Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

14/4/2026

Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum



Sunnudagin 19. apríl letur upp listaframsýning
við Eyðun av Reyni við 17 oljumálningum
og 9 vatnlitamyndum.

Fernisering verður sunnudagin 19. apríl kl. 16.00

Opið er til kl. 20:00 og framsýningin er ókeypis at vitja.

Hjartaliga vælkomin!
Picture

15/3/2026

Dávur Winther helt røðu til fernisering: Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla Seglhúsinum

Picture
Nakað av fólki møtti upp til fernisering í gjár seinnapartin, har høvið eisini var til eitt gott prát við listafólkini, sum vóru til staðar

Dávur Winther helt røðu, sum verður endurgivin niðanfyri:

Góðu Hjørdis og Hans Pauli!
Vælkomin í hesa serligu búð – Gamla Seglhúsið í Víkunum
Vit hava kenst væl og havt eitt drúgvt á áhuagvert samstarv í nógv ár, ja, heilt síðani fyri 2000, tá ið arbeiðið uppá standmyndina av Kjølbro fór av bakkastokki – Tað tók tíð at fáa hana upp at standa.
Tann 26. mai 2002 er hátíðardagur, sum fer at eydnast til fulnar, skrivar Klaksvíkar býráð í tíðindaskrivi.
Hátíðarhaldið verður kl. 16 sunnudagin á Biskupsstøð, á økinum uttanfyri Bókasavnið, har standmyndin skal standa.

Vit gjørdu eisini eina stóra kanning og frágreiðing saman í hesum sambandi um torg og strætir – og serliga um steinsetingar, har standmyndir stóðu og standa.

– Hetta fyri ikki bert at seta Kjølbro á asfalt. Men peningur ella mangul uppá sama, hevur tíverri ofta nógv at siga í slíkum førum.

Fípar Fagra kom upp at standa í august 2008, tá ið kommunan fyllti 100 ár.

Eisini var samstarv um Kópakonuna, sum varð avdúkað tann 1. august í 2014.

Og ikki minst standmyndin av Elinborg Lützen, sum varð avdúkað, týsdagin 24. september 2019 - Fyrsta standmynd av einari navnnevndari kvinnu í Føroyum, sum tá varð avdúkað úti í Klaksvík.

Veit at høvdið á Elingborg er nr. 14 ella 15 - Ikki fyrr enn tá vart tú nøgdur!

Stuttligt – og tað fortelur nógv um teg, at tú í 10. flokki bankaði uppá hjá Janusi Kamban, og spurdi um tú kundi koma í praktikk - starvsvenjing hjá honum? Aðrir fóru at egna ella til skips. 

Janus og hansara serliga og mynduga høvd, rakað, sum kanska ikki var so vanligt tá, var hugtakandi – og sum tú eisini moduleraði.

Havi verið inni í atellierum hjá tykkum báðum fleiri ferðir. Har er altíð áhugavert at hoyra tykkum práta um verk tykkara – og ikki minst, tá ið tit meta um og viðmerkja listaverkini hjá hvørjum øðrum.
Frits plagdi at kalla málningar sínar fyri hansara “Penslabørn” – Veit ikki hvat tú ella tit kalla tykkara mong “børn” og høvd, sum standa eitt ótal av á atelierinum.

Takk fyri mongu góðu kopparnar av kaffi inni har – apropos framsýningina í dag...

Tit duga at tekna, sum er grundhandverkið fyri so mangt – fyri at kunna mála ikki minst, at kunna úttrykkja seg, siga tað, tit ynskja. Men ikki minst, tá ið ein standmynd skal evnast til, tá er umráðandi at duga grundhándverkið: At tekna!

Myndirnar, sum hanga her í dag, siga, at tit duga hetta kynstrið.

Uttan at fara í smálutir við ættargransking, kann eg stutt nevna, at Hans Pauli er ættaður av Húsum, barnvaksin í Havn.

Hjørdis er ættað av Skarði, ommudóttir Sannu av Skarði, sum hon minnist. Hon er barnvaksin bæði í Svøríki og Føroyum, seinni búsett í Danmark.

Takk fyri og vælkomin til Klaksvíkar – grannabýin hjá Húsum, her tit hava fleiri fjølskyldur.


Um málningarnar hjá Hjördis Haack
Hon vísir eina røð av smærri oljumálningum, har evnini eru speglingar í kaffiyvirflatuni.
Ofta hava vit eitt serligt samband við kaffikoppin – Ein yndiskopp, sum er serliga góður at drekka úr, ommukoppurin, yndiskoppurin, koppurin, tú fann í skrellispannini ella koppurin, tú kanska tók við tær heim úr flogfarinum. Allir koppar hava sína søgu.

Í hennara listarliga arbeiði hevur hon fleiri ferðir vent aftur til evnið speglingar. Speglingar í silvurtallerkum, speglingar í hyljum ella speglingar í uppvaskifatinum.

Kaffiyvirflatan virkar sum ein spegil, ið avspeglar rúmið og fangar gluggar, ljós og skuggar.

Ein góður koppur av kaffi tíðligani á morgni. Fráveran av litum – teir svart-hvítu kopparnir, kann stundum kveikja hugasambond til gamlar ljósmyndir.

Sum sæst, hevur hon valt at lata umhvørvið kring koppin vera ómálað. Koppurin stendur nakin og meira reinur eftir, sum ein einkultur lutur – ella sum eitt emblem.

Oljumálningar eru oftast hennara listaobjekt. Stundum forstørrar ella veksur hon gerandislutir ella evni upp til mega- ella risa-støddir fyri at kanna skapningin; medferðina, verumátan ella lyndiseyðkenni á lutinum.

Hjørdis hevur gjørt fleiri størri prýðisuppgávur, m.a. ein 12 meter langan málning, har sólin er ímyndin í verkinum. Hesin hongur í gongusalin á August Krogh stovninum.

Um framsýningina hjá Hans Pauli Olsen
Tekningarnar, sum her hanga, eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum - modellinum.

Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni.
Tað er sum ein pastell og ein akvarell um somu leið í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering.

Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk.
Myndevnið er landsløg og modelltekningar - kroppar. Kroppar sum í førum gerast til standmyndir.
Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum m.a. Skarðið yvir Skarðs-bygd, tekniaðar í teirra deiliga húsi á Húsum, sum tey eru góð við og umtala ofta og títt.

Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.

Mannakroppurin hugtekur altíð og hevur verið myndevni í túsundir av árum – m.a. varðveittar frá holu-tekningum. Ikki minst vóru rómverjar og grikkar eisini hugtiknir av mannakroppinum og gjørdu nógvar standmyndir.

Mannakroppurin hevur verið eitt av elstu myndevnum, og sum Hans Pauli hevur endurskapt so hegnisliga í sínum “myndahøggi” ella serstaka stroki í mongu standmyndunum sínum.

Hans Pauli skapar sínar serligu mannaverður, sum tú blæsir lív í við sínum hegniga kynstri og stroki.
Sama ger Hjørdis við sínum oljumálninum við so nógvum ymiskum sniðum og speglingum, sum tó at tær eru tveydimensionellar, gerast trýdimensionellar ella rúmligar av speglingunum.
​
Framsýningin hongur uppi fram til páskir
Opið man-sunnudag kl 15-18
Tó stongt leygardagin

28/2/2026

Hjørdis Haack & Hans Pauli Olsen - 14. mars kl. 16

Picture
Picture
Picture
Listaframsýning 
Hjørdis Haack & Hans Pauli Olsen
Millum likam og kaffe speglingar 


Fernisering
Leygardagin 14. mars kl. 16.00

Hjördis vísir framm 15 oljumálningar av kaffikoppum,
har dentur verur lagdur á kaffi speglingina.

​Hans Pauli vísur framm modell tekningar
​og landslags tekningar.

Leygardagin 14. mars 2026 kl. 16.00 letur upp framsýning við oljumálningum hjá Hjördis Haack og við tekningum hjá Hans Paula Olsen.

Dávur Winther heldur røðu og okkurt leskandi verður aftaná.

Hjördis Haack sigur um sínar málningar:
Eg vísi eina røð av smærri oljumálningum, har evnini eru speglingar í kaffiyvirflatuni. Ofta hava vit eitt serligt samband við kaffikoppin – ein yndiskopp, sum er serliga góður at drekka úr, ommukoppurin, yndiskoppurin, koppurin tú fann í skrellispannini, ella koppurin tú kanska tók tær heimvið í flogfarinum. Allir koppar hava sína søgu.

Í mínum listarliga arbeiði havi eg fleiri ferðir vent aftur til evnið speglingar. Speglingar í silvurtallerkum, speglingar í hyljum og speglingar í uppvaskifatinum. Kaffiyvirflatan virkar sum ein spegil, ið avspeglar rúmið og fangar gluggar, ljós og skuggar. Ein góður koppur av kaffi tíðligani á morgni. Fráveran av litum – teir svart-hvítu kopparnir – kveikir stundum hugasambond til gamlar ljósmyndir.

Eg velji at lata umhvørvið vera ómálað. Koppurin stendur meira reint eftir sum ein einkultur lutur – ella sum eitt emblem.

Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina:
Tekningarnar eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering.

Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum er tá ið eg tekni ein nakka, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avrita tann partin yvir á ta skjótu tekningina.

Myndevni er landsløg og modelltekningar. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.”
Hjördis Haack:
Uppvaksin í Gøteborg, mamman var føringur og pápin dani.
Útbúgving Kungliga konstakademien Stockholm.
Limur í kunstnersamfundet dk kunstnersammenslutningen Grønningen.
Kunstnersammenslutningen Vraa. 

​Hans Pauli Olsen:
Útbúgving Det kongelige danske kunstakademi kbh.
Limur í Kunstnersamfundet dk.
Limur í Bkf. Limur í kunstnersamnen skutningen Grønningen.
Limur í kunstnersammenslutningen Vraa.
​Hjartaliga Vælkomin!

11/2/2026

Skrá fyri Búnaðarstevnuna í Varpinum 14. februar 2026

Picture
Picture
Picture



SKRÁ:


Fundarstjóri er Kári Thorsteinsson

10:00
Skráseting

10:30
Karl Johansen, borgarstjóri setur ráðstevnuna

10:40
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

11:10
Búnaðarstovan
Tróndur G. Leivsson, stjóri
Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi

12:00
Miðmálið

13:00
IRF – Tað sum eftir er
IRF hevur tikið stig til eina nýggja og spennandi verkætlan, sum skal kveikja áhugan fyri avroðum – ein rávøra, sum hevur stórt virði bæði fyri heilsu og burðardygd. Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu.

Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í  Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað.

13:20
Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Ridliskriðið - status

13:50
MBM – ein sentralur framleiðari av mjólkaúrdráttum.
-  Mjólkavinnan í dag
-  Ís og ostframleiðsla

14:10
Tann Grøna Matveitingin
Tann Grøna Matveitingin fer undir eina verkætlan at keypa, hagreiða og selja tilsamans fimm tons av rótum úr Stóru Dímun.                       

Verkætlanin hevur fingið játtað 258.000 krónir í stuðli frá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Verkætlanin er ein roynd at virðisøkja og leingja haldførið á føroyskum grønmeti og at tryggja grundarlagið undir framleiðsluni. Talan er um samstarv millum Ta Grønu Matveitingina, Dímunargarð, Mat- og tilfeingishúsið og Búnaðarstovuna.

Verkætlanin kann verða ein liður í at styrkja føroyska mat- og grønmetisframleiðslu, sigur Joan Sørensen, sum eigur og rekur
Ta Grønu Matveitingina.

14:30

Sigurður Torfi Sigurðsson, Ráðgevi á RML (IS)
Búnaðarsamstarv - Burðardygg Jarðarraøkt Tvørtur um Norðanlond

14:50
Hagstovan

15:10
Kallsgarður 

15:30
Føroyska Rossið í landbúnaðinum.
Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna vegna Felagið Føroysk Ross og Jóna Adelaide Ólavsdóttir, røktari á Búnaðarstovuni, vegna Búnaðarstovuna

15:50
Framløgur liðnar – kaffi vm.

16:15
Kjakfundur

"Er landbúnaðurin á einum vegamóti, fleiri spurningar eru, heldur enn svar, m.a."

 - Jarðarviðurskiftir hjá Festarum eru ikki nøktandi og mugu endurskoðast.
- Hvat vil man við menning av føroyskum landbúnaði, tá ið man eitt nú frítekur útlendskt framleiddar landbúnaðarvørur fyri mvg.
- Hvussu ætlar man politiskt at syrgja fyri at fortreytirnar fyri at reka føroyskan landbúnað verða gjørdar nøktandi og attraktivar frameftir.
- Føroyskur landbúnaður og matvørutrygd í einum alt meiri ótryggum heimið.


Kjakfundurin verður stroymdur í samráð við Norðlýsið.

Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari.

Allir politiskir flokkar verða umboðaðir.

18:00
Liðugt



Tilmelding á:

https://www.bunadarstevna.fo/


5/2/2026

Búnaðarstevna í Varpinum 14. februar

Búnaðarstevnan 2026 verður leygardagin 14. februar 2026 í mentanarhúsinum Varpið í Klaksvík.

Higartil hava verið fyriskipaðar tíggju búnaðarstevnur í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022, februar 2023, februar 2024 og februar 2025.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað. 

Hjartaliga vælkomin á Búnaðarstevnu
í mentanarhúsinum Varpið 14. februar 2026

Tilmelding á:

https://www.bunadarstevna.fo/

Picture
Picture

3/11/2025

Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum

Picture


​Sunnudagin 9. november letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal
í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður klokkan 16:00.

Umframt røðu og tónleik,
verður okkurt leskandi og
lættari ábit at fáa eisini.

​
Hjartaliga vælkomin

1/8/2025

STEWART-BRØÐURNIR GRAHAM & NEIL STEWART

Picture

LISTAFRAMSÝNING & KONSERT 7., 8. og 9. august

Gamla Seglhúsið verður karmur um myndlist og tónleikaframførðslu hjá Stewart brøðrunum, Graham og Neil í døgunum 7. til 9. august 2025. 

Listaframsýning kl. 14-19

Graham og Neil sýna fram egin verk, sum eru í ymsum miðlum. Neil hevur sýnt fram sína list mangar ferðir, men hetta verður fyrsta framsýningin hjá Graham

Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, verður opin dagliga frá 14:00 til 19:00.
Picture
Picture

Konsert kl. 19.00

atgongumerki.fo/3398037/stewart-broedurnir-mynd-tonlistamennStewart Brothers Guitar Duo fara eisini at framføra akustiskar gittarkonsertir hvønn dag 7., 8. og 9. august. Atgongumerki til konsertirnar eru avmarkaði, og kunnu bíleggjast á netinum umvegis atgongumerki.fo.

Guitarduoin
“Stewart Brothers Guitar Duo”, sum Graham og Neil Stewart hava stovnað – beiggjar, sum hava føroyska mammu og skotskan pápa – hevur sínar røtur í einum lívslangum bandi, sum byrjaði í barnaárunum.
Nú hevur duoin heimstað í Skotlandi og framførir ævintýrkendar spanskar guitartulkingar av samtíðarsangum hjá listafólkum sum Queen, Foo Fighters, Norah Jones, umframt sangir úr Meksiko og Kuba millum nógv onnur.

Debutalbum hjá teimum, Songs Without Words, sum Óli Poulsen hevur framleitt, er sett at koma út í juli 2025.

Beiggjarnir eru virknir í føroyska og bretska tónleika- og myndlistapallinum.

23/2/2025

Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum

Picture
Fríggjadagin 7. mars kl. 18.00 letur upp listaframsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum.

Hjartaliga vælkomin!

16/12/2024

Røða til framsýning hjá Tróndi Patursson í Gamla Seglhúsinum

Picture
Røða, ið Sirið Stenberg, landsstýrikvinna í almanna- og mentamálum, helt í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, 15. desember 2024.
 
Góðan dag øll somul og hjartans tøkk fyri stóra heiðurin at bera eina heilsu fram fyri okkara einastandandi dugnaliga fjøllistamanni Tróndi Patursson.
 
Vit eru í ársins allar myrkastu tíð. Menniskjasálirnar hungra og bíða eftir, at ljósið skjótt aftur fær tak á myrkrinum. Nakrir dagar afturat, so vendir. Og hvat kann vera meira hóskandi í hesi langtanartíð enn at njóta listina hjá Tróndi. Serstaka listin, sum sprettir og rennur úr ljósinum - og sum í so ymiskum formum, um tað er glas, steinprent, standmynd, málningur ella annað, fær lív og ljós at renna saman.
 
Onkrastaðni havi eg lisið, at í náttúruni er tað ljósið, sum skapar litir, meðan tað í listini eru litirnir, sum fanga og skapa ljósið. Tá ið tað eydnast, er verkið list. Um tað er rætt, dugi eg ikki at siga. Fakligar førleikar innan listina havi eg ikki, men mín uppliving sigur mær so mikið, at mín vera - øll, sum hon er - upplivir ein fullkominleika, sum sjáldan er - til dømis tá ið eg komi inn í Gøtu Kirkju, sum tú Tróndur so hegnisliga hevur prýtt. Tað er nakað heilt serligt. Himmal og jørð, heljardýpið, lívsfarið, menniskjuni, menniskjasonurin, krossurin og vónin renna úr tí svarta, bláa og yvir í tað grøna til at loysast upp í tí gula við uppreisnini. Ljósið sigrar á myrkrinum. Slíkt kunnu bara sonn listafólk skapa. Kristindómurin lýstur í einari guddómligari mynd.
 
Góði Tróndur
Tað eru skrivaðar nógvar bøkur um teg. Dokumentarar og samrøður eru gjørdar, og tíni listaverk eru stórverk. Tú eigur eisini heiðurin at hava fingið Mentanarvirðisløn landsins. Hóast upp í leypar av heiðrum og rósum, so upplivi eg teg bæði jarðbundnan og lítillátnan. Tú gert ikki nógv hóvasták burtur úr tær sjálvum. Og tað nýtist heldur ikki. Listin talar fyri seg. Stórverkini eru varandi og bera boð um stórmenni.
 
Tú fylti 80 fyrr í ár. Hjartaliga tillukku við tí og øll góð ynski á lívs- og listaleiðini. Vit glaðast veruliga um teg og tað, tú hevur útint.
 
Tey flestu kenna teg best sum listamann. Tað er ein partur av tær, men tú ert eisini sjófarandi ævintýrari og rannsóknarfarari og hevur verið á mongum ferðum kring á jarðarknøttinum. Tú hevur greitt frá fleiri av ferðunum í kringvarpinum í samrøðum við Jógvani Arge. Tú hevur verið við í endurskapanini av fleiri ymiskum søguligum ferðum við bátum av øllum handa slagi. Ymisk lívsfør kanska eisini? Har hevur tú gjørt tær nógvar royndir. Tað er áhugavert, tá ið tú greiðir frá ferðunum, at hoyra hvussu væl tú kennir náttúruna og ymisk  náttúrufyribrigdi og navigerar eftir tí. Sum sjófarari á mongum søguligum túrum við fáum ella ongum hentleikum veitst tú eisini, hvussu umskiftiligt og vandamikið havið eisini kann vera. Í ringum ódnarveðri, har bert fjølin ella leðrið skilir teg frá havdýpinum, hevur tú eisini sæð havdýpið við øðrum eygum enn tey flestu. Allarhelst eisini sálardýpið. Eg ímyndi mær, at tað er tað, sum vit síggja aftur í mongum av tínum listaverkum. Náttúra, ond og ævinleikin samanrunnin.
 
Eg fari eisini at loyva mær at bera eina tøkk til Símun Gullaksen fyri hansara áhaldandi arbeiði at skapa góðar framsýningarkarmar til okkara listafólk at sýna fram í. Tað hevur sera stóran týdning.
 
Tróndur, tú ert føddur og uppvaksin í søguríku Kirkjubø. Tað er ein gáva at vaksa upp í so søguríkari bygd. Søga og søguligt medvit eru við at mynda okkara persónmensku soleiðis, at vit onkursvegna hava undanfarin ættarlið við okkum á lívsleiðini. Tú hevur sjálvur greitt frá, hvussu tú sum smádrongur dámdi so væl at eygleiða brimið og teir frælsu fuglarnar, sum flugu um høv. Bæði havið og fuglarnir blivu tínir lívsfelagar listarliga sæð. Tað, smádrongurin upplivdi, rann úr hondunum sum list seinni.
 
Tú vaks eisini upp áðrenn elektrisitetið var komið til bygdina og luttók í øllum arbeiði, sum hoyrir til á einum bóndagarði.
Múrurin var ein fínur fótbóltsvøllur segði tú, tí har fór boyan, sum tit brúktu til bólt ikki útav vøllinum. Eg hugsi, at múrurin má vera ein av fáu føstu kørmunum tú hevur virkað innan, tí í listarliga úttrykkinum eru ongir karmar. Tað kosmiska og endaleyst æviga frælsa eru tíni eyðkenni.
 
Tróndur, tú ert av virknastu listafólkum, vit nakrantíð hava átt. Tíni verk eru í mongum av heimsins londum. Eitt serligt við tær er eisini, at tú hevur fingið listina út til fólkið. Øll kunnu njóta tína list. Ikki bert tey, sum eiga ein málning ella eitt listaverk heima, men almenningurin. Tú ert í kirkjum, í handilshúsum, parkeringshúsum, parkum, listasøvnum, undirsjóvartunlum, flogvøllum, sjúkrahúsum o.s.fr. Stóru vøkru verkini eru til okkum øll at njóta. Tað ger nakað gott við umhvørvið - og soleiðis eisini okkum menniskju.
 
Eitt tað nýggjasta stóra verkið er listprýðið í Eysturoyartunlinum - heimsins fyrsta rundkoyring undir sjónum við vakra dansiringinum og vøkru skiftandi litunum. Eg minnist, at vit vóru og hugdu nakrar dagar áðrenn tunnilin lat upp. Tá manglaði enn nokk so nógv, so tú hevði fingið tær ein vøruvogn, sum tú kundi sova í og vera har, tí ongin tíð var at spilla, skuldi arbeiðið vera liðugt til tunnilin lat upp. Og tað eydnaðist. Og hvør annar enn tú, Tróndur, eigur at skapa list á havsins botni. Ongin myndar havið sum tú.
Rundkoyringin stendur nú sum ein frælsissúla, og fólk úr øllum heiminum koma higar at uppliva hana, og vit gleðast sjálvsagt hvørja ferð vit koyra framvið. Tað hendir seg meira enn, so at eg taki ein eyka rundtúr fyri at uppliva tað einaferð afturat. So fantastiska flott.
 
Tann blái liturin er títt eyðkenni. Blátt sum havið. Ella blái himmalin. Ella í havsbrúnni har himmal og hav møtast, og vit ikki rættuliga síggja, hvar markið gongur, tí himmal og hav renna saman í eitt. Eg veit ikki hvar - í djúpdini, guddómligheitini og ævinleikanum?
 
Blái liturin hjá tær, ultramarinblátt, er heilt serligur. Eg minnist, man einaferð sá teg greiða frá, og hvussu tú tilevnaði litin úr gimsteinum, og egg varð blandað uppí. Tú skapar sjálvur sjálvt litirnar. Tú kemur ikki lætt til nakað. Onki er tilvildarligt. Alt er umhugsað og gjøgnumført. Tín listarliga útbúgving er heilt víst ein stórur førningur afturat arbeiðsseminum, talentinum og handverkaradygdunum.
 
Blátt hevur í ymiskum mentanum verið knýtt at tí andsborna, trúfesti, áliti, ró, verju og ikki minst útlongsli. Eisini at tí guddómliga og m.a. sæst Maria moy ofta í bláum og tað sama við Jesusi.
 
Bládýpi er eitt serligt listaverk. Nærum hvørt mansbarn í Føroyum hevur verið inni í glasbingjuni. Tað er ein stór uppliving. Man fær eina kenslu av sveimandi vektloysi, og at tað er óendaligt bæði niðureftir, uppeftir og til veggja. Fyrstu løtuna torir man nóg illa at stíga inn. Men so kemur vakra upplivingin, og man sær í tað óendaliga. Har himmal og hav møtast. Og hvar eru vit tá? Smá í tí stóra. Tora vit tá at hygga inneftir í sálardýpið eisini? Tí listin fær okkum ikki bara at njóta, men eisini at reflektera. Tí hevur hon so stóra ávirkan á menniskja.
 
Um man kann knýta tvey frumevni at einum persóni, so fært tú luft og vatn frá mær. Himmal og hav. Har er aftur tað bláa. Men har er eisini byrjanin til alt lív. Onki livir uttan ljósið í luftini, og onki livir uttan vatn. Úr tí rennur alt annað. Eg haldi, at listin hjá tær er dømi um tað. Alt livir og vellir fram. Sjónarringar broytast og vit flyta okkum.
 
Tróndur, tú ert tvíburi, og tú ert tann yngri av tykkum báðum. Tað er mær fortalt, at tú skalt hava sagt, at tað var gott, at so var, tí um ikki, so lá tað í kortunum, at tú skuldi taka garðin yvir og gerast bóndi. Um tað er so ella ikki, er fyri so vítt líka mikið. Tað, sum hevur týdning, er, at tú hevur gingið tínar leiðir og trátt tínar gøtur. Tað fær meg at hugsa um yrkingina hjá Robert Frost frá 1915 The Road Not taken, sum Jonhard Mikkelsen hevur týtt til føroyskt.
 
Tvær gøtur skiltust á gulnaðum skógi.
Tað harmar meg – at eg ikki fekk gingið báðar,
og sum einsamallur vallari stóð eg leingi
og hugdi oman eftir aðrari so langt eygað røkk.
 
Síðan gekk eg hina.
Tann morgunin lógu tær báðar eins
undir bløðum, sum eingin hevði kleyrað.
Eg goymi mær hesa til eina seinni ferð.
 
Men eg visti, hvussu ein gøta tekur aðra við sær
og ivaðist, um eg nakrantíð fór at koma aftur.
Einaferð fari eg at siga frá hesum
onkuntíð um langa langa tíð
 
Tá fari eg at suffa við og siga:
Tvær gøtur gingu sundur og eg –
eg fór eftir teirri, sum tey fæstu høvdu gingið.
Og tað hevur gjørt allan munin.
 
Vit eru mong sum eru tær so æviga takksom fyri ta gøtuna tú valdi. Tú hevur sett stór spor eftir teg bæði í Føroyum og ikki minst altjóða. At tú valdi ta gøtuna, hevur gjørt allan munin. Men tað er ikki bara gøtan í sær sjálvum, sum ger munin, men eisini hvør tað er, sum gongur hana. Og væl er gingið! Og tú ger allan munin!
 
Takk fyri orðið, góða eydnu við vøkru framsýningini og gleðilig jól øll somul!
Picture
Picture
Picture

14/12/2024

Tróndur Patursson í Gamla Seglhúsinum

Picture
Sunnudagin 15. desember kl. 16.00 letur upp listaframsýning við Tróndur Patursson.

Framsýningin umfatar, málningar og steinprent.

Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og kemur Sirið Stenberg varaløgkvinna og landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum at røða. Eisini verður sangur og tónleikur umframt okkurt lætt og leskandi til góman.

Møguleiki verður at heilsa uppá listamannin sjálvan og eru øll hjartaliga vælkomin á gátt.

Framsýningin hongur uppi til seinast í januar 2025.
Picture

<<Previous
    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    April 2026
    March 2026
    February 2026
    November 2025
    August 2025
    February 2025
    December 2024
    November 2024
    September 2024
    April 2024
    February 2024
    January 2024
    October 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    February 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    August 2022
    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2025
BÚNAÐARSTEVNAN 2026

TÍÐINDI
UM OKKUM
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR  I +298 217055 I +298 227072