framsýningin kemur at hanga uppi fram til hálvan januar 2021. Hjartaliga vælkomin 6/11/2020 Heðin Kambsdal í Gamla SeglhúsinumSunnudagin 8. november letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommu at røða. Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum og verður okkurt leskandi og lættari ábit at fáa eisini. Listaframsýningin, sum umfatar 21 oljumálningar, hongur uppi fram til 5. desember. Framsýningin kann annars vitjast soleiðis: Yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00 7/9/2020 Forvitnislig myndaframsýningSkrivað hevur: Norðlýsið Sum so mangan áður, so er ein sera áhugaverd listaframsýning á Gamla Seglhúsið í hesum døgum. Tað er listamaðurin Eyðun av Reyni, ið sýnir fram. Norðlýsið var til fernisering á Gamla Seglhúsi í gjár. Helgi Fossadal segði nøkur orð um framsýningina hjá Eyðuni. Vit lata Helga siga frá niðanfyri: Góðu tit Takk fyri at vera boðin at siga nøkur roð til listaframsýningina hjá Eyðun av Reyni. Enn eina ferð vil eg takka tykkum, Jastrid og Símun, fyri, at tit hava lagt lunnar undir hesar karmarnar og tykkara áhaldandi arbeiði at ríka Klaksvíkina við mentanarligum tiltøkum í tignarliga Gamla Seglhúsinum. Í dag eru mentanarligu tiltøkini í Seglhúsinum ikki bara kend í Føroyum, men eisini langt út í heim. Við at velja Gamla Seglhúsið sum karm um tykkara mentanarligu tiltøk, hava tit megnað at samantvinnað fortíð og nútíð, ið gevur eina serstaka uppliving hjá áskoðaranum. At fara undir eitt tílíkt tiltak krevur áræði, tol og arbeiðssemi, um tað skal eydnast og ikki minst, at fólkið tekur undir og stuðlar, og tað hava tey gjørt. Tit hava havt skiftandi listaframsýningar í húsinum, og í dag er tað so Eyðun av Reyni sum sýnir fram. Listamaðurin Eyðun av Reyni er føddur í Havn í 1951, og hann hoyrir soleiðis til tey tilkomnu listafólkini í Føroyum, Um listina hjá Eyðunu av Reyni kunnu vit siga: … at “Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum … at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av lodrøttum og vatnrøttum litblokkum”. Tær abstraktu myndirnar hevur Eyðun við hepnari hond og hugflogi arbeitt við seinastu 20-30 árini, og sum hevur verið drívmegin í listini hjá honum. Tær náttúru-abstraktu myndirnar sýna, at her er Eyðun farin at rógva aftur á 80’ini og eru hesar hegnisliga nútímansgjørdar. Listamaðurin hevur ikki sett seg í bás, men er altíð ávegis - Málningar tínir eru samansettir við sterkum litum og við stórum og breiðum pensilstrokum, og myndamálið abstraherar frá myndaevninum, og tó - so haldi eg at vit klárt kunnu hóma náttúruna og tónleikan í myndunum; hetta megnar tú til fulnar. Góði Eyðun, eg havi varhugan av, at tú ert, eins og flest onnur listafólk undan eini fernisering, spentur og eitt sindur fjáltursstungin, - hvussu verður framsýningin móttikin, eru málningarnir ov tórskiltir. Spurningarnir eru nógvir, ið tú setur tær sjálvum. Tú kanst vera tryggur, tí áskoðararnir í dag eru meira tilvitaðir í síni listarligu fatan bæði so og so. Tú setur hugflog áskoðarans í gongd við tínum málningum, tú vísir ikki alt fyri okkum, men letur spurningarnar standa opnar, so vit kunnu halda áfram at tulka málningar tínar - vit verða ongantíð liðug. Og tá er eftir mínum tykki ein málningur góður. Hesa framsýning kanst tú verða errin av - hon er góð og áhugaverd. Og við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tær og fyrireikarunum her norðuri til lukku og góða eydnu við framsýningini Takk fyri. Helgi Fossadal. Sunnudagin 6. september letur upp listaframsýning við 18 oljumálningum hjá Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður klokkan 17.00 og kemur Helgi Fossádal at røða. Umframt tónleik og lættari ábit verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan. Vit gleða okkum og bjóða øllum hjartaliga vælkomin. Framsýningin hongur uppi allan september mánaða og er opið soleiðis: Mánadag til fríggjadag kl. 14.00 - 17.00 og sunnudag frá kl. 1500-17.00 Góðu tit øll Hóast myndirnar kring okkum hava eitt øðrvísi og eksklusivt brá, so snúgva tær seg ofta um tað vanliga ella kanska tað óvanliga í tí vanliga. Eins og fabulerandi prentini hjá Elinborg Lützen eru hetta eisini myndir, ið siga søgur. Men har søgurnar hjá Elinborg eru tætt vovnar úr myrkri, eru hesar hjá Silju teknaðar á ljós, tær eru opnar við abstraktum strokum og tómrúmum við plássi hjá okkum áskoðarum at vinkla frásøgnina og knýta søgurnar saman. Listakvinnan Silja Strøm er við sínum 33 árum lutfalsliga ung, men er allíkavæl ein roynd listakvinna, sum sera tíðliga hevur sett sær greið listarlig mál, sum hon støðugt mennir. Hesin seriøsitetur hevur sera tíðliga givið henni uppmerksemi eitt nú á skúlanum í Glasgow, har hon gekk, og nú hava almennu Føroyar gjørt íløgu í hennara list við listafólkaløn, sum tryggjar henni arbeiðsfrið komandi trý árini. Sjálvt um verkini broyta seg, er okkurt støðugt í listaheiminum hjá Silju. Nógvastaðni snýr tað seg um viðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvi, men eisini millum bæði formligar og innihaldsligar myndaliðir. Tað kann vera viðurskiftini millum figur og grund, millum figur og figur, millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, tað spontana og stýrda, intimt og ópersónligt, millum ílatið og úrlatið, hátíðarligt og banalt, millum einstakling og samfelag. Jú, tað er ringt at koma uttanum mótsetningar, tá vit tosa um hesa listina. Hon hevur okkurt estetiskt og fínligt yvir sær, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi við javnsettum myndaliðum. Í summum førum fer Silja útum tað fýrkantaða myndaformatið og tekur harvið atlit til samanhangin við onnur verk í framsýningarheildini. Her er eisini samanhangur millum abstrakt og figurativt. Fleiri staðni er tað eins og abstraktir myndaliðir blanda seg uppí søgurnar, ið verða sagdar – tað kann vera í skapi av einum figuri ella eins og málingastrok, ið knýta saman myndaliðir. Eg eigi sjálv fleiri verk hjá Silju og eg má siga, at tað er áhugavert at hava hesi hangandi, tí søgurnar broytast og flyta seg í huganum yvir tíð. Litirnir í myndunum eru vakrir, næstan lekrir. Kring glitrandi reinar grundlitir bylgja brigdi av strálandi ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum litfarrum í eini lýsandi heild. Hesir pastellitirnir sýnast næstan kunstigir og víkja frá litdáminum í siðbundnu náttúrutulkandi føroysku listini. Bylgjandi strikan kring kropparnar, ið flóta runt á myndaflatanum minnir um mátan, sum Matisse teknaði sínar figurar. Hetta er ein nokk so coolur máliháttur í einum fløtum myndarúmi við stiliseraðum strípum og mynstrum í aldum, flisum og stólum, ið minnir um popplistina hjá Hockney. Samstundis tykist listaunirversið hjá Silju passionerað og ævintýrikent við verum, sum antin nerta hvønnannan ella rætta seg út móti hvørjum øðrum. Onkra av hesum myndunum sá eg á fyrsta sinni fyri hálvum øðrum ári síðani, tá framúrskarandi framsýningin Listaleikir hjá Silju Strøm læt upp í Listasavni Føroya, m.a. ta fínu lítlu ljósareyðu myndina av einum lógvataki. Eitt og eitt hálvt ár er ikki long tíð og kortini fati eg hesar myndir heilt øðrvísi, tá eg síggi tær í Gamla Seglhúsinum í dag. Eitt lógvatak. Eitt klemm. Eitt herðaklapp. Øll møgulig fysisk tekin, sum vit hava brúkt til tess at sýna hvør øðrum virðing og viðurkenning – tey eru ikki sjálvsøgd í løtuni. Til framsýningina Listaleikir í Listasavninum var eitt katalog givið út við tekstum og myndum. Her lýsir Josie More søguna um heimin at vera søguna um at nema. Ein inspirerandi tekstur, sum ikki er vorðin minni áhugaverdur post corona – ella millum corona? Eg siteri “Á henda hátt og á annan hátt er søgan um heimin søgan um at nema. Tað er ein goymsla, sum skrásetir kraftina í nemingini at umskapa, ein endaleys læra um lutir, týdningurin at vera mildur, hava umsorgan; ein áminning um at hugsa um tað, vit gera. Hesar smædnu nándir, hesin sjáldsami nærleiki; henda søgan um at nema, flá oman á flá, handabragd eftir handabragd. Halda og sleppa. At innihalda og skapa. Tað er soleiðis ein heimur er evnaður til.” Soleiðis skrivaði altso Josie More í kataloginum fyri tveimum árum síðani, tá vit øll tóku nærleikan fyri givið. Tað gera vit ikki meira – eg veit ikki hvussu tað er her um leiðir, men í Havn hava fólk verið óvanliga blíðskortað seinastu tíðina. Eg haldi, at vit kollektivt umseta tørvin at nema yvir í smíl og hesi fevna breiðari enn tey plagdu. Listaverkini hjá Silju Strøm skulu tit sleppa at gera tykkara egnu fatan av – ella tykkara egnu søgur. Men gevið tykkum tíð. Júst sum við myndunum hjá Elinborg Lützen eru hesar myndir fullar av søgum. Allir figurar, litir, lutir og skap skapa teirra týdningar og hjátýdningar, fyrst er tað luturin í sjálvum sær, síðani allar tær upplivingar, vit hava, sum ávirkar okkara fatan av honum. Verkheitini eru ein søga fyri seg, summi klinga skaldsliga meðan onnur eru meira neutralar lýsingar av hvat gongur fyri seg á myndunum, t.d. Swimming studies – hetta sipar eisini til stóra áhugan, listakvinnan hevur fyri svimjing – hon luttók í svimjikappingum á elitustøði, tá hon var yngri, og fleiri av hesum kappingum vóru her í Klaksvík hevur hon fortalt mær. Eg fari at enda við eini heilsan frá Silju. Hon skrivar: Bara ein heilt stutt heilsan úr Skotlandi. Tað er spell, at tað ikki ber til hjá mær at vera til staðar, men eg sendi eina skál og vóni, at støðan her broytist, so at vit eisini skjótt kunnu samlast og vera saman. Hopi tit hava eitt hugnaligt kvøld. – Silja TAKK FYRI Kinna Poulsen |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
February 2025
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072